mánadagur 5. mai 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fótbóltur
ítróttur
H E S A V I K U N A
Tórður Thomsen 4
Fær seg ikki veruliga royndan, men
tekur tað, hann skal. Kemur fleiri
ferðir væl út í feltið eftir bóltinum í
seinna hálvleiki.
Høgni Eysturoy 4
Sterkur defensivt og er væl við í
spælinum fram eftir vøllinum. Sera
álítandi og ger mest sum altíð sítt
arbeiði til lítar.
Hørður Askham 4
Hóast sín unga aldur er hann við at
gerast stýrimaðurin í verjuni. Spælir
við stórum yvirliti og heldur mest
sum EB/Streymi frá møguleikum.
Hevði ávísar trupulleikar við
deyðbóltunum.
Andrias H. Eriksen 4
Hevur av álvara tikið av álitinum, ið
er latið honum. Sterkur defensivt og
ger tað gott í luftspælinum, og so
tekur hann nógvar rættar avgerðir,
sjálvt um hann er bæði ungur og
óroyndur.
Alex Mellemgaard 4
Vann nógvar bóltar og steðgar fleiri
mótálopum. Hann er raskur at koma
fram við, og góði bóltførleikin ger,
at hann altíð er væl við í sterka
smáspælinum hjá B36.
Jákup á Borg 4
Arbeiddi hart. Var við í nógvum av
smáspælinum og eigur tí ofta lut í
tí, sum hendir offensivt. Punkteraði
dystin við málinum til 3-0.
Róaldur Jakobsen 4
Tryggur á bóltinum og átti sín stóra
lut í, at spælið hjá B36 fleyt so væl.
Var alla tíðina spælbarur og arbeiddi
hart í verjustøðu. Er grundsteinurin
undir mótálopunum við nógvum
røttum avgerðum.
Hanus Thorleifsson 3
Arbeiðsinnsatsurin var góður,
men Hanus var ikki so eyðsýndur,
sum hann onkuntíð hevur verið.
Leikluturin var eisini eitt sindur
meira defensivur, og hetta kann hava
verið orsøkin til, at vit ikki sóu hann
so nógv.
Rasmus Dan Sørensen 2
Arbeiðir altíð væl, men kemur
ongantíð veruliga inn í smáspælið hjá
B36 og blívur tí heldur anonymur í
gjøgnum dystin.
Lukasz Cieslewicz 5
Fantastiskur dystur. Hann er sera
sterkur í góða smáspælinum, og
EB/Streymur fær mest sum ikki
bóltin frá honum. Er við í at kalla
øllum tí offensiva hjá B36, og eigur
næstsíðsta fótin á málinum til 3-0.
Adeshina Lawal 5
Ein sannur arbeiðshestur, sum søkir
allar møguleikar. Megnaði ofta at
temja bóltin í uppspælinum, venda
sær og koma í góðar støðir. Málið er
krúnan á verkinum.
Høgni Midjord 5
Varð dystaravgerandi, eftir at hann
kom á vøllin. Átti uppleggið til 2-0
málið, var við í uppspælinum til
3-0 málið og spældi sum heild ein
branddyst.
Klæmint Matras:
Var ov stutt á vøllinum til at gera
eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6
Teitur Joensen / Tróndur Arge
Áðrenn fótbóltskappingar
árið bleiv skotið í gongd fyri
knøppum tveimum mánað
um síðani, bleiv dúgliga gitt
um, hvørji lið fóru at hava
viðvind, hvørji fóru at fáa
tað trupult og so framvegis.
Eitt av liðunum, sum var
sera trupult at meta um, var
B36. Liðið hevði verið fyri
ávísum broytingum bæði á
vøllinum og uttan fyri vøllin,
men semja tóktist tó at vera
um, at liðið sá sera spennandi
út offensivt, meðan spurnar
tekin hinvegin blivu sett við
verjupartin,
har
árstals
felagið úr høvuðsstaðnum
sá út til at vera ógvuliga tunt
mannað.
Men sjálvt um ivamálini
vóru mong, so eru nógvir
av
spurningunum
við
víkjandi B36 nú svaraðir.
Liðið er væl og virðiliga
ført fyri at kappast heilt
frammi í oddinum, og tunni
og møguleiki veiki verju
parturin, sum hevur verið
so nógv umtalaður, sær als
ikki tunnur út, og hann er so
bestemt ikki veikur.
Hetta
merkir
millum
annað, at liðið hevur fingið
sína bestu kappingarbyrjan
í samfull 14 ár, har liðið eftir
fyrstu sjey umførini liggur á
odda við 17 stigum.
Vit fara her at hyggja
eitt sindur nærri eftir, hví
byrjanin
hjá
B36
hevur
verið so góð, og fara at vísa
á fýra ting, sum hava verið
viðvirkandi til góðu gongdini
hjá B36 higartil í ár.
1. Sámal Erik Hentze
Nýggi venjarin eigur heilt
víst sín stóra lut í góðu
gongdini. Sámal Erik Hentze
er ótrúliga nærlagdur, og
hann hevur eina greiða
spælskipan, har leikararnir
kenna sína uppgávu. Har
tykist eisini at vera ein ætlan
í øllum tí, sum Sámal Erik
Hentze og hansara venjara
toymi í B36 arbeiða við, og so
halda vit tað vera av størsta
týdningi, at venjarin ikki er
bangin fyri at geva teimum
ungu
leikarunum
møgu
leikan.
2. Smáspælið
Eitt av stóru samtaluevn
unum í ár, hvat viðvíkur B36,
er flotta og flótandi smá
spælið. Høga tekniska støðið
á liðnum ger tað møguligt
at gjøgnumføra ein slíkan
spælistíl, og B36 dugir tað til
fulnar. Teir hava gjørt sær
dælt av sterka smáspælinum
í øllum dystunum, og tað er
hetta, sum kastar flestu
møguleikarnar av sær.
3. Profilarnir sláa til
Øll liðini í Effodeildini hava
profilar á liðnum, men fyri
at eitt lið veruliga skal gera
seg galdandi í oddinum, so
krevur tað, at størstu pro
filarnar sláa til, og tað hava
teir gjørt hjá B36. Her verður
kanska serliga hugsað um
Lukasz Cieslewicz, Adeshina
Lawal, Jákup á Borg og Róald
Jakobsen, og hesir hava allir
spælt fram úr væl í ár. Her er
vert at leggja afturat, at tað
eisini eru hesir, sum standa
sterkastir í myndini, tá tað
kemur til góða smáspælið.
4. Ókendu faktorarnir
Fyri B36 hevur tað eisini
verið
týdningarmikið,
at
ókendu faktorarnir sláa til.
Her verður hugsað um, at
fleiri av leikarunum, sum
mann kanska ikki væntaði so
nógv av, bæði væl og virðiliga
hava tikið av møguleikanum.
Her kunnu nevnast Alex
Mellemgaard, sum hevur
flest upplegg í Effodeildini,
Tórður Thomsen, sum ikki
hevur gjørt tey droppini,
sum
vit
onkuntíð
hava
sæð, Hanus Thorleifsson,
sum hevur gjørt tað væl,
líkamikið hvar á vøllinum
hann er settur at spæla,
Við einum greiðum sigri móti EB/Streymi, er B36 enn oddalið í Effodeildini við 17 stigum
eftir sjey dystir. Hetta er komið óvart á fleiri, men vit fara at hyggja eitt sindur nærri
eftir, hvat tað er, sum ger, at B36 hevur fingið eina so góða byrjan upp á kappingarárið
dómarnir
handan
oddasessin
Við 17 stigum eftir sjey dystir hevur B36 fingið eina
fantastiska byrjan upp á kappingarárið. Hetta er besta
byrjanin hjá B36 upp á eitt kappingarár í heili 14 ár.
Seinast, B36 hevði fleiri enn 17 stig eftir sjey umfør, var í
ár 2000, tá B36 hevði 18 stig eftir fyrsta sjey dystirnar.
(1-0) 3-1
1-0: Sjálvmál 1.
2-0: Adeshina Lawal 82.
3-0: Jákup á Borg 88.
3-1: Egil á Bø 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Jóannes Niclasen: B36 fjeppari
Sodan eta Havnamenn skuffukaku ur sundalagnum
heldur enn at sparka bólt er nemmari við grulvu
garði til teir, so sum teir blakaðu seg enn eina ferð
dreingir allir bardist fyri hvørjum HVITIR.
Koyr á B36
Loyni-