Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mai 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 0,02 sekund ov stuttur Bogi Hammer kendi seg sum ein skíðrennara, ið hevði verið akkurát ov seinur oman stóru brekkuna í Stroki Jákup Mørk Við eini framúr væl eydn­ aðari kapping, har ein stúgv­andi full høll av áskoð­ arunum veruliga fekk valuta fyri pengarnar, kundi Føroya sterkari maður ikki veruliga loyva sær at vera ónøgdur, tá hann rindaði møðina eftir kappingina. Men hann var skjótur at staðfesta, at úrslitið varð ikki heilt tað, sum hann hevði vónað. Bogi hevði sett sær fyri, at hann skuldi ikki verða aftastur á stigatalvuni, men tann partur helt ikki. Akkurát ikki. Hevði klokkan gingið bara 0,02 sekund seinni, tá trappurnar vóru á skránni, hevði Bogi havt eina stigið afturat, men soleiðis skuldi ikki verða. – Ja, hatta var súrt. Beint nú havi eg tað, sum havi eg staðið eitt fantastiskt down­hill á skíð, men har eg gjørdist akkurát ov sein­ ur. Onkur av hinum tók skemt­iliga til, at hetta var ein vána heimavøllur, sum ikki kundi skaffa mær hasar marginalarnar afturat, so kanska skuldi eg bara flutt av landinum, segði Bogi Hammer. Stafettin fer víðari Bogi hevur verið drívmegin, nú kappingin um at gerast Føroya sterkari aftur kom á dagsskrá, og hann var eisini fyriskipari, nú Battle of the North var á skránni. Dupult-leikluturin sum íðkari og fyriskipari er krevjandi, men Hammer helt tó ikki, at hetta hevði nervað. – Eg fekk eisini góða hjálp frá Jákup Suna Berg og Magna Mouritsen. Teir báðir tóku mest sum púrasta yvir teir báðar seinastu dagarnar, so eg fekk hugsað um kappingina í frið. Men sjálvandi tekur hetta nakað av fokus. Og hvussu verður við ítróttur styrki battle of the north 3) Grip (halda tunnum) Luttakari Støða Úrslit Stig Laurence Shahlaei 1 39,19 6 Nicolai Hansen 2 33,03 5 Hafþór Júlíus 3 30,72 4 Sebastian Davidsson 4 28,88 3 Bogi Hammer 5 15,84 2 Ole Martin Hansen 6 11,18 1 4) Power Stairs Luttakari Støða Úrslit Stig Hafþór Júlíus 1 27,16 6 Ole Martin Hansen 2 28,09 5 Sebastian Davidsson 3 28,78 4 Nicolai Hansen 4 28,88 3 Bogi Hammer 5 28,90 2 Laurence Shahlaei 6 30,97 1 5) Deadlift Luttakari Støða Úrslit Stig Hafþór Júlíus 1 440 kg 6 Laurence Shahlaei 2 420 kg 5 Nicolai Hansen 3 380 kg 4 Bogi Hammer 4 340 kg 2 Ole Martin Hansen 4 340 kg 2 Sebastian Davidsson 4 340 kg 2 1) Tyre Flip Luttakari Støða Úrslit Stig Sebastian Davidsson 1 28,94 6 Laurence Shahlaei 2 30,16 5 Ole Martin Hansen 3 31,41 4 Hafþór Júlíus 4 32,31 3 Nicolai Hansen 5 36,22 2 Bogi Hammer 6 36,50 1 2) Arm over arm (hála bil) Luttakari Støða Úrslit Stig Hafþór Júlíus 1 30,56 6 Bogi Hammer 2 38,03 5 Laurence Shahlaei 3 40,38 4 Nicolai Hansen 4 45,69 3 Sebastian Davidsson 5 50,66 2 Ole Martin Hansen 6 61,47 1