Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eik-grunnurin Ósemja er framvegis um, um Eik Grunnurin skal kannast til fulnar, men breið semja er um, at føroyska grunnaeftirlitið, sum var hjá Skráseting Føroya, skal kannast. Er okkurt skeivt farið fram, skal tað hava avleiðingar, siga umboð fyri flokkarnar á tingi Grunna- eftirlitið skal kannast Marjun Dalsgaard Síðan kanningin av Eik Grunn­inum varð almanna­ kunn­gjørd, hevur verið greitt, at nógv óreglusemið fór fram í Eik Grunninum. Kanningarstjórin, Eyð­ finnur Jacobsen, hevur gjørt kanningina vegna Skrá­ seting Føroya, i hevði eftirlit við Eik Grunninum, og hann hevur staðiliga mælt til at kanna viðurskiftini nærri, tí tann kanningin, sum er gjørd, er ikki nóg um­fat­ andi. Hann manglanði pen­ ing til at kanna, um tap hevur verið í grunninum vegna hes­um óreglusemi, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Tað merkir millum annað, at einki endur­gjaldskrav kann gerast galdandi. Skrá­setingin hevur tískil biðið um eina eykajáttan á eina millión, sum hon ikki hevur fingið. Í apríl 2013 gjørdi fíggjar­ nevndin av, at kanningar­ stjórin ikki skuldi hava eina millión aftrat at gera kanningina lidna fyri. Stutt eftir fall eitt broytingar­ upp­skot frá andstøðuni somu­leiðis í løgtinginum, har nakrir tinglimir við Akseli Johannesen á odda, vildu hava løgtingið at játta kanningar­fólkinum eina millión at gera kanningina lidna fyri. Nú tykist tó verða størri áhugi fyri kanningini. Løgmaður sigur, at hann vil hava kann­ingina lidna, eins og fleiri politikarar hava mælt til hetta undir orða­skift­inum í tinginum týsdagin 6. mai. Einki eftirlit Spurningurin er, hvussu hetta óreglusemi kundi halda á, uttan at Skráseting Føroya varnaðist tað. Granskingin hjá Eyðfinni Jacobsen vísir millum annað, at roknskap­ urin hjá Eik Grunn­inum var skeivur og manglaði niður­ skrivingar fyri slakar tvær milliardir. Hetta vóru feilir, sum kundu verið fangaðir longu í 2009. Haraftrat hevur grunn­ ur­in ólógliga heimiðla sær loyvi at læna pengin út fyri slaka milliard. Hetta visti skrá­setingin – í øllum førum hevur nevndin í skrivi til Skrá­seting Føroya og Erhvervs­styrelsen biði um loyvi at broyta endamálsorð­ ingina fyri grunninin. Kort­ ini kannar Skráseting Føroya eftir øllum á døma ikki, hvat ætlanin er. Í Sosialinum mánadagin 5. mai finst Jørn Astrup Hansen at føroyska eftir­lit­ inum við grunninum. Hann sigur sostatt: – Tann fíggjarliga sera sterki sjálvsognarstovnurin, Føroya Sparikassi, varð gjørdur til eitt partafelag í 2002 og harfrá tók tað bara átta ár, til alt var burtur. Alt hetta fór fram, meðan før­ oyska samfelagið hevði eftir­ litið við grunninum. Í dag siga fleiri flokks­um­ boð á tingið við Sosialin, at leikluturin hjá skrásetingini eigur at verða kannaður. Ímóti kanning av grunninum – Tað er greitt, at eftirlitið hev­ur ikki verið nóg gott, og um nakað skal kann­ast, so er tað hetta, sigur Bill Justinussen frá Miðflokk­ inum. Hann heldur ikki, at fleiri pengar skulu brúkast uppá at kanna Eik Grunnin. – Eg havi alla tíðina verið ímóti, at brúka pengar uppá at kanna, hvat er farið fram í Eik Grunninum. Vit vita, at tað gekk galið, og vit vita, hvør hevði ábyrgdina – tað hevði nevndin í Eik Grunn­inum, sum var tann sama sum í Eik Bankanum. Granskingin av Eik Grunn­ inum hevur intil víðari bara víst á viðurskifti, sum vit vistu í forvegin, sigur Bill Justinussen. Hann heldur, at um løgtingið játtar eina millión afrat til at gera kann­ingina lidna fyri, er tað bara fyri at geva einum sakførara eina millión og tað er Palleba, sum skal gjalda. Bill Justinussen heldur ikki, at ein kanning av, hvat fór fram í Eik Grunninum kann forða fyri, at tað hendir aftur. – Vit seta fólk í fongsul alla tíðina – tað forðar ikki øðrum at gera brotsverk. Trupul­leikin er, at eftirlitið sveik. Tað var eftirlitið, sum skuldi forða fyri at nakað gekk galið, men tað gjørdi tað ikki, sigur hann. Um nakað skal kannast er tað tí eftir­litið og leikluturin hjá Skrá­seting Føroya. Um ein kann­ing av skrásetingini vísur, at hon ikki hevur livað upp til sína ábyrgd, eigur tað at fáa avleiðingar, heldur Bill Justinussen. Skal fáa avleiðingar fyri skrásetingina Hóast ósamdir um gransking­in av Eik Grunn­ inum skal halda fram eru tinglimirnir, sum Sosialurin hevur tosað við samdir um, at manglandi eftirlitið við Eik Grunninum skal kann­ast. Somuleiðis, at um kann­ingin vísur, at eftirlitið hevur svikið, skal tað hava av­leiðingar. Formaðurin í Javnaðar­ flokkinum Aksel V. Johanne­ sen hevur alla tíðina talað fyri eini eykajáttan til gransking­ina av Eik Grunn­ inum. Hann heldur somu­ leiðis, at tað er av stórum týdn­ingi, at eftirlitið verður kann­að, og at tað fær avleið­ ingar, um eftirlitið ikki hevur riggað. – Um vit ikki gera eina nøkt­andi kanning av, hvat er farið fram, so læra vit heldur ikki, av tí. Um einki fær avleiðingar, so fáa vit eitt sam­felag, har alt ber til, sigur Aksel V. Johannesen. Hann heldur somuleiðis, at tað eigur at verða staðfest um eftirlitið var, sum tað skuldi, og kemur ein granskari fram Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, heldur ikki, at nøkur orsøk er til at gera neyvari kanning av Eik Grunninum, men grunnaeftirlitið eigur at verða kannað Bill Justinussen, Miðflokkurin, hevur alla tíðina verið ímóti, at føroyski skattgjaldarin skuldi gjalda fyri at kanna, hvat er farið fram í Eik Grunninum. Tað var eftirlitið, sum sveik, og tað var tað, sum átti at verið kannað av fyrstani tíð, sigur hann