mánadagur 5. mai 2014síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
KJ Hydraulik skal byggja
ikki færri enn seks alibátar
í ár, harav hin seinasti, sum
verður latin í desember,
verður nummar 38 í røðini
í søgu felagsins. Tilsamans
vórðu 17 bátar bygdir á Eiði,
og síðan hevur KJ bygt 21
bátar aftrat.
Í
løtuni
standa
hesir
báðir skrokkarnir, sum eru
á myndini, á Kambsdali, har
teir skulu gerast lidnir til
føroyskar alifyritøkur.
KJ
hevur
eitt
gott
samstarv við skipasmiðju í
Letlandi, har stálarbeiði til
teir mongu seinastu bátarnar
er gjørt.
- Men, tað eru vit, sum
eiga tekningarnar og alt
konseptið, sigur KJ.
35 miljónir
Skrokkarnir við dekki og
húsi koma, sum myndin
vísir, tómir heim úr Letlandi,
og síðan verður alt arbeiði,
íroknað sandblásing, máling
og allar instalatiónir, gjørt
her heima.
Teir seks alibátarnir, sum
KJ Hydraulik skal byggja
í ár, merkja ein umsetning
í fyritøkuni á umleið 35
miljónir krónur.
- Hin fyrsti báturin varð
latin Luna í januar. Haraftrat
byggja vit fýra bátar til
Bakkafrost og hin seinasti,
sum verður latin í desember,
er
til
Marine
Harvest
Føroyar.
Størstu alibátarnir, sum
KJ Hydraulik byggir, eru 14
metrar langir og sjey metrar
breiðir.
- Vit umboða og instalera
eisini kranar, spøl, motorar
og annað, sum skal í bátarnar,
og nautiska útgerðin verður
eisini keypt frá føroyskum
veitara, sigur KJ.
Umframt
tær
instaleringar,
sum
eru
í
alibátunum, er eisini nógvur
hydraulikkur, og er tað nakað,
sum KJ eru meistarar í, er tað
júst í hydraulikki.
180 aliringar
Seinastu 3-4 árini hevur
fyritøkan
á
Kambsdali
framleitt
umleið
180
aliringar, og bara í ár skulu
ringar gerast fyri umleið 11-
13 miljónir krónur.
- Fyri tveimum árum
síðan
vóru
teir
størstu
aliringarnir 128 metrar í
ummál, men ringarnir, sum
bygdir eru síðan, eru 160
metrar í ummál. So, hetta eru
rættiliga stórir aliringar, sum
vit byggja á Eiði, sigur KJ.
KJ byggir fleiri alibátar
Stálarbeiðið til teir mongu seinastu bátarnar er gjørt í Letlandi,
men KJ Hydraulik eigur tekningarnar og alt konseptið
Hesir báðir alibátarnir standa nú á Kambsdali. KJ hevur avtalur
um seks alibátar í ár - fyri umleið 35 miljónir krónur
Vilmund Jacobsen
Jón Bogi Guttesen er
settur sum havnar
meistari við Tvøroyrar
Havn. Hann er 35 ára
gamal. Jón Bogi tók við
starvinum hin 1. mai
eftir Hjalgrím Vester
gaard.
Nýggi
havnar
meistarin er útbúgvin
skipsførari og hevur
siglt úti við Mærsk, um
framt at hann hevur
undirvíst á Sjónámi í
Klaksvík og á Martec í
Frederikshavn.
Hann og familjan eru
flutt aftur til Tvøroy
rar og hava keypt hús
í Húsgarði í Trongis
vági.
Tvøroyri
nýggjan
havnar
meistara
Vilmund Jacobsen
Talið av svanum á føroysku
vøtnunum kring um landið
hevur neyvan í nýggjari tíð
verið størri, enn tað er í dag.
Ikki tí; at síggja hvítan svan
í Føroyum hevur gjøgnum
nógv ár ikki verið nøkur
óvanlig sjón. Í dag síggjast
svanar javnan næstan á
hvørjum vatni, og vøtnini eru
mong í tali.
Minni vanligt er at síggja
svartan svan. Fyri eini tíð
síðan - ella í fyrru hálvu av
mars í ár - hevði in.fo ein
greinastubba um ein svartan
svan, sum var á Vatninum í
Vági.
-
Talan
er
um
eitt
svanapar, men tað sjáldsama
er, at tann eini svanurin er
svartur, meðan hin er hvítur,
skrivaði in.fo.
Á Skálafirði
Sunnukvøldið
sat
hesin
svarti svanurin einsamallur á
sjónum innan fyri bátahylin í
Skálafirði. Um hetta er sami
svanur, sum var á Vatninum í
Vági í mars, er ilt at siga, men
sunnukvøldið var so eingin
hvítur "maki" saman við
honum ella henni.
Spurningurin
er,
um
svørtu svanarnir í Føroyum
eru fleiri í tali - ella, um hesin
nú er vorðin stakur.
Cygnus Atratus
Naturstyrelsen í Danmark
veit um svarta svanin - á
latínskum "cygnus atratus"
- at siga, at hetta er einasta
svanaslag, sum er svart.
Slagið verður ikki mett at
hoyra heima í Danmark, og
tí verður roynt at bera so í
bandi, at teir ikki gerast fleiri
í tali, so náttúrliga javnvágin
verður órógvað
Svarti svanurin hoyrir
náttúrliga heima í Australia.
Úr Avstralia til Føroya
Sunnukvøldið lá hesin svarti svanurin einsamallur og damlaði í Skálafirði
Um svarti svanurin í Skálafirði sunnukvøldið er sami
svanur, sum var á Vatninum í Vági í mars, er ilt at siga.
Ruddingardagurin
verður í Runavíkar
kommunu leygardagin
hin 10. mai. Økið er
stórt, og nógv er at
taka upp eftir ein
langan og harðan
vetur.
Sjórænaraflagg á stong við úthúsini á Eiðinum í
Nólsoy. Hvat liggur aftan fyri hetta, er ikki gott
at vita, men helst er hetta bara barnaspæl.