mánadagur 5. mai 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nógvir bátar og nógv fólk
vóru
komin
saman
til
bátafestivalin
á
Toftum
leygardagin,
sum
varð
hildin í sera góðum veðri.
Hetta var tíggjundu ferð, at
Bátafelagið á Toftum skipaði
fyri bátafestivalinum.
- Við bátafestivalinum á
Toftum, sum altíð er fyrsta
vikuskifti í mai, er Nes
kommuna komin upp í liðið
av býum og bygdum, sum við
stevnum og festivalum gera
burturúr, at vit enn eina ferð
eru signað við ljósu árstíðini,
og enn einaferð vóna vit, at
hiti fer at koma í luftina.
Tað sigur Nes kommuna,
nú bátafestivalurin er lagdur
aftur um.
Lagt verður aftrat, at
bátafestivalinum er stórur
og alsamt vaksandi.
- Tað er stóra fylgi av
bátum,
sum
leygardagin
sigldu út eftir Skálafjørðinum
og løgdu at landi í bátahavnini
eitt gott prógv um.
Betraðar umstøður
Umstøðurnar
eru
eisini
betraðar,
sum
árini
eru
gingin.
- Seinastu vikurnar hevur
Nes kommuna lagt stóra
orku í at gera umstøðurnar
í
bátahavnni
munandi
betri, bæði fyri fólk, bátar
og akfør. Starvsfólkið hjá
Nes kommunu hevur lagt
stóra
arbeiðsorku
í,
at
arbeiðið kundi vera liðugt,
áðrenn bátafestivalin, og tað
eydnaðist.
Seksti bátar
Tað vóru umleið 60 bátar í
bátafylginum, og nógv fólk
tóku ímóti.
- Tá bátarnir høvdu lagt til
bryggju, bjóðaði Jóhannus
Danielsen, borgarstjóri í Nes
kommunu,
vælkomin
og
segði nøkur orð. Síðani vóru
bátsmanningarnar bodnar
til suppu, og um somu tíð læt
festivaløkið upp.
Allan dagin vóru nógv fólk
á útiøkinum og í tjaldinum.
har nógv ymisk tiltøk vóru
á skránni.
Dansur við Halli
Sum vanligt var møguleiki
at
keypa
væl
umtókta
festivalbúffin, og kafeteria
var
opið
allan
dagin
umframt, at pylsuvognur var
á festvaløkinum.
Kvøldið
endaði
sum
vanligt við dansi í tjaldinum,
har tað aftur í ár var Hallur
Joensen band, sum spældi
til dans.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at nógv fólk var í
dansi, sum sunnunáttin leið.
Seksti bátar luttóku í
sigling á bátafestivali
Allan dagin vóru nógv fólk á útiøkinum
og í tjaldinum á festivaløkinum á Toftum.
har nógv ymisk tiltøk vóru á skránni.
Vilmund Jacobsen
Fýra ísfiskalínuskip eru
undir Íslandi. Tey fiska
mest longu, tosk og hýsu.
Skipini fáa eisini nakað
av kongafiski.
Sambært Fiskamarknaði
Føroya landa øll hesi fýra
skipini í dag.
Sosialurin skilir, at øll
hesi skip neyvan landa
í dag, men tey koma
væntandi inn at landa,
sum vikan gongur.
Trý línuskip eru eisini
undir Íslandi sum frysta
umborð,
og
møguliga
landar okkurt teirra eisini
hesa vikuna.
Tað eru fleiri línuskip,
sum
hava
fiskað
í
íslendskum sjógvi yvir
eina longri tíð og skipini,
sum eru á ísfiski, hava
eisini landað har yviri
nakrar ferðir.
Hetta man vera fyrstu
ferð í nýggjari tíð, at
føroysk línuskip hava
verið so trúgv og drúgv
í íslendskum sjógvi yvir
eina so langa tíð sum í
hesum umfari.
F i s k a m a r k n a ð u r
Føroya veit at siga, at eitt
línuskip fiskar á djúpum
vatni
eystan
fyri
og
fær svartkalva - og eitt
línuskip er vestan fyri og
fiskar tosk og hýsu.
- Hesi bæði skipini
landa
í
dag,
sigur
marknaðurin.
Um útlitini til útróður,
sigur
Fiskamarknaður
Føroya, at streymurin
verður
góður
hesa
vikuna, og útlit eru til, at
veðrið eisini fer at halda
sær í skinninum.
- So, vónandi verður
nakað
av
útróðri
hesa
vikuna,
leggur
marknaðurin aftrat.
Línuskipini
heim aftur
úr Íslandi
Vilmund Jacobsen
- Partrolararnir, sum fiska
upsa, royna á ymiskum
leiðum
kring
Føroyar,
men skipini hava sum
heild smáligan fiskiskap.
Ísfiskatrolararnir koma inn
at landa, sum henda vikan
gongur.
Tað veit Fiskamarknaður
Føroya at siga.
Á gulllaksaveiði
Trý pør hava nú í eina
tíð verið á gulllaksaveiði.
Skipini
eru
Polarhav,
Stjørnan,
Eysturbúgvin,
Vesturbúgvin, Vestmenn
ingur og Fram.
Tríggir djúpvatnstrolar
ar fiska svartkalva, og teir
fáa eisini nakað av konga
fiski og blálongu. Møguliga
landar onkur síðst í hesi
vikuni.
Ein
djúpvatnstrolari
fiskar svartkalva og frystur
veiðina umborð.
Trolbátar norðanfyri
Fiskamarknaður
Føroya
sigur, at fýra trolbátar eru
til fiskiskap, og teir eru allir
norðanfyri.
Møguliga landar ein trol
bátur í dag, og hinir landa
síðst í vikuni.
- Trolbátarnir fáa mest
av toski, hýsu, reyðsprøku,
upsa og ymiskum øðrum
fiskasløgum, sigur mark
naðurin.
Ísfiskatrolarar
royna víða um
- Fiskiskapurin hjá ísfiskatrolarum
er misjavnur, men sum
heild er ov lítið at fáa
Seks ísfiskatrolarar eru á gulllaksaveiði,
nú gulllaksavertíð er
Trúboðanarskipið
Juvel hevur ferðast
kring oyggjarnar -
og henda myndin
er tikin í Nólsoy, tá
skipið vitjaði har úti
um dagarnar
Fyrilestur um kynsligan
ágang verður í LÍF-
húsinum í Leirvík 13.
mai, og tað er KRIS
sum skipar fyri.