mánadagur 5. mai 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. mai 2014 · Nr. 50
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugleiðing í eini umhvørvisviku nøkur ár herfyri
Oddvør Johansen
Øll hoyra hann. Sangin. Vár
sins sang. Villgæsnar, sum
syngja høgt har uppi, meðan
tær rúsaðar av várinum láta
so eymliga.
Tjøldrini hava fult reiður
og eru árvakin fyri møgu
ligum fíggindum, men eisini
tey láta sorgleys og syngja
sín gleðissang. Og nú er hon
komin. Mín mýrisnípa. Tað
tølandi ljóðið frá velinum,
sum hon spílar út sum eina
viftu, í tí hon stoytir seg í
luftini, minnir meg um ung
dómsárini her á sjálvum
Hálsinum í Havn.
Hvat er ein hálsur? spurdi
ein útlendingur. Í “Føroysk
orðabók” stendur: lægd mill
um tveir fjallaryggir, vítt
skarð.
Tá dámar mær betur for
kláringina hjá faðir mínum,
sum segði: ein hálsur er
háslættin millum tveir dalar.
Og henda frágreiðingin pass
ar sera væl til Hálsin í Havn.
Hetta vindbarda staðið er júst
háslættin millum teir báðar
vinmenninar Gundadal og
Hoydal.
Og her – í teimum friðar
ligu men ramponeraðu 50-
unum - settu foreldur míni
seg niður við verkstaði og
sethúsum.
Her á sjálvari “traktini”,
sum Sakaris hjá Bøkjaranum
tók til, eiga fólk ikki at byggja
sær hús. So raggaði hann
víðari niðan á Ternurygg við
posanum á bakinum, veður
bardur og bláoygdur.
Her á Hálsi dundu storm
arnir við ótálmaðari styrki.
Tey myrku vetrarkvøldini
stóð regnið sum ein vatn
rættur sprænur inn á teir
boygnandi
rútarnar.
Her
var myrkrið myrkt og nátt
in kvirr. Hetta var uttan
fyri lands lóg og rætt. Eing
in gøtulykt omanfyri hjá
Kollfirðinginum, sum búði
í teimum gomlu bóndahús
unum eystan fyri fótbólts–
vøllin
Ongar kloakkir vóru her.
Í staðin vóru rennur við
mystiskum innihaldi, og í
nógv ár høvdu vit sum tús
und onnur nátthús og kol
komfýr. Vit børn vistu, at
ein sjálvur mátti taka sær
av egnum skarni, sum bleiv
grivið niður norðan fyri
húsini, og skuldi tú kyka í
komfýrinum, var neyðugt
at høgga pinnabrenni - lær
dómur, sum fólk í dag læra
á skótalegum og á yvir
livilsisskeiðum – og hetta er
søga, 50 ára gomul søga.
Men øll ljóðini eru her
enn, nú vársins sangur er
vaknaður. Tú hoyrir tey bara
um morgunin, tí seinri um
dagin verða tey køvd av teim
um nýggju ljóðunum, sum
koma frá teimum nýggju tól
unum.
Hálsurin hevur í dag
mist sína óskyldigheit, hann
hevur fingið ein annan lukt
og er ikki longur uttan fyri
lands lóg og rætt. Tað lívir
betri, tí rundan um hann
reisast nýggj fjallalond, har
nýggir býir verða føddir
við nýggjum ættarliðum og
nýggjum hentleikum. Í dag
koyra bussar eftir nýggjum
brekkum við talmerktum
húsum, sum hava fjarhita og
felags kloakk..
Eg og mínir javnaldrar
standa so undarliga gamal
dags við øðrum beininum í tí
gomlu ramponeraðu Havn
ini og í hesari nýggju, har
ung sólbrend hjún við ipod
í bringulummanum jogga
heim til brúsubaðið og sam
talukøkin.
Í fleiri ár hava maskin
urnar umgirt okkara smáu
hús, og eina tíð stúrdi eg fyri,
at tær fóru at ota seg heilt
inn í krúpikjallaran.
Tær hava javnað eitt fitt
liga høgt reyn við jørðina,
tær hava sett hol á “vík
ingaheyggin” og grivið hann
burtur, og tær hava við
stríð og strev fingið steðgað
springkelduni, sum rann úr
Sortanum, og tað var ikki
bara sum at siga tað.
Og nú leggja tey gott
danskt flag á atletikkvøllin.
Vakurt er tað. Gott er tað og
til gagns fyri mong.
Vit gloyma allan larmin. Vit
gloyma knúsimaskinurnar,
boringarnar, spreingingarnar,
hvinini og grevsturin, vit
gloyma teir djúpu bass-tón
arnar frá trumluni og grenji
fra skervsáldaranum. Vit
kenna øll ljóðini og kunnu
við bindi fyri eyguni siga,
hvør ið arbeiðir beint nú og
hvar.
Og nú eru umhvørvisdagar,
og langir gulir vimplar prýða
høvuðsgøturnar í býnum,
áhugaverdir fyrilestrar verða
hildnir,
og
framsýningar,
gongutúrar og mótasýningar
eru.
Einar fjøruti metrar frá
song míni stendur heimsins
besta vaskimaskina. Tað er
ein vaskimaskina til bilar.
Ein litrík vøkur dama, sum
nú í góðveðrinum áhaldandi
spennir seg út og vaskar.
Hon reinsar asfalt við upp
loysingarevnum, hon skolar
og spular, turkar og koyrir
smyrsl á, og snipp og snapp
og snúti, so er bilurin úti.
Tann gamla maskinan var
útslitin og hevði eitt veikari
ljóð, ein mildari tóna. Hendan
nýggja er snjallari, og ljóðið
er hækkað upp í Ess-dur.
Júmen kona! Í hesum
tíðum, tá ið høvuðstrupul
leikarnir í landinum snúgva
seg um, antin vit skulu
hava ein ella tveir myrkar
og óunniligar undirsjóvar
tunnlar aftrat, hol, sum eftir
øllum at døma hava tann
yvirnatúrliga mátt at kunna
bjarga heilum oyggjabúgvum
frá apati og framtaksloysi.
. . Í hesum tíðum, tá stórur
partur av okkara fagra flota
liggur og við kai og leingist
eftir toski, hvat hevur tá
ein lúsa bilvaskimaskina at
týða?
Rætt er! Hon er ein baga
tell! Hon er heilt einfalt ein
lekkur lítil gáva til allar brúk
ararnar, ein nosslig penga
maskina, sum er við til at
stuðla tí illa á holdum komnu
oljufyritøkuni, so hon fær
svarað hvørjum sítt.
Hygg – øll barnagarðsbørn
ini í Kurl@, sum standa í tí
nýggja garðinum og anda tey
angandi upploysingarevnini
niður í seg. . .
Ímeðan fylla vit brenni
evni á tangarnar. Vit eru
lukkulig í sólskininum, slikka
bleytan ís og gjalda tað sama
fyri ein litur av bensini sum
fyri ein litur av mjólk. . . . So
drøna vit avstað gjøgnum
hol og blánandi berg – út, út,
í luftina og várið.
Í fjør skelkaði amerikanski
granskarin í globalari og
burðardyggari orku, Lester
Brown, alt U.S.A., tá ið hann
avdúkaði,
at
nøgdin
av
korni, sum skal til fyri at
gera 100 litrar av ethanol til
ein fýrahjólstrekkjara, kann
breyðføða eitt menniskja í
eitt ár.
Ei undur í, at kornið er
farið at tróta á jørðini og tað
dagliga breyðið at minka.
Tey fátæku merkja tað fyrst.
Í mínari verð er tað eitt
brotsverk móti mannaættini
at gera brennievni burtur úr
mati.
Hvør er sannleikin um
oljuna? Ella lygnin? Tað er
við oljuni sum við eldinum:
hon er góður tænari men
ringur harri..
Nógv er broytt. Og nú –
endiliga – hevur føroyski
skipaflotin lært føroyingar,
at oljan er ein ringur harri.
Sólsellur,
varmapumpur,
vindmyllur, streymasjógvur
og vetni eru orð, sum fólk
dagliga hava á munni.
Tað verður sagt, at ein
vindmylla larmar. Lat okkum
sleppa at hoyra hendan
larmin og samanbera hann
við tann larm, vit dagliga eru
undirdíkt av.
Tað besta er sjálvandi at
gera okkum so mikið leys av
oljuni, eisini av eini møgu
ligari føroyskari, at hon
missir sína makt. So kunnu
fólk um allan heim velta korn
til matna, og okkara plágaða
jarðarkúla kann sleppa at
sleikja síni sár.
Ì kvøld eru allar maskinur
á Hálsi sløktar. Eitt tjaldur
haltar avstað við lesull um
annað beinið. Hvør tekur
forrestin lesull upp? Tjaldrið
er deyðsdømt. Makin stríðist
einsamallur við at finna føði
til ungarnar. Er matur ikki
tað, sum alt í veruleikanum
snýr seg um bæði hjá dýrum
og menniskjum um allan
heim? Nú er kvirt, og eg
hoyri
aftur
mýrisnípuna
spæla tað gamla lagið á síni
lítlu velaharpu.
Sjálvseyðmýking løgmans fullkomin
Frank Davidsen
Og tað við lít. lat meg fyrst
lýsa støðu løgmanns í sam
bandi við veljarakanning
ina. Í staðin fyri at taka
í egnan barm í samband
við tí søguliga vánaligu
veljarakanning fyri Sam
bandsflokkin, so vísa við
merkingar hansara, hvussu
hann
undirmetir
sínar
egnu veljarar. Hann hev
ur enn ikki funnið út av, at
sambandsveljarar eins og
aðrir veljarar eru sjálvstøð
ug individ ið duga at síggja,
eins og gera sær sínar per
sónligar metingar, tá for
maður teirra rópar bøh,
bøh, "úlvurin kemur" ístað
in fyri at viðurkenna, at
sambandprofilurin eins og
politikkur Sambandsfloks
ins í sitandi samgongu er
fullkomuliga miseydnaður.
So í sínum politiska makt
arloysi rópar løgmaður, at
"úlvurin kemur ". Úr leysum
lofti við eini veljarakanning
sum jarnbrot, greiður hann
veljaranum frá, at Aksel V.
Johannesen formaður Javn
aðarflokksin, stóri vinnarin
í veljarakanningin er alt ov
veikur, og at hann kemur at
hoykna undir politiskum
trýsti í eini komandi fullveld
issamgongu. Maka til einki
sigandi
møsn
av
einum
stjórnarleiðara man valla
finnast. Men hetta hevur
verið hansara retorikkur,
at koma við hypotetiskum
møsni, istaðin fyri tikið til
eftirtektar ,at veljarin eftir
hondini er hjartans troyttur
av løgmannsins innantóma
retorikki
Í staðin fyri líkjist henda
profeti Løgmanns hansara
egnu politisku støðu í hesi
samgongu.
Hann og hansara parta
menn
hava
sitið
sum
nikkudukkir, meðan Fólka
flokkurin
hevur
drigið
Sambandsflokkin út á utt
astu høgrarók, í einum neo
konservativum politikki ið
ikki stendur nakað aftan
fyri The Party rørðsluna í
USA. Tað kemur honum als
ikki til hugs, at vísa á Javn
aðarflokkin sum eitt even
tuelt politiskt alternativ til
komandi løgtingsval. Nei,
betur og tryggari kennir sit
andi Løgmaður seg saman
við sínum mentor Fíggjar
málaráðharranum.
Eitt er at Løgmaður tykist
at hava liva sítt politiska lív í
eini boblu, styrdur av Fólka
flokkinum. Ei heldu hann
sær hvat í rørur seg uttan
fyri politisku bøgarðarnar.
At
hansara
flokksfelagar
tigandi og í tøgn hava góð
tikið tað ógvusligu politisku
høgrasnaring,
sum
sam
gongan hevur ført, tað man
fyri
sambandsveljarnum
verða ein uppaftur størri
gáta.
Hvussu ofta hava velj
arnir ikki hoyrt sitandi Løg
mann siga eitt, men aftaná
at hava drigið í land í týdn
ingarmiklum málum, uttan
at taka avleiðingarnar av
hesum.
Mest skelkandi er málið
um EIK Grunnin. Av løg
tingsins røðarapalli eins og í
øllum fjølmiðlum nærum ýldi
Løgmaður, at her skuldi "hvør
steinur vendast". Eftirtíðin
hevur tó víst okkum, at sum
ikki einaferð
fyri ikki at siga117andu ferð,
so sendur hann løgtinginum
eins og veljarnum "Apríl".
Størsta fíggjarliga gølan
nakrantíð í Føroya søgu, har
túsundtals
skattaborgarar
vóru drignir upp á trá av
karráðum spekulantum, tað
hevur í dag als ongan áhuga
hjá tí Løgmanni sum her
fyri høgt og heilagt lovaði
Løgtingi og føroya fólki, at "
hvør steinur skuldi vendast í
hesum málið". Nei, nú yppur
hann øksl, eins og hann
sum ein annar smádrongur
gevur
samgonguni
sum
hann sjálvur er leiðari av
ábyrgdina av, at eingin játtan
var til at kanna Eik Málið út
í æsir.
So kann ein spyrja seg
sjálvan, hvør er orsøkin til at
Løgmaður knappliga hevur
skift hest í hesum málið.
Hann hevur jú fleiri ferðir
í týdningarleysum málum
banka alla samgonguna uppá
pláss, eins hann hevur hótt við
nývali um samgongulimir ikki
akta harraboð frá honum.
Ella kann tað vera so
galið, at kreftir í politiska
systeminum ella í umsitingini
hava ein áhuga í at Eik M.álið
ikki verður kanna út í æsir.
Kúvending Løgmanns kundi
gott givið eina ábending um,
at her er eitt ella annað sum
ikki ruggar rætt.
Eitt er heilt vist at slíka, eg
vil kalla tað sjálvseyðmyking
ið okkara stjórnarleiðari her
borðreiður fyri veljarnum í
málinum um Eik Grunnin og
húsagangin í Eik Banka, tað
hevði eingin annar stjórn
arleiðari
kunna
yvirliva
politiskt.
Hinvegin so hevur Løg
maður og samgonga sum
aðalmál, at óansæð hvussu
hvat so skal einki fáa polit
iskar avleiðingar. Tí er Løg
maður og hansara samgonga
politiskt ódeyðulig, til velj
arin kemur at seta krossin
á einum komandi løgtings
valið.