mánadagur 5. mai 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
ítróttur
Fótbóltur
Silkeborg á veg
í bestu deildina
Felag við føroyskum landsliðsleikara hótt av húsagangi
Tað gongur væl hjá Silkeborg í løtuni. Liðið hevur beina kós móti uppflyting í næstfremstu
donsku deildini og í gjár eydnaðist tað føroyska landsliðsleikaranum Christian Holst at
koma á máltalvuna, tá liðið vann ein týdningarmiklan 0-2 sigur á Brønshøj
André Olsen
Christian
Holst
hevur
annars gjørt greitt at hann
skiftir felag í summar, tá
sáttmálin
við
Silkeborg
gongur út.
Hin føroyski leikarin á
liðnum hjá Silkeborg er Ari
M. Jónsson. Ari M. Jónsson
hevur verið nógv darvaður
av skaða gjøgnum størsta
partin av kappingarárinum,
men mánakvøldið spældi
Ari
við
eykaliðnum
hjá
Silkeborg, ið vann 4-1 á AC
Horsens. Tað eydnaðist eisini
Ari M. Jónsson at koma á
máltalvuna.
Vejle spældi
málleysan javnleik
Vejle Boldklub hevði før
oyska
landsliðsleikaran
Viljormur Davidsen á vølli
num allar 90 minuttirnar,
tá teir á heimavølli spældu
málleysan javnleik móti HB
Køge.
Heimasíðan
hjá
Vejle
gjørdi eina samrøðu við
Viljormur aftaná dystin og
tá segði hann soleiðis um
dystin.
– Vit spæla ein forferdu
liga vánaligan fyrra hálvleik.
Vit koma ikki inn í okkara
fyrsta press, vit tapa tví
dystirnar á vøllinum, meðan
teir stýra dystinum akkurát
sum teir vilja. Vit gera ov
nógvar
persónligar
feilir
og skulu prísgeva okkum
lukkuligar, fyri at vit ikki
vóru aftanfyri í hálvleik
inum.
– Í seinna hálvleiki spæla
vit væl. Tað er klassamunur á
avrikinum hjá okkum í fyrsta
hálvleiki og seinna hálvleiki.
Vit kunnu vera nøgdir við
avrikið í seinna hálvleiki,
men avrikið í fyrra hálvleiki
iðrar meg nógv.
Vejle Boldklub liggur á 7
plássið í næstbestu donsku
deildini. Vejle var annars
leingi við í oddastríðnum,
men
eftir
at
kappingin
byrjaði aftaná jól, hevur
tað ikki hilnast so væl sum
eydnað fyri Vejle Boldklub.
Eingin føroyingur
á vøllinum í
bestu deildini
Tveir føroyskir leikarar eru
við á liðunum, ið dystast um
danska meistaraheitið í ár.
Sonni Ragnar Nattestad er
fastur partur av hópinum hjá
FC Midtjylland, meðan Gilli
Sørensen leikar fyri danska
felagið AaB. Gilli Sørensen
hevur tó verið óheldigur
við einum skaða størsta
partin av várinum og aftur
í vikuskiftinum mátti hann
sita uttanfyri við einum
skaða í fótinum. Tað er ikki
greitt hvussu drúgvur skaðin
kann vera.
Sonni Ragnar Nattestad
sat allar 90 minuttirnar
á bonkinum, tá FC Midt
jylland sunnudagin vann
3-1 á heimavølli móti FC
Vestsjælland. Sigurin bar
við sær, at FC Midtjylland nú
aftur er á fremsta plássinum
í bestu donsku deildini.
FC Midtjylland eru javnir
í stigum við AaB, men FC
Midtjylland hevur ein betri
málmun.
Sostatt
er
stórur
spenningur
um
danska
meistaraheitið, nú tað einans
resta 3 umfør.
Í Skotlandi vann Mother
well á heimavølli 2-1 móti St.
Johnstone. Gunnar Nielsen
sat allar 90 minuttirnar á
bonkinum hjá Motherwell,
meðan kappingarneytin Lee
Hollis vardi málið.
Motherwell er á 3 plássið
í fremstu skotsku deildini.
Teir eru eitt stig aftanfyri
Aberdeen, ið liggur á øðrum
plássið. Liðini í fremstu
skotsku deildini mangla at
leika 2 dystir hetta kapp
ingarárið.
post@sosialurin.fo
André Olsen
Vejle Boldklub taldist millum
tey heilt stóru feløgini í
donskum fótbólti fyrr í
tíðini. Tann støðan er nú eitt
sindur broytt, tí tey seinastu
mongu árini hevur Vejle
Boldklub
ferðast
millum
tilveru í bestu og næstbestu
deildini. Og mest av øllum
hevur liðið havt eina stabila
tilveru í næstbestu donsku
deildini.
Felagið við teimum stoltu
traditiónunum,
ið
hevur
uppalt so stórar stjørnur í
donskum fótbólti sum Allan
Simonsen og John Sivebæk
er nú hótt av húsagangi.
Í einum opnum brævi frá
nevndini til áskoðararnir
sigur nevndin at um felagið
í minsta lagi ikki fær 4
milliónir krónur inn í næst
um, er felagið hótt til at
lukka tí professionellu deild
ina hjá fótbóltinum.
Føroyski landsliðsleikarin
Viljormur Davidsen er ein
partur av hópinum hjá Vejle
Boldklub.
Viljormur Davidsen sigur
seg tó onga viðmerking
hava til støðuna og sigur at
leikararnir einans kunnu
hugsa um tann ítróttarliga
partin.
– Eg havi onga viðmerk
ing til støðuna í felagnum.
Vit leikarar kunnu einans
hugsa um tann ítróttarliga
partin. Vit gera tað so væl
sum vit kunnu til venjing og
tað er eitt gott samanhald á
liðnum.
– Eg vóni at felagið fær
teir
pengarnir
inn
sum
mangla, tí eg trívist væl í
felagnum og vit leikarar
gleða okkum at spæla teir
seinastu dystirnar í hesum
kappingarárinum.
post@sosialurin.fo