týsdagur 6. mai 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51
til, at tað var tað ikki, ja so
má tað fáa avleiðingar, sigur
hann.
Vit mugu taka ábyrgd
Tað er serliga týdningar
mikið, at vit sum tjóð eru før
fyri at taka ábyrgd, heldur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóveldið.
– Hetta er so ómetaliga
oyðileggjandi, og tað er al
neyðugt, at vit eru før fyri
at staðfesta eina ábyrgd hjá
grunnaeftirlitinum,
sigur
hann.
– Av øllum londum, áttu
vit við okkara søgu og banka
kreppum, at havt eitt neyvt
eftirlit við grunninum, tá
tað lág á okkara borði. Tað
er alneyðugt at hetta verður
kannað, so vit kunnu stað
festa hvat er fari fram, sigur
Høgni Hoydal.
Hann heldur, at gransk
ingin av Eik Grunnurin eig
ur at verða gjørd liðug, eins
og tað skal kannast til fulnar,
hvussu eftirlitið hevur rigg
að, so tað kann fáa avleiðing
ar um nakað skeivt er farið
fram.
Nokk við
bankakanningini
Formaðurin í tingbólkinum
hjá Fólkaflokkinum Jákup
Mikkelsen heldur ikki, at
nøkur orsøk er til at gera
neyvari
kanning
av
Eik
Grunninum.
– Kanningin av Eik Banka,
sum Fíggjarligt støðufestið
hevur sett í verk, fer at av
mynda, hvat fór fram í Eik
Grunninum. Vit skulu nokk
fáa staðfest eina ábyrgd. Tað
er eingin orsøk til at gjalda
eina millión fyri at kanna
Eik Grunnin, tá alt verður
endavent í kanningini av
Eik
Banka,
sigur
Jákup
Mikkelsen.
Sostatt heldur hann ikki,
at tað føroyska samfelagið
skal brúka pening upp á at
kanna Eik Grunnin.
Hinvegin eigur skráseting
Føroya at vera kanna, sigur
hann.
– Eg legði merki til tvey
ting, sum Jørn Astrup segði
við Sosialin í gjár. Tað var 1)
at eftirlitið ikki hevur verið
nóg gott og 2) at tað er løgi,
at tað skal kosta 1,5 millión
at gera kanningina, sigur
Jákup Mikkelsen. Sostatt
eigur manglandi eftirlitið at
verða kannað, men vit skulu
ikki brúka ,5 milliónir upp á
at kanna Eik Grunnin, heldur
hann.
Eisini Bárður á Steig
Nielsen, sum er formaður í
fíggjarnevndini, og som var
ímóti at lata eina millon til
víðari kanning av Eik, heldur,
at eftirlitið eigur at kannast.
Tað er sostatt semja um, at
tað føroyska eftirlitið við Eik
Grunninum eigur at kannast
og um tað ikki hevur livað
upp til sína ábyrgd, má tað
fáa avleiðingar, siga umboð
fyri flokkarnar sum ein.
marjun@sosialurin.fo
eik-grunnurin
Kanningarstjórin hevði
eingin úrslit at vísa á,
seinast Skráseting Føroya
bað um eykajáttan á eina
millión til kanningina av Eik
Grunninum, sigur formaðurin í
fíggjarnevndini, Bárður Nielsen
Marjun Dalsgaard
Tað er møguligt, at Bárður
Nielsen hevði havt eina
aðra meingin í dag. Men
tá kanningarstjórin, Eyð
finnur Jacobsen, var í
fíggjarnevndini fyri at
greiða frá kanningini av
Eik Grunninum, hevði
hann eingi úrslit at vísa
á, og fíggjarnevndin vildi
tí ikki játta eina millión at
arbeiða víðari fyri, sigur
Bárður Nielsen, sum er
formaður
fyri
fíggjar
nevndini, og eisini var tað
tá.
– Nógv er komið fram
nú, sum vit ikki vistu tá,
og tað er væl møguligt, at
eg hevði atkvøtt fyri upp
skotinum um eykajáttan í
dag, sigur Bárður Nielsen.
Eins og hinir ting
limirnir, sigur hann við
Sosialin í dag, at tað er
umráðandi at kanna, hví
eftirlitið við Eik Grunnin
sveik.
Meirlutin
í
fíggjar
nevndini umfataði sam
gongulimirnar:
Bárður
Nielsen, Jákup Mikkelsen,
Rodmundur Nielsen og
Bill Justinussen. Minni
lutin í fíggjarnevndini
vóru
Kristina
Háfoss,
Tjóðveldið,
Aksel
V.
Johannesen,
Javnaðar
flokkurin
og
Eyðgunn
Samuelsen,
Javnaðar
flokkurin.
Í
viðmerkingunum
frá meirlutanum stendur
soleiðis:
Í sambandi við eyka
játtanarløgtingslógina
september 2012, samtykti
Fíggjarnevndin at játta kr.
300 túsund við fylgjandi
viðmerking:
»Nevndin heldur, at
kanningin
skal
byrgja
upp fyri, at slíkt hendir
aftur. Nevndin heldur,
at ein gjøgnumgongd av
teimum frágreiðingum og
kanningum, ið longu eru
gjørdar, skal staðfesta,
um grundarlag er fyri, at
ein gransking verður sett
í verk, og eigur leikluturin
hjá føroyskum myndug
leikum at vera partur av
kannningini.«
Fíggjarnevndin hevur
nú fingið upplýst, at
áheitanin
hjá
Fíggjar
nevndini er ikki tikin til
eftirtektar.
Meirilutin
heldur tað tí ikki vera
rætt at játta fleiri pengar,
tá hendan kanning enn
ikki er gjørt«.
marjun@sosialurin.fo
Hevði eingin
úrslit at vísa á
Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, var formaður
í fíggjanevndini, tá umbønin um eykajáttan á
eina millión til gransking av Eik Grunninum
fall, Hann atkvøddið ímóti, men eftir alt, sum er
komið fram, hevur hann broytt meining og heldur,
at hann hevði atkvøtt fyri í dag. Haraftrat skal
grunnaeftirlitið kannast, sigur Bárður Nielsen
Aksel Johannesen, Javnaðarflokkurin, heldur, at tað
er týdningarmikið at staðfesta, hvat er farið fram,
so vit kunnu læra av tí. Somuleiðis má kannast,
hví eftirlitið ikki riggaði, og er nakað skeivt farið
fram, má tað fáa avleiðingar, sigur hann
Høngi Hoydal, formaður fyri Tjóðveldi, heldur at
tað er alneyðugt, at vit staðfesta eina føroyska
ábyrgd hjá grunnaeftirltinum. Sum tjóð kunnu vit
ikki liva við, at tað fer framvið, sigur hann