mánadagur 5. mai 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bjørn á Heygum
Í hesum samanhangi er hann rættu
liga djarvur má sigast, og eisini í
andsøgn við politiska etablissi
mentið, sum nokk helst ynskir hetta
uppskot har, sum pipari grør!
Hví skulu landsins oddvitar ann
ars fara og biðja um tiltrongdar
ábøtur í eini óhoyrt lukrativari
skipan, sum teir sjálvir í eitt so
langt tíðarbil hava notið so nógv
gott av?
Politikkur er nevniliga í stóran
mun vorðin ein vinnuvegur, - ein
forrætning, har verðsliga grádig
heitin eftir øllum at døma er sett
ovast á politisku dagsskránna.
Ein kann spyrja seg sjálvan, um
tað er nøkur rímuligheit í, at ein
landsstýrismaður afturat lønini
uppá kr. 53.326,00 um mánaðin,
skal fáa eina eftirløn, sum einsa
møll er nærum tað dupulta verd,
svarandi til eitt kapitaliserað virði
av lønini upp á 148.929,00 um mán
aðin, ella eina reella ársløn upp
á 1.787.156,00, útloyst eftir bert 8
árum í starvi, í mun til t. d. ein tæn
astumann, sum skal hava 37 ára í
starvstíð fyri at náa somu sømdir,
- og ikki at forgloyma skammleysu
koyripengarnr upp á kr. 13.642,00
hvønn mánað fyri t. d. ein lands
stýrismann úr Norðoyggjum, sum
enntá eru skattafríir, og harvið
svara til ein eykaløn upp á tað dup
ulta.
Lønin hjá løgmanni er uppaftur
meira lukrativ. Løgmaður fær samb.
galdandi lønartalvu eina ársløn
uppá kr. 702.322,00, sum vegna
fjaldu eftirlønina hevur eitt reelt
virði á kr. 2.796.395, ella svarandi
eina mánaðarløn á kr. 233.032.
Umframt ógvusligu eftirlønina
og skattafríu koyripengarnar, so
fáa landsstýrisfólk eisini tað sum
kallast borðfæ uppá kr 2.373,00
um mánaðin, meðan løgmaður fær
heilar kr 7.118,00 um mánaðin til
hetta endamál.
Hetta er eisini skattafríur pen
ingur, sum tað eitur: “embætis
vegna at sýna blíðskap fyri”.
Talan er í veruleikanum um
eina eyka samsýning, sum verður
útgoldin uttan nakað krav um
skjalprógvan fyri hvat upphæddin
verður nýtt til.
Landsstýrisfólkini hava eisini
fría telefon, frían telduútbúnað og
internetsamband, uttan at verða
skattað av hesum fríu ágóðum eins
og vanligi borgarin.
Dýrir fyri almenna
húsarhaldið
Samanborið við vanliga lønarlagið
í landinum og tær pensiónssømdir,
sum vanligi borgarin fær, so liggja
okkara politikarar á allar ovastu
rók.
Í álitinum um tilmæli um broyt
ingar í samsýning og eftirløn
landsstýrismanna sæst m.a., at
samanborið við lønarlagið á privata
arbeiðsmarknaðinum,
so
liggja
landsstýrismenn á allar hægsta
lønarstiga, tá virði á eftirlønini
verður tikin við.
T. d. verður nevnt, at bert 2,1%
av samlaðu lønarútgjaldingunum
vóru oman fyri kr. 60.000,00, ein
einstakan mánað í 2011, meðan
restin ella 97,9% av øllum løntak
arunum í privatu vinnuni lógu
niðanfyri.
Politikararnir eru óhugnaliga
dýrir fyri almenna húsarhaldið.
Fyri hvørt valskeið skulu almennu
kassarnir bløða fyri heilar 55,5 mio
bara í eftirlønum til eitt landsstýri.
Tað skulu sum vera man ikki
nógv valskeið til fyri, at føroyski
skattaborgarin skal rinda fleiri
hundrað milliónir í eftirønum bert
till fyrrverandi landsstýrismenn!
Arbeiðsmannalønin
ikki kappingarfør
Anfinn Kallsberg og Jóannes Eides
gaard ganga í dag og dusa sær við
eini eftirløn upp á kr. 35.112,00 um
mánaðin, svarandi til kr. 421.344,00
um árið, og fleiri aðrir síggja fram
til at kunna njóta sama góða lív
upp á skattaborgarans rokning
næstkomandi árini.
Út frá miðallivialdrinum rokn
aður til 81 ár, fáa teir sostatt hvør
sær útgoldið kr. 8.848.224,00 úr
landskassanum bara í pensión frá
tí teir fingu pensión sum 60 ára
gamlir.
Gera vit eina samanbering við ein
vanligan arbeiðara, hvørs grundløn
er kr. 115,64, um tíman, so hevur
hesin ongan livandi møguleika fyri
at forvinna sær eina inntøku, sum
bara kemur í námind av hesum
marglætispensionistunum, sum nú
ganga og driva runt fyri almenna
rokning.
Um ein arbeiðari við galdandi
sáttmálaløn enntá roynir at stríðast
og strevast hvønn ein einasta dag,
og vit siga at effektiva arbeiðstíðin
er 220 dagar í árinum á 8 tímar við
eini grundløn uppá kr. 115,00 pr.
tíma, so røkkur hansara løn uppá
bert upp á góðar kr. 200.000,00. Skal
arbeiðsmaðurin røkka somu løn
um árið, sum uppilagsti politikarin
upp á kr. 421.344,00, so skal hann
umframt vanligu 8 tímarnar, taka
yvirtíð uppá millum 5 og 6 tímar,
hvønn einasta dag, bara fyri at
koma upp á somu løn, sum hesir
fyrrverandi løgmenn, sum nú ganga
og mala fyri onki.
Løgtingslimir væl løntir
Fyri løgtingslimir eru samsýning
arnar ikki so grovar og fyrimunirnir
ikki so eyðsýndir, sum fyri lands
stýrismenn.
Ein
løgtingsmaður
fær
kr.
37.975,00 í løn um mánaðin. Har
afturat fáa teir løgtingsmenn, sum
eru búsitandi uttan fyri Havnina eitt
skattafrítt
kostnaðarendurgjald,
sum t.d. fyri ein løgtings-mann úr
Norðoyggjum er kr. 63.000,00 um
árið, ella umboðar tað sama virði
sum ein skattskylduga inntøka upp
á tað dupulta, ella kr. 126.000,00 ella
kr. 10.500,00 um mánaðin.
Løgtingslimir vinna sær eftirløn
upp á 60% av lønini, ella kr. 22.785,00
um mánaðin, yvir 16 ár, ella dupult
so leingi sum landsstýrismenn, men
væl minni enn helvtina av tíðini hjá
øllum øðrum lønarbólkum í sam
felagnum.
Virðið á eftirlønini aftan á
pensiónsaldur í mun til meðal
livialdurin upp á 81 ár, verður
hereftir 22.785,00 x 12 mdr. x 14 ár
= kr. 3.827.880,00. Hetta eykagjald
forvinna teir sær yvir 16 ár, sum
svarar til at teir reelt hvønn mánað
fáa ca kr. 20.000,00 afturat lønini,
sum gevur eina veruliga løn uppá
ca. 58.000,00 pr. mánaða.
Nýggja uppskotið
Uppskotið, sum er lagt fram snýr seg
fyrst og fremst um, at normalisera
hetta fullkomuliga skeiklaða lønar
lagið hjá politikarum, sum ser
stakliga orsaka av lukrativu pen
siónser-sømdunum, er farið heilt
av sporinum.
Uppskotið tekur støði í einum
álitið tilevnað av einum óvildugum
bólki av serkønum fólki, sum í síni
tíð var settur at endurskoða lands
stýrismannalønirnar, og ikki minst
eftirlønir og alskyns skattafríar
ágóðar, sum frammanundan høvdu
verið fyri rættuliga nógvum at
finningum.
Lagt verður upp til, at lønin
verður hækkað soleiðis at lands
stýrisfólk hereftir fáa 110% av
lønarflokki 40 og løgmaður 130%,
meðan øll beinini, sum i dag fylgja
við starvinum verða tikin av, so
sum
serliga
pensiónsskipanin,
borðfæ, kostnaðarendurgjald og
fríur bústaður.
Mælt var til at hækka løgmans-
og landstýrismannalønirnar, fyri
løgmann úr verandi kr. 57.815, um
mánaðin ella svarandi til árliga kr.
693.778 - til at blíva kr. 75.159,25 um
mánaðin ella svarandi til kr. 901.111
um árið og fyri landsstýrismenn
úr verandi ávikavist kr. 49.191 um
mánaðin ella svarandi til árliga kr.
590.294 til at blíva kr. 63.596,33 um
mánaðin ella kr. 763.156 um árið.
Talan er sostatt um eina hækking
í sjálvari lønini upp á knapt 30% hjá
løgmanni og landsstýrismonnum
Fjáltur á løgtingsmonnum
Tað er onki at siga til, at eitt sindur
av fjáltri er á fleiri løgtingsmonnum,
nú hetta mál skal koma til umrøðu
á tingi.
Tað, sum so hevur elvt til mest
ørkymlan og høvuðsbryggj mill
um politikarar er, at mest sum øll
beinini og fjaldu skattafríu ágóð
arnir hvørva í kjalavørrium á hesi
sonevndu lønar-hækking á pappír
inum
Tað er eisini mangt sum bendir
á, at fleiri hava lyndi til at skáka
sær undan, og ikki brýggja seg um,
at gjørdar vera nakrar broytingar
til tað verra í peningarenslinum hjá
landsstýris-monnum, sum jú eru
teirra næstu floksfelagar, men so
sanniliga eisini tí teir sjálvir kanska
eisini standa fyri tørni til at fáa part
av hesum almenna brellibita.
Tað má ásannast, at teir undir
øllum umstøðum verða settir í eitt
álvarsligt moralskt dilemma av ein
um slíkum máli.
Hetta mál snýr seg nevniliga
mest av øllum um teirra trúvirði
sum politikarar.
Fólk eru ikki uttan grund farin
at spyrja, um hesi fólkavaldu fyri
størsta partin viðkomandi í veru
leikanum bara sita har fyri egna
vinning skuld, og meira ella minni
eru vorðnir tað, sum verður kallað
livibreyðspolitikarar burturav.
Fyri vanliga borgaran kann tað
nevniliga mangan tykjast, sum at
allar hugsjónir eru sleptar, og at
aðalmálið einans er at sleppa sær
framat almenna trognum.
Hetta ørkymlar, og ikki minst
særir rættvísiskensluna hjá meiniga
føroyinginum, samstundis sum
tað er við til at undirgrava álitið á
politisku skipanina
Men nú fáa vit at síggja, um
nakar ryggur er í hesum monnum
og kvinnum, og um tey hava tann
moralska karakter, sum neyðugur
er fyri at avtaka eina sera ódámliga
skipan, sum als ikki hevur nakran
stuðul í fólkinum yvirhøvur, men
tvørturímóti verður mett at vera
bæði etiskt og moralskt forkastilig.
Spennandi verður í øllum førum
at síggja, hvussu “fólksins tænarar”
fara at viðgera hetta mál.
Tórshavn tann 03.05. 2014
tíðargrein
LIVIBREYÐSPOLITIKKUR:
Politikkur sum vinnuvegur
Herfyri legði løgmaður fram uppskot á tingi um broyting í samsýningum og eftirlønum landsstýrismanna