Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú er at fara í gongd Eivin Jacobsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Til 3. viðgerð sein­asta fríggjadag samtyktið Løg­ tingið endaliga studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini. Henda tilgongdin hevur ver­ið drúgv, men fyri knapt tveimum árum kom gongd á í sambandi við, at eldra­økið skuldi leggjast út til komm­ unurnar. Vit skulu aft­ur til 2008, tá landsverk gjørdi eina støðumeting av bygn­ ing­inum, sum ljóðaði upp á umleið 37 mió kr. Um ársskiftið vórðu komm­un­urnar í Vágum samd­ar um leistin, ið lands­ stýrið hevði sum loysn. Treyt­irnar fyri, at lánið kundi veitast var, at lán­tøk­ an er samtykt av komm­unu­ stýr­unum í Vágum, at sjálvs­ ognar­stovnurin fyri heimið á Sýnini verður av­tikin og at kommunurnar yvir­takað ognina. Tilsamans kann útgjaldast í mesta lagi 7 mió.kr. í 2014, í mesta lagi 12 mió.kr. í 2015, og síðan kann restin, upp til loftið á 31,5 mió. kr., gjaldast út í 2016. Orsøkin er, at tær 37 mió.kr. eru lækkaðar til 31,5 mió.kr., av tí, at nakað av umvæling er gjørt. At umvældir bygningar kunnu blíva sum nýggir, er skúlin í Sørvági eitt gott dømi um. Leygardagin fekk al­menningurin høvið at síggja umvælda skúlan og sig­ast má, at umvælingin er væleydnað, har gamalt og nýtt renna saman í eina eind. Vónandi verður komið líka væl frá umvælingini av Sýnini. Eftir at henda umvælingin stendur liðug í 2016 kann verða áhugavert at nevna, at seinastu 10-15 árini hava kommunurnar í Vágum gjørt íløgur fyri hundrað tals milliónir - 3 barnagarðar, fyrsti partur av nýggjum skúla á Giljanesi varð tikin í brúk fyrr í vár, nýumvældur skúli í Sørvági og nú um­væl­ ing av Sýnini. Út frá hesum skuldu Vágarnar veri væl út­ býgdar á almanna og sosiala økinum. Men vit hava eina stóra uppgávu eftir. Sum vit hava sæð við ellisheiminum gong­ ur long tí, frá tú byrjar at tosa, til tað er ein veruleiki. Í Vágum eru 10 brúkarar, sum hava brúk fyri hjálp á sálarliga økinum. Hesi hava bú­leikast í leigaðunum hús­ um í oynni í eini 10 ár undir skiftandi umstøðum. Er tað nakað hesi fólk ikki hava brúk fyri, so er tað skiftandi umstøður, og heldur ikki fyri starvsfólkini, er hetta nøktandi. Hesin málbólkur hev­ur eisini brúk fyri einum góð­ um og tryggum umhvørvi. Á sama hátt, sum eldri og óhjálpin saman við starvs­ fólki, skúla­næm­ingar saman við lærarum, barnagarðsbørn saman við námsfrøðingum, hava brúk fyri góðum og tryggum umhvørvi. Tí eiga betraðar umstøður til henda málbólk at standa næst á skrá. Sambandsflokkurin á aftur slóðina Bárður Nielsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Nýggjasta veljarakanningin er ein ómetaliga álvarslig ávaring til Sambandsflokkin um at rætta kós Fleiri gjørdust ikki sørt kløkk av Gallup-kanningini í farnu viku, sum vísir, at veljarar í hópatali venda Sam­bandsflokkinum bakið. Sjálvur taldist eg ikki millum tey, ið gjørdust kløkk, tí skriftin hevur staðið á vegg­inum leingi. Politikkur floksins er seinnu árini broyttur og bliv­ in kámari enn áður. Tað er eisini ein sannroynd, at tað er vorðið truplari at koma ásamt við veljarar um, at okk­ara politikkur tænir landi og fólki best. Á ríkisrættarliga økinum og í vælferðarpolitikkinum, har ið Sambandsflokkurin al­tíð hevur verið álitið í Før­oyum, er í dag trupult hjá fólki at síggja, um og hvussu Sambandsflokkurin vil nakað øðrvísi og betri enn aðrir flokkar. Hetta er ómetaliga álvarsamt. Í alt ov langa tíð hev­ur flokkurin verið alt ov semju­ søkjandi, og tí hev­ur hann hug at missa fóta­fest­ið. Slíkt síggja velj­arar beinanvegin, eisini trú­fastir sam­bands­ velj­arar. Veljarakanningin doku­men­terar, at sam­band­ ið við veljaran, ið er tilveru­ grundarlag hjá einum og hvørjum politiskum flokki, er alt annað enn gott. Tað er uppgávan hjá sam­ bandspolitikarum at fáa rætt­að innaftur. Kósin má og skal rættast. Eitt er vist. Tað verður framhaldandi Sambands­ flokk­urin, ið verður trygdin fyri ríkisfelagsskapinum, ið allir føroyingar njóta gott av hvønn dag. At Føroyar verða varð­ veittar sum eitt vælferðar­ samfelag, har ið veikastu bólkarnir ikki mugu detta niðurímillum, fer Sam­bands­ flokkurin framhald­andi eis­ ini at berjast fyri. Tá, ið aðrir flokkar skifta ham og vilja fylgja til­ vildar­ligum streymum ella rákum - tá er uppgáva Sam­ bandsfloksins at halda fast og vísa á røttu kósina. Júst so, sum flokkurin var vanur at gera. Við veljarakanningini hev­ur flokkurin fingið eina útpurring av teim­um heilt stóru og eina ómeta­ liga álvarsliga ávar­ing. Boð­ skapurin er fyrst og fremst, at Sam­bands­flokk­urin skal finna aftur til síni sosial- liberalu virðir og sannan sam­bandspolitikk við ríkis­ felagsskapinum sum hollari grundsúlu. Vit skulu reka sam­bands­ politikk, standa saman, og ikki bakka fyri semjunar skyld. Tá ið semjur kosta grund­virðir floksins, skal haldast rimmarfast. Mín áheitan á veljarar okkara er at standa saman um einasta sambandsflokk í Føroyum, ið má koma á aftur sosial-liberalu sam­bands­ slóðina, ið roynist okkara landi og fólki best. Tjóðveldisalfabet við sambandsløgmanni? Dan R. Petersen Eitt stórmál liggur í tinginum. Løgtingið skal avgera, um vit skulu fylgja Europa við tí latínska alfabetinum ella vit skulu fylgja meirlutanum í Málráðnum út í totala isola­ tión, har sjálvt Ísland ikki vil vera við longur. Skulu vit hava eitt funktionelt alfa­bet, sum kann brúkast í øllum lívsins viðurskiftum, ella eitt amputerað alfabet, sum bara kann hanga á vegg­inum sum nationalt pynt? Tað verður sanniliga lagnunar speisemi, um vit fáa eitt tjóðveldisalfabet við sambandsløgmanni og sam­ bands­kulturministara. Málsliga flyta vit okkum longur og longur út í isola­ tión­ina, tí vit vraka móður­ málið. Lærarar og pedo­ gog­ar taka móðurmálið frá børn­unum, so tey smáu sita og rætta foreldrini við døg­ urða­borðið: “Tað eitur ikki blomstur, men blóma. Tað eitur ikki summarfuglur, men firrvaldur. Tað eitur ikki dýr, men djór. Vit hava ikki fysikk, vit hava alisfrøði. Tað eitur ikki dekkari, men fulltikin skipsatstøðingur. Tað er ikki Lúsabankin, men Ytstibanki.” Men lærarar og pedagogar vita ikki betur. Teir eru pur­ ist­iskt sandblástir á lærara­ skúl­anum og hava tí ongan sjálv­støðugan tanka. Tað, sum øll áttu at verið trygg og for­trólig við, er okk­um fremmant. Sjálvt móður­ málið. Borgarin skilir ikki brøv frá tí almenna og frá pen­ingastovnum. Stór børn siga, at føroyskar bøkur stinka, og velja danskar og enskar bøkur í staðin. Ferð eftir ferð verða tey drigin gjøg­num eyðmýkingina við PISA, sum tey ikki duga at loysa, og NÁM og MMR geva óskiljandi tekstir út. Hvat sigur mentamálaráðharrin til, at Nám brýtur ST-kon­ ven­tiónir viðvíkjandi staða­ nøvnum? Hann sigur einki, tí hann hevur sjálvur verið til sandblásingará læraraskúl­ anum. Støðan kann ikki gerast verri. Nakrir fáir persónar uppføra seg sum máleigarar, men í veruleikanum eru teir máloyðarar. Fyrst lúkaðu teir alt, ið líktist donskum úr málinum. Sokallaðar danismur vóru mettar meira skemmandi enn eiðir og fúl orð. Seinastu árini eru teir so lagstir á orð av fremmandum upp­runa, sum hava verið í mál­in­um í ættarlið. Hetta er okkara felags europeiski ment­anar­ arvurin, teir taka frá okkum. Vanlig orð, øll eru fortrólig við. Vit hava onga orðabók yvir móðurmálið, men fleiri yvir eitt mál, sum nakrir fáir høvuðkambar ynskja sær. Kemur ein eingilsmaður ella ein týskari til Føroyar og skal hjálpa sær við orðabøkur, er hann á Harrans mark, tí eingin føroyingur skilir tvætl­ ið, sum skal eitast at vera føroyskt. Eg havi altíð hildið tað verið áhugavert at blaða í eini etymologiskari orðabók, har tú fært upprunan og søg­una hjá orðunum. Tú kanst kanska fylgja einum orði úr gamla Kina, sum er komið allan vegin eftir Silki­ vegnum inn í Miðeystur, inn í Miðalhavið og víðari upp gjøgnum Europa og heilt til Føroyar. Allan henda vegin er tað tikið upp í tey ymisku málini á vegnum og fingið sín serliga form. Men her í Føroyum sita nakrir barbarar og kappa høvdið av okkara europeiska mentanararvi, og seta sítt egnað pjøss í staðin. Lærdu vit ikki danskt enn, vóru vit meira isoleraðir enn finnar, sum hóast alt ikki tosa germansk. Í Havn er ein málfabrikk sum eitur Sprotin. Henda fabrikkin saman við undir­ levrandørum produ­serar tús­ undir av orðum, tvætli­orðum, sum eingin hevur sæð ella hoyrt fyrr. Alt móðurmálið er eitt stórt eksperimentarium, og fólkið gerst ótryggari og ótryggar. Málfabrikatión er ein stuðulstung vinna. Kilo­ studningin kenni eg ikki, men Orðabókagrunn­urin let­ur 700.000 kr um árið til orða­fram­leiðslu. Ein etymologisk orðabók vísir sum sagt søguna og upp­ runan hjá orðinum. Summi orð broytast við tíðini. T.d. er “stavkarl” blivið til stakkal, meðan onnur koma spontant inn í málið, sum t.d. gravkúgv er komið av Grave-co. Kemur ein føroysk etymologisk orða­bók, fara vit at lesa: “Fram­leitt hevur Jonhard Mikkelsen, framleitt hevur Anfinnur í Skála, framleitt hevur Kári Davidsen, fram­ leitt í Kirkjubø, framleitt til Sprotan.” Eg spurði mín góða vin André Niclassen, sála, okkara gløggasta mállærara, um slík harðrend purisma varð prakti­sera nakrastaðni í Europa. Hann visti bara eitt fólk, ið gjørdi tað sama, tað vóru serbar(!). Purisman er ikki vísind, men trúgv. Purisman er líka óvísindalig sum rasuteoriin í fyrru helvt av 20. øld. Báð­ar rørslurnar virka fyri tí reina og óspilta, og báðar trívast í nationalum og national­ istiskum miljøi, og báðar eru harðrendar og óvísindaligar. Nú kunnu puristar siga, at teir bara føra virkið hjá Chr. Matras víðari. Til hetta er at siga, at Matras var ikki puristur; lesið bara ta frálíku umsetingina av Barbaru, Barba og harra Pál. Hon er so full av danismum, at eingin hevði tora at givið hana út í dag. Og so var Matras intelle­ gentur og hevði poetisk evnir, eginleikar sum heilt sjónliga ikki kunnu eftirapast. Og meðan vit eru við in­ telle­gens, kann eg taka hetta brotið av facebook: En. Intelli­ gence quotient. Tý. Intelle­ genz­qutient. Fr.Quotient intellec­tuel. Sp. Cociente intelect­ual. It.Quociente d`intelligenca. No.Intelli­ gens­kvotient. Sv. Intelligens­ kvot. Da. Intelligenskvotient, OG Á FØROYSKUM EITUR TAÐ SKILTAL. Sig so tað.