mánadagur 5. mai 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
ítróttur
styrki battle of the north
Vit eru
rættir
víkingar
Íslendski Hafþór Júlíus, sum
vann Battle of the North,
viðgekk aftaná, at hann
hevði roknað við at vinna
Jákup Mørk
Við sínum 207 sentimetr
um og 190 kilo á vektini
er
Hafþór
Júlíus
ein
imponerandi harri. Og
við sigrinum í Battle of
the North fríggjakvøldið
prógvaði hann, at tað er
ikki bara deyðvekt, sum
er innanborða.
Hafþór varð undan
kappingini mettur sum
favorittur, og hann var
eisini nóg erligur til at
staðfesta, at hann roknaði
við,
at
hann
endaði
fremstur.
– Ja, tað gjørdi eg. Eg
eri sera væl fyri í løtuni,
og tí fari eftir sigrinum í
hvørji einastu kapping,
sum eg luttaki í. Tað gjørdi
eg eisini hesaferð, og tað
er frálík kensla, nú hetta
eydnaðist, fekk hann sagt
millum
øllum
børnini,
sum vildu hava autograf
frá risanum og myndir
saman við honum.
Men hvat er hetta við
íslendingum og strong
man-kappingum.
Eg
meini so við, at seinastu
30 árini ella so hava tit
støðugt
havt
íðkarar,
sum eru millum teir allar
fremstur. Eru tit bara
sterkari enn øll onnur?
– Tað eru vit kanska,
flennir Hafþór.
– Hetta er í øllum før
um ein ítrótt, sum íslend
ingum dáma væl. Vit eru
jú eisini víkingar, so tað
liggur til okkum at gera
roysni og brøgd, og tí eru
vit kanska bara sterkari
enn øll onnur, helt – heilt
bókstaviliga – stóri vinn
arin á Hálsi.
jakup@sosialurin.fo
Støðan
Navn
Stig
Hafþór Júlíus, Ísland
25
Laurence Shahlaei, England
21
Sebastian Davidsson, Svøríki
17
Nicolai Hansen, Danmark
17
Ole Martin Hansen, Noreg
13
Bogi Hammer, Føroyar
12
kappingini um at gerast
Føroya
sterkari.
Tá
tit
byrjaðu við tí kappingini
segði tú, at hetta var ein
kapping,
sum
føroyskir
íðkarar høvdu saknað. Fer
kappingin í søguna, nú tú
hevur boðað frá, at tú gevst.
– Nei, tað hvørki vænti
ella vóni eg. Nú gekk bara
heilt væl í dag, og eingir
skaðar gjørdu um seg, so
eg rokni við, at eg taki eina
kapping afturat heima í
Føroyum. Men so verður tað
liðugt fyri mítt viðkomandi.
Tað er tó eingin ivi um, at
aðrir standa til reiðar at føra
kappingina víðari, og so verði
eg kanska tann, sum bara
stendur við stopp-urinum
ístaðin, sigur Bogi Hammer.
Myndir: Álvur Haraldsen