Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51 meldurin vanda. Ætlaði hann at drepa tey, hví gjørdi hann so ikki tað? Tað er uppgávan hjá ákær­anum at prógva, at hann ætlaði at drepa, men her eru eftir mínum tykki eingi prógv, argumenterar Jógvan Páll Lassen. Hóast eingin ivi tykist vera um, at maðurin hevur stungið síni offur við knívi, so er gerningsvápnið fram­ vegis ikki funnið. Tað nærm­ asta, ið nevningatingið er komið vápninum, er ein tekn­ing, ið eitt av offrunum gjørdi av knívinum, fáar dagar eftir tilburðin í Norð­ depli. Offrini Sambært verjuadvokatinum er høvuðsuppgávan at tryggja, at 18 ára gamli mað­ urin ikki verður dømdur fyri dráps­roynd, men sleppur við ein­um dómi um harðligan harð­skap. Hinumegin borðið sita offrini. – Jú, eg verði ávirkaður av offrunum. Eg havi virð­ing fyri teimum, og eg kann væl seta meg inn í teirra støðu. Men hinvegin kanst tú siga, at offrini eru tey ring­astu til at meta um, hvør er rætta revsingin fyri ein gernings­ mann. Í rættar­salinum eru offrini eitt slag av statistum, meðan uppgávan hjá rætt­ inum er at halda fult fokus á rættartrygdina, sigur Jógvan Páll Lassen. Verjin sigur seg ikki hava fingið nakra ákoyring ella merkt nakran illvilja móti sær, tí hann verjir ein brots­ mann. – Nei, absolutt einki. Eg haldi at fólk skilja rættin til verju, svarar Jógvan Páll Lassen. Undan rættarmálinum ligg­ur eitt stórt kanningar­ ar­beiði, ið løgreglan hev­ur staðið á odda fyri. – Løg­ reglan skal vera objektiv í sín­um kann­ingar­arbeiði. Og tað noyðist eg sum verji at hava álit á, sam­stundis sum eg sjálvandi havi rætt til at gera mínar egnu kanningar, inn­kalla míni egnu vitni og so fram­vegis, greiðir Jógvan Páll Lassen frá. Í ítøkiliga málinum hevur hann tó ikki valt at leggja vitni ella kanningar afturat rúgvusmikla tilfarinum hjá ákæruvaldinum, sum eisini umfatar eina rekonstruktión av tilburðinum. Afturat ákærunum í Norð­depil-málinum verða eis­ini onnur viðurskifti hjá ákærda tikin við í nevninga­ tingið. – Her eru viðurskifti, sum absolut einki hava við til­ burðin í Norðdepli at gera. Hetta er eftir mínum tykki ein taktikkur frá løgregluni fyri at útstilla mannin sum ein banditt, og tað er sera harmi­ligt, sigur Jógvan Páll Lassen. Ósvaraðir spurningar Sum verji hevur Jógvan Páll Lassen brúkt nógva tíð saman við ákærda mann­ inum, ið hevur sitið í varð­ haldi síðani 14. juli í fjør. – Hann virkar skilagóður, og hann er sera keddur um tað, ið er farið fram. Men hann hevur onga frágreiðing um, hví hann hevur handlað soleiðis. Har er einki motiv at hóma, eingin frágreiðing, sigur Jógvan Páll Lassen. Sambært verjanum hevur kanningararbeiðið og málið í síni heild tó gingið alt ov seint. Og tað hevur gingið út yvir ákærda. – Hann hevur bara sitið og bíðað og bíðað. Støðan merkir hann, og hann ynskir bara at fáa málið yvir­staðið, sigur Jógvan Páll Lassen, sum minnir á at mental­kann­ ingin varð liðug í heyst. Verður maðurin dømdur fyri drápsroynd, so er revs­ ingin vanliga umleið seks ár í fongsul. Sigur dómurin, at talan varð um grovan og vanda­miklan harðskap, so er revsi­ramman upp til seks ár, men rættar­praksis væl lægri. Í dag, mikudag, fara nevn­ ingarnir at taka støðu til, hvørja revsing maðurin skal hava. Avgerðin krevur, at átta av teimum 12 nevning­unum eru samd. Sjálv av­gerðin, dómurin, kann ikki kær­ast, men bara longdin á revsing­ ini. Tó kann dómarin velja at lata málið ganga umaftur, um hann er grundleggjandi ósamdur við nevningarnar. – Hetta er eitt keðiligt mál fyri unga mannin, fyri offrini og lítla lokalsamfelagið, har øll vita alt um hvønnannan. Men vit mugu halda fokus á rættar­trygdina, soleiðis at maðurin fær røttu revs­ ing­ina, minnir Jógvan Páll Lassen á, og leggur afturat, at mað­urin er avkláraður við ta sann­roynd, at hann skal inn at sita í eina tíð. jonbrian@sosialurin.fo Tey, sum hava gjørt nakað skeivt, skulu hava eina viðferð, ið eitt rættar­sam­felag tryggjar sínum borgar­um