Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2014 · Nr. 51 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tá ið ein ungur maður legði á fýra fólk í Norðdepli við knívi, sunnumorgunin 14. juli fýra fólk við knívi, var tað ikki ein avleiðing av brádliga íkom­num ørskapi. Tað er niðurstøðan hjá ákæra­num, nú øll vitni eru av­hoyrd, og øll teknisk prógv eru løgd fram í málinum, har ein ungur maður er ákærdur fyri drápsroynd í Norðdepli. Ákærin, Linda Hessel­berg, sigur, at hetta er í mang­ar mátar eitt sermerkt rættar­ mál, tí talan er um tvey gern­ ings­støð og fýra offur. Verður rokkarakríggið í Dan­mark ikki talt uppí, er hetta næstan eindømi í før­ oyskari og danskari rætt­ar­ søgu, sigur hon. Eingin ivi Ákærin brúkti allan mána­ dag­in at taka samanum alt tað, sum er ført fram av tekn­ isk­um prógvum. Hon gjørdi nógv burtur úr at fáa samanhang ímillum tey teknisku prógvini, sum vórðu løgd fram í málinum, og frágreiðingarnar hjá vitn­ unum. Og eftir hennara tykki er serstakliga gott samsvar ímill­um tað, vitnini greiddu frá og tey teknisku prógvini í málinum. Ákærin ivast heldur ikki í, at handtikni maðurin er tann seki. Offrini hava eyðmerkt hann, sum mannin, ið leyp á tey og tá ið hann varð hand­tikin, hevði hann blóð av summum av offrunum á jakkanum, á buksunum og á skónum, og á øðrum oyra­ num varð ein blóðdropi frá ein­um av offrunum. Nógv hava óivað leitað eftir eini orsøk til, hví ill­ gerðin var framd, men tað brúk­ti ákærin ikki nógva tíð upp á. Ákærin segði, at orsøkin er púra ógreið. Men hon er eisi­ni púra óviðkomandi, tí tað er illgerðin, sum telur og ikki orsøkin. Hinvegin ivast ákærin ikki í, at tað var tann unga kvinn­an, sum var høvuðs­ mál­ið hjá tí ákærda, men at hini trý fólkini vórðu særd, tí at tey løgdu seg ímillum og royndu at koma tí ungu kvinnu­ni til hjálpar. Tilætlað og fyrireikað Og niðurstøðan hjá ákæra­ num er somuleiðis eisini, at talan er um eina illgerð, sum bæði var tilætlað og fyri­reik­ að. Ákærin segði, at tann ákærdi legði so nógv fyri í royndunum at fáa lívið av teirri ungu kvinnuni, at hann var eisini til reiðar at beina fyri øllum, sum løgdu seg ímillum. Hann var sum fangaður í ein­um blóðrúsi, førdi ákærin fram. Hon vísti á, at fyrst hevði ákærdi einaferð verið á veg úr Norðdepli yvir til Hvanna­ sund. Ástøðið hjá ákæranum er, at har hevur tann ungi maðurin fingið sær knív og handskar fyri síðani at fara aftur til Norðdepils á eini stolnari súkklu, við tí í hygg­ ju at beina fyri ungu kvinnu­ ni. Vitni hava sæð tann ákærda í handskum og løg­ reglan hevur eisini funn­ið einar handskar á rým­ing­ ar­leiðini hjá tí ákær­da. Og á handskunum varð blóð funnið av onkrum av offru­ num. Orsøkin til at ákærdi var í handskum, kann bara vera fyri ikki at seta spor eftir seg, er áskoðanin hjá ákæra­n­um. Hinvegin vóru hendurnar á manninum gullreinar, tá ið hann var handtikin og tað tekur ákærin eisini sum prógv fyri, at hann var í handskum fyri at sleppa undan at seta spor. Hevði hann ikki verið í handsk­um, hevði hann havt blóð á hondu­num, akkurát sum hann hevði blóð á klæð­ un­um. Ongin knívur er funnin, men okkurt av offrunum høv­du sæð hann við knívi í hond. Tá ið maðurin var komin aftur til Norðdepil, eftir at hava verið í Hvannasundi eftir handskum og knívi, fór hann seg inn í húsini, har unga kvinnan lá og svav. Hann sníkti seg inn í kamar­ið hjá ungu kvinnuni, men læt kamarshurðina aft­ ur eftir sær, fyri ikki at verða órógvaður. Tað er enn eitt prógv um, at hann hugsaði um, hvat hann gjørdi, heldur ákærin. Læt sær at svíma Inni í kamarinum leyp hann á kvinnuna, har hon lá í svav, og tók kvørkratak á kvinnu­ na. Kvinnan bardust ímóti, men ásannaði, at álops­mað­ urin var henni og sterkur og tískil royndi hon at spæla svím­að fyri at fáa hann at gevast. Men tað gjørdi hann ikki og tá eydnaðist henni at seta fótin á hann og skúgva hann til viks og rópt eftir hjálp. Ákærin sigur, at tá ið ein ung­ur maður, sum eisini lá og svar í einum øðrum kamari, kom gentuni til hjálpar, legði ákær­di fyrilitarleyst á hann og gav honum 22 sár við knívi­num. Unga kvinnan varð eisini særd, áðrenn hon slapp til rým­ingar út ígjøgnum eitt kjallara­vindeyga. Men heldur ikki tað fekk ikki álopsmannin at gev­ ast. Tvørtur ímóti helt hann aftan á hana –ikki út ígjøg­ num úthurðina, men út ígjøg­num sama kjallara­vind­ eyga- og jagstraði hana fleiri hundr­að metrar ígjøgnum Norð­depil til húsini hjá ommu og abba unnustuna, sum annars ikki var heima. Í myndatalu helt ákærin fyri, at hann var sum eitt rov­ dýr, ið hevði tevjað fong. Og tá ið omman og abbin royndu at verja gentuna, legði ákærdi eisini á tey við knívi og gav teimum fleiri sár ymsa­staðni á kroppinum. Ákærin legði dent á, hvus­ su álvarslig sárini vóru, og at sum­mi av offrunum høvdu av álvara verið í lívsvanda. Ákærin legði eisini dent á, at tað slepst ikki undan, at ákærdi visti, at tá ið hann stakk fólkini so illa, stendst lívs­vandi av. Dentur er eisini lagdur á, at vitni hava greitt frá, at tá ið maðu­r­in fór um byrgingina aftur, eftir illgerðina, hugdi hann fleiri aftur um seg. Hetta eru alt samalt skyns­amur atburður hjá fólki, ið eru tilvitað um, at ein ill­gerð skal fremjast, og sum vita, at tey hava framt eina ill­gerð, heldur ákærin. Hetta er ikki atburður, sum eyðkennir ein mann, sum er í ørviti, ella ikki veit, hvat hann ger, legði ákærin aftur­at. Tað er ikki ákærda fyri at takka, at eingin lá eftir á. Tað er bara av tilvild og tí at offrini vardu seg, heldur ákær­in. Ákærin vil tískil hava tann ákærda dømdan fyri dráps­roynd. Men eru nevningarnir ikki samdir í tí, vil ákærin í minsta lagi hava mannin dømd­an fyri serliga ráan og grovan harðskap ímóti hes­ um fýra fólkunum. 10 ákærur Talan er um 10 ákærupunkt og teir fyrstu tveir tímarnir vórðu brúktir upp á at gjøgnumganga tær ákær­ur­ nar, sum hava minni týdning í hesum máli. Talan er um eina ákæru um at ákærdi hevði høglbyrsu, hóast hann ikki var myndugur. Talan er eisini um ákæru­ na um, at hann hevur keypt ein knippul úr USA. Ákærin vísri á, at talan var um ein knipp­ul, sum var gjørdur til at gera av við mótstøðufólk, ella ”knock him out cold”, sum ákærin segði, stendur amerikansku lýsingini fyri knippul­in. Talan er eisini um eina ákæru um at hava barna­ porno á telduni, men tað sig­ ur tann ákærdi, at hann einki veit um. Men ákærin hevur av­ hoyrt ein teldumann hjá løg­ regluni sum vitni í málinum og hann førdi fram, at tað var rætt og slætt ómøguligt, at filmurin var endaður so­leið­ is á telduni uttan at onkur bein­leiðis hevði lagt hann har. Meira á síðu 10 Fangaður í einum blóðrúsi ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND Tað var ikki brádliga íkomin ørskapur, sum fekk ein ungan mann at gera um seg í Norðdepli sunnudagin 14. juli í fjør. Tvørtur­ ímóti var illgerðin bæði tilætlað og fyrireikað, sigur ákærin Tað er eingin ivi um, at illgerðin í Norðdepli tann 14, juli í fjør, har fýra fólk vórðu illa særd við knívi, var bæði tilætlað og fyrireikað, sigur ákærin. Tað var í hesum húsunum, at fyrsta illgerðin fór frma. Vindeygað, unga kvinnan flýggjaði út ígjøgnum, við illgerðarmanninum í hølunum, er vindeygað niðast vinstrumegin