Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 At verja ein brotsmann – Veruleikan kunnu vit ikki broyta. Hetta er gerningsmaðurin, ið nú situr á ákærubonkinum, framman fyri einum nevningatingi. Men tað er júst í málum av hesum slag, at rættartrygdin skal prógva sítt virði, sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá 18 ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri drápsroynd móti fýra fólkum í Norðdepli meldurin Jón Brian Hvidtfelddt Sunnumorgunin 14. juli í fjør vaknaði føroyska sam­ fel­agið upp til tíðindi um ræðu­leikar í Norðdepli. Henda morgunin vórðu fýra fólk álopin av einum ungum manni, ið breyt seg inn á tey og ógvusliga gjørdi seg inn á tey við knívi. Somikið ógvu­sliga, at rættarlæknanir seinni hava staðfest, at fleiri av offrunum vóru í reellum lívs­vanda. Gerningsmaðurin varð hand­tikin, stutt fyri klokkan 10 sama fyrrapart, og hann hev­ur sitið í varðhaldi síðani. – Hann er avkláraður við ta sannroynd, at hann skal inn at sita í eina tíð, stað­ festir Jógvan Páll Lassen, sum síðani tíðliga í heyst hevur verið verji hjá 18 ára gamla manninum. Tá hann fekk uppgávuna, varð eingin ákæra reist. Ákæran um drápsroynd kom ikki fyrr enn nógv seinni, og hon er at fara ov vítt, sam­ bært Jógvani Páll Lassen. – Drongurin hevur framt hesar gerðir, og hann fær ein dóm. Tað er ikki eitt tema til disku­sjón. Men ákæruvaldið vil vera við, at hann ætlaði at drepa, og har eri eg sum verji ósamdur. Hetta er eftir mínum tykki at rokna sum harð­skapur av serliga grovum slagi, sigur Jógvan Páll Lassen. Hóast tað eftirhondini eru 35 ár síðani at Jógvan Páll Lassen fór at virka sum advo­katur, so hevur hann sera trupult við at vísa á nakað annað mál, ið kann saman­berast við Norðdepil- málið. – Hetta málið er heilt ser­ligt, og kann ikki saman­ berast við nakað, ið eg áður havi verið við til. Tað er ógvu­sligt og involverar fýra offur. Hartil er talan um eitt óskiljandi mál, tí her er einki motiv av nøkrum slag, sigur Jógvan Páll Lassen, sum skírir málið at vera eina »ørvitis­handling.« Rættartrygdin Tilburðurin í Norðdepli hevur fylt nógv, bæði í lokal­sam­felag­num í Norð­oyggjum, í fjøl­miðl­ unum og al­menna rúm­ inum annars. 18 ára gamli maðurin varð hand­tikin beinanvegin, offrini kundu greiða rímuliga neyvt frá til­ burðinum, sárini eru sjónlig og fleiri av offrunum vóru sum longu nevnt í lívs­ vanda. Seinni hava rættar­ læknar­nir mett, at maðurin hevði eina promillu á 1,28 í gerningsløtuni. Somu læknar meta ikki, at mað­urin er sinnissjúkur, heldur ikki í gerningsløtuni. Og lækn­ ar­nir halda tað heldur ikki vera sannlíkt, at mað­urin einki minnist frá hending­ ini. Flestu odds tala tí ímóti unga manninum á ákæru­ bonk­inum. – Veruleikan kunnu vit ikki broyta. Hetta er ger­ nings­maðurin, ið nú situr á ákærubonkinum. Men tað er júst í málum av hes­um slag, at rættartrygdin skal prógva sítt virði, sigur Jógvan Páll Lassen. Sambært verju­advokat­ inum má fult fokus vera á rættartrygdina hjá ákærda manninum. – Tey, sum hava gjørt nakað skeivt, skulu hava eina viðferð, ið eitt rættar­sam­ felag tryggjar sínum borgar­ um. Tí er tað mín uppgáva at verja mannin, so langt og væl sum yvirhøvur tilber, sigur Jógvan Páll Lassen. Verjan hevur tó sína av­ marking. Verju­advok­at­urin kann ikki ráðgeva sínum klienti at siga ósannindi ella á annan hátt fremja snildir, ið kunnu lumpa rættin. – Men tá maðurin sigur við meg, at hann minnist einki frá hendingini, so fyri­ haldi eg meg til tað. Og tað er ikki mín uppgáva at spyrja klientin, um hann nú eisini hevur gjørt tað, ið hann er ákærdur fyri, í hesum føri dráps­roynd. Próvbyrðan liggur hjá ákæruvaldinum, og mín upp­gáva er at syrgja fyri, at rættar­trygdin er í lagi, sigur Jógvan Páll Lassen. Í ítøkiliga málinum er tað ákæran um drápsroynd, ið fellir verjuadvokatinum fyri bróstið. – Tað er uppgávan hjá ákæru­valdinum at prógva, at maðurin ætlaði at drepa fólkini. Men her er einki fixpunkt, bara ein teoretisk diskusjón um hansara motiv. Men rættarlæknar stað­ festa, at fleiri av offrunum vóru í reellum lívsvanda? – Jú, men einhvør harð­ skapur kann í prinsippinum føra til, at fólk koma í lívs­ – Tað er júst í málum av hes­um slag, at rættartrygdin skal prógva sítt virði, sigur Jógvan Páll Lassen Myndir: Álvur Haraldsen