mánadagur 5. mai 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
B
ogi Hammer og Gudmundur Joensen
prógvaðu hvør í sínum lagi um vikuskiftið,
at treiskni og miðvís venjing kann bera heilt
langt.
Innan einstaklingaítróttina kunnu føroyingar
standa seg millum tey bestu. Miðvís venjing og eitt
treiskni langt oman fyri tað vanliga kann veruliga
flyta fjøll, og um vikuskiftið sóu vit frálík dømi um
hetta.
Bogi Hammer stóð fríggjadagin á sínum hægsta
tindi, tá hann sum fyriskipari kundi bjóða fimm
krútsterkum útlendingum til Føroya at kappast.
Gaman í endaði Bogi aftastur, men tað var nú við
minst møguligum marginalum, at so var.
Tað eru heldur ikki meira enn fimm ár síðani, at
Bogi sjálvur var við til at fáa strongman-kappingar
aftur á dagsskrá í Føroyum. Ta ferðina segði hann,
at hetta var gularótin, sum skuldi til, um vit aftur
skuldu síggja føroyingar royna seg í kappingum
millum sterkastu menn í heiminum. Og nú Bogi setti
eitt flott punktum fyri sínum parti í hesum, var tað
við staðfestingini av, at hesin parturin av málinum
nú var náddur.
Og leygardagin prógvaði Gudmundur Joensen, at
hann veruliga kann standa seg millum teir bestu. Í
kanska mest krevjandi ítróttagreini av øllum hevur
føroyski jarnmaðurin víst, hvat venjing, venjing
og aftur venjing kann bera við sær. Frá at vera
nærum statistur á Guernsey fyri 11 árum síðani
telist Gudmundur nú millum teir, sum heimurin
skal rokna við. Avgerðin um at royna hetta sum
fulltíðarítrótt er eisini passaliga svaklig – skilt
soleiðis, at her hava vit ein íðkara, sum veit, hvat skal
til, og sum eisini er til reiðar at geva tað, sum krevst.
ÍSF hevur seinnu árini fingið játtan, har tey
kunnu lata stuðul til einstaklingar. Størsti parturin
av hesi játtan er farin til Pál Joensen, sum hevur
verið og er eitt framúrskarandi umboð fyri okkum.
Men verður talan ikki um økta játtan frá landinum,
so hevur Gudmundur við síni avgerð og sínum
avrikum givið ÍSF ein veldugan trupulleika av tí
positiva slagnum.
Sterkir
jarn
menn
www.b36.fo:
Ofta hevur EB/Streymur argað okkum við kvika kontraspælinum, men í dag
vórðu teir vendir í hurðini
www.hb.fo:
Burtursæð frá nøkrum fáum minuttum rundanum hálvleikin har AB
veruliga royndi at koma inn í dystin, høvdu vit gott tak á vertunum og
vunnu samanumtikið ein greiðan og sannførandi sigur.
www.nordlysid.fo:
Óuppiborið stig til NSÍ. KÍ hevði fult tamarhald á dystinum við Løkin líka til
94. minutt, tá Debes Danielsen knappliga stóð púra leysur og fekk javnað
til 1-1.
www.eb-streymur.fo:
Ikki nóg gott hjá okkum, men sum onkur annar hevur tikið til fyrr: tað
ræður um at koma upp á hestin aftur!
www.if.fo:
Vikingur var spátt av ítróttarserfrøðingum at verða eitt lið, sum fór at
vera millum tey fremstu. Higartil hevur eydnan ikki verið við teimum. Við
javnleikinum í dag eru liðið komið upp á 7 stig og liggur á einum 7. plássi.
www.vikingur.fo:
Saman um tikið ein nokk so javnur dystur, har vit ikki kendu okkara
vitjunartíð fyrstu løtuna, har vit helst áttu at ført við einum trimum málum.
www.kyndil.fo:
Venjaraparið hjá kyndilskvinnum, ið vunnu greipuna í ár, heldur fram næsta
kappingarár. Andreas F. Hansen og Sophus Dal-Christiansen eru longu
farnir undir at fyrireika næsta kappingarár, og umhugsað verður, um Kyndil
skal tekna kvinnuliðið til Evropa Cup-hondbólt
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Jákup Mørk
■ Nú eigur Siggi 1 dyst til góðar hjá
FSF. Hann rósti dómaratoyminum í dag
( Víkingur - ÍF )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Jarnmaðurin nummar fýra
Jákup Mørk
Gudmundur hevur gjørt av
at royna seg sum fulltíðar
professionellan í royndunum
at vinna seg millum teir
bestu í heiminum. Fyrsta
stóra royndin var leygardag
in, tá hann tók lut í sterkari
kapping í Lissabon, men við
fjórða plássinum prógvaði
føroyski
jarnmaðurin,
at
hann avgjørt hevur møgu
leikan at kappast millum
teir bestu.
Í Lissabon var talan um
sokallaðan hálvan ironman,
og var Gudmundur partur
av sonevnda elitu-bólkinum.
Í hálvum ironman verður
fyrst svomið 1,9 km. Síðani
verða 90 km súkklaðir, og
at enda skulu luttakararnir
renna hálvt marathon. T.e.
21,1 km.
– Eg kom illa frá svimji
startinum. Tað føldist sum
eitt langt slagsmál vid hinar
um
plássini
fyrstu
500
metrarnar, men so var sum at
tað loysnaði. Felti skrædnaði,
og eg var røttu megin, og so
fekk eg arbeiðsfrið. Eg kom
á súkkluna sum nummar
seks, men eg trampaði væl
í pedalirnar og kom tí eisini
uppá á 4. plássið, áðrenn fari
varð undir renningina. Her
legði eg út við góðari ferð, og
tað vísti seg at vera skjótari
enn tað, sum maðurin á triða
plássinum
hevði,
skrivar
Gudmund millum annað á
Facebook-profili sínum.
Gudmunur kom á mál
sum nummar fýra – 30
sekund frá bronsuni. Tá
hevði hann runnið tríggjar
minuttir inn á íðkaran, sum
gjørdist nummar trý.
Hitin undir kappingini var
um tey 30 stigini, og nógvir
sterkir
kappingarneytar
vóru, so Gudmundur heldur
sum heild, at hann kann illa
vera annað enn væl nøgdur.
Tíðirnar hjá Gudmund:
1,9 km svimjing . . . . . . . . 23,57
Skift . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1,11
90 km súkkling . . . . . . . 2. 19,12
Skift . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1,10
1/2 marathon . . . . . . . . 1. 17,14
Samlað tíð . . . . . . . . . . . 4. 02,46
Gudmundur Joensen, sum nú roynir seg sum fulltíðar triathlon-
íðkara, fekk eitt flott fjórða pláss í sterkari kapping í Lissabon
Jákup Mørk
Venjaraparið hjá kyndils
kvinnum, ið vunnu greipuna
í ár, heldur fram næsta kapp
ingarár.
Andreas F. Hansen og
Sophus
Dal-Christiansen
eru longu farnir undir at fyri
reika næsta kappingarár, og
umhugsað verður, um Kyndil
skal tekna kvinnuliðið til
Evropa Cup-hondbólt
Tað
skrivar
Kyndil
á
heimasíðu sínari.
Kyndilskvinnur
høvdu
eitt
framúr
gott
kapp
ingarár
í
ár
og
vunnu
bæði landskappingina og
steypakappingina.
Ikki
minst er hetta úrslit av
miðvísari
menning,
har
felagið hevur sett nógvar
ungar spælarar við seinnu
árini, og sum skilst verða
flestu av spælaranum eis
ini á liðnum komandi kapp
ingarár.
Sum greipuvinnarar hava
kyndilskvinnur møguleikan
at tekna til annaðhvørt
Cup Winners Cup ella EHF
Cup. Nevndin í felagnum og
venjararnir umhugsa at taka
av øðrum møguleikanum í
ár, og arbeitt verður nú við
málinum, skrivar felagið á
heimasíðuni.
jakup@sosialurin.fo
Andreas og Sophus
halda fram