mánadagur 5. mai 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
hondbóltur
Jákup á Borg. Liðskiparin hjá
B36 er sum endurføddur.
Hann spælir við stórum
yvirliti, ídni og sjálvsáliti, og
stóri arbeiðsinnsatsurin hjá
roynda leikarunum hevur
alstóran týdning fyri liðið.
Fallið hjá EB/Streymi. Frá
at vera eitt av liðunum,
sum hevur spælt flótandi
og flott álopsspæl, spælir
EB/streymur nú primitivan
fótbólt við alt ov nógvum
longum sendingum.
Høgni Eysturoy, sum altíð
er álítandi á høgra bakki, og
Andrias Høgnason Eriksen,
sum bleiv tveittur fyri leyv
urnar í miðverjuni, men
sum eins og síðumaðurin,
Hørður Askham, hevur tikið
av møguleikanum frá fyrsta
dysti.
Skulu útnytta sterku
síðurnar hjá leikarum
Eftir dystin millum B36 og
EB/Streym fingu vit eitt stutt
prát við venjaran hjá B36,
Sámal Erik Hentze. Hann
vildi ikki beinleiðis úttala
seg um sín egna týdning við
víkjandi góða gongdini, men
segði seg annars vera samd
an við nógvum av teimum
tingunum, sum vit hava víst
á omanfyri.
– Ja, eg eri samdur við
nógvum av teimum ting
unum, sum tit vísa á. Serliga
smáspælið hjá okkum haldi
eg hevur riggað rættiliga væl
higartil í kappingarárinum,
og hetta er nakað, sum hevur
givið fleiri av hinum liðunum
trupulleikar, sigur Sámal
Erik Hentze.
Í hesum sambandi vísir
venjarin eisini á týdningin
av at útnytta tær sterku
síðurnar, sum teir ymsu leik
ararnir hava.
– Eg haldi tað sjálvur vera
umráðandi, at vit sum venj
arar dyrka tær sterku síður
nar hjá leikarunum. Eg havi
millum annað nakrar ómeta
liga
dugnaligar
leikarar
offensivt, sum eru sterkir á
bóltinum og sum dáma væl
smáspæl. Tað nyttar ikki,
at vit so fara inn við tí inn
stillingi, at hesir leikararnir
skulu verja eitt úrslit heim.
Í staðin vilja vit gjarna hava
bóltin, og so royna at gera
okkum
dælt
at
teimum
sterku síðunum, sum hesir
leikararnir hava, og tað er
serliga her, at vit hava arbeitt
nógv við smáspælinum, sum
jú hevur riggað væl higartil í
ár, sigur Sámal Erik Hentze.
Dysturin
Annars er stutt at siga um
dystin, at B36 fekk júst ta
byrjanina, sum teir høvdu
droymt um. Eftir ein góðan
minutt komu teir nevniliga
á odda í dystinum móti EB/
Streymi, tá liðskiparin hjá
sundalagsmonnum,
Gert
Hansen, var so óheppin at
skalla bóltin í egið mál eftir
eitt hornaspark.
Eftir hetta lagaði fyrri
hálvleikurin seg júst soleiðis,
sum B36 hevði vónað. Teir
sótu á tí mesta og høvdu eis
ini møguleikar at leggja seg
á odda við meira enn einum
máli, men hesum tóku teir
ikki av.
Tíðliga í seinna hálvleiki
framdi EB/Streymur onkra
taktiska broyting, og hetta
vísti seg at rigga væl. Serliga
væl riggaði at fáa Rógvi E.
Nielsen inn á vinstra bakk,
soleiðis at liðið nú hevði
ein vinstrabeintan leikara á
hesum plássi. Hetta skapti
størri breidd á liðnum, og EB/
Streymur tók nú yvir stóran
part av spælinum.
Teir komu eisini fram til
fleiri góðar støður, men tá
teir ikki tóku av hesum, so
blivu teir revsaðir av B36 í
hinum endanum. Ein væl
upplagdur Høgni Midjord,
sum kom á vøllin eftir ein
tíma, átti sín stóra leiklut í
avgerðini.
Fyrst átti hann uppleggið,
tá Adeshina Lawal økti til
2-0, og síðani átti hann sín
stóra leiklut í uppspælinum,
tá Jákup á Borg økti til 3-0.
So gjørdi tað minni fyri B36,
at EB/Streymur fekk minkað
um munin í evstu løtu.
Við sigrinum er B36 enn
oddalið í Effodeildini við 17
stigum. Harðastu kappingar
neytarnir í oddinum eru
grannarnir úr HB, sum eisini
vunnu um vikuskiftið.
René Tórgarð 3
Fær ikki gjørt nakað við málini
hjá B36. Hevur annars onkra góða
bjarging serliga í fyrra hálvleiki, men
útspørkini eru ov vánalig.
Gert Hansen 2
Ger eitt sjálvmál beinanvegin og
kemur ikki so væl frá fyrra hálvleiki.
Spælir seg upp, tá hann verður
fluttur á sentrala miðvøllin, har hann
vann fleiri bóltar.
Egil á Bø 3
Vísti stóra styrki í nærdystum og
luftdystum. Hevði ávísar trupulleikar
við skjótu fintunum hjá Lukasz, men
stóð seg sum heild væl defensivt.
Fekk eisini eitt mál, tá hann bleiv
fluttur fram í álopið.
Marni Djurhuus 2
Plaseringarnar vóru góðar, men hann
hevði stórar trupulleikar við styrkini
og skjótleikanum hjá Adeshina Lawal.
Jónas Tór Næs 2
Kemur illa frá uppgávuni á vinstra
bakki, har hann missir nógvar bóltar
og tykist ótryggur. Er tó eisini
fullkomiliga feilplaseraður á hesum
plássi. Kemur betur inn í dystin, tá
hann fer á høgra bakk.
Høgni Madsen 1
Passar als ikki inn í spælið hjá EB/
Streymi. Gongur ov seint, tá hann
skal seta spælið í gongd, og tiltiknu
langu avleveringar vóru óneyvar í
dag. Bleiv eisini útskiftur tíðliga í
seinna hálvleiki.
Pól Jóhannus
Justinussen 2
Arbeiðsinnsatsurin er góður, og hann
er ein støðug hóttan í deyðbóltum
og innleggum hjá EB/Streymi, men
hevði stórar trupulleikar móti skjóta
spælinum á miðvøllinum hjá B36.
Niels Pauli Danielsen 2
Hevur stórar trupulleikar við
smáspælinum hjá B36, og kemur
annars ikki so væl frá uppgávuni fram
eftir vøllinum. Arbeiðsinnsatsurin
er tó góður, og hann eigur eisini
uppleggið til málið.
Leif Niclasen 1
Hetta var ikki dagurin hjá Leif. Fær
ikki nógv at arbeiða við, men fær
heldur ikki nakað burtur úr teimum
góðu støðum, sum hann kemur í.
Hans Pauli Samuelsen 1
Hevur brúk fyri at verða spældur í
góðar støður, men verður at kalla
ongantíð settur rætt upp. Megnaði
ikki sjálvur at seta sín dám á dystin,
og dettur tí fullkomiliga burtur úr
dystinum.
Arnbjørn Hansen 1
Virkar tungur og ómotiveraður. Fekk
lítið at arbeiða við, og tá hann so
fekk okkurt at arbeiða við, tóktist
hann heldur ikki at vilja tað nokk. Av
tí sama miseydnaðist alt.
Rógvi E. Nielsen 3
Skapar eina heilt øðrvísi breidd,
tá hann kemur á vøllin, og EB/
Streymur fær sína bestu løtu
eftir innskiftingina. Fær ikki gjørt
stórvegis við málini hjá B36.
Gunnar Zachariassen
Var ov stutt á vøllinum til at gera
eina meting, men kundi verið
vístur av vøllinum fyri eitt stórt
frustratiónsfríspark móti Klæmint
Matras.
Avrik: tøl 1 til 6
B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy,
Hørður Askham, Andrias Eriksen,
Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen,
Hanus Thorleifsson (Klæmint Matras, 70.),
Lukasz Cieslewicz, Jákup á Borg ■,
Adeshina Lawal ■, Rasmus Dan Sørensen ■
(Høgni Midjord, 58.)
EB/Streymur René Tórgarð – Gert Hansen,
Egil á Bø, Marni Djurhuus ■, Jónas Tór Næs,
– Høgni Madsen (Rógvi E. Nielsen, 55.),
Pól Jóhannus Justinussen, Niels Pauli Danielsen
– Leif Niclasen (Gunnar Zachariasen, 76. ■),
Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
Sjálvt um kappingarbyrjanin hjá EB/Streymi hevur
verið misjøvn, so hava teir fingið eina væl betri byrjan
í ár enn í fjør. Eftir fyrstu sjey umførini í fjør hevði
liðið bert fimm stig og lá til niðurflyting. Nú hava
sundalagsmenn níggju stig og liggja á einum 6. plássi.
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað var harður
STREYMUR um
Høgnaboða
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari
Shit hapens fyrsta málið snakka vit ikki um. vit
spældu av há til, nú er bara eitt at gera og tað er, at
vinna á AB. Saman standa vit sterk.
eb/Streymur