týsdagur 6. mai 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 7. mai 2014 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Misnýtsla av monopolstøðu
Hvar er príseftirlitið í Føroyum? Ongastaðni, tað finst ikki! Sum eitt nútímans samfelag hava vit
ikki so frægt sum eitt minstamát av eftirliti við handilsskapinum her á landi, tá hann so eyðsýniliga
fer av sporinum. Eisini at kalla í neyðstøðum kann eitt nú tjóðarflogfelagið, ið sum kunnugt
er okkara einasta skjóta lívslinja út í heim, á grovan hátt misnýta sína monopolstøðu.
Kári Mikkelsen
P
álmasunnudag
fingu
vit
sorgarboðini um, at eitt av
okkara sera góðu vinfólkum
í Keypmannahavn brádliga var
farið hiðani. Konan skuldi til jarðar
ferðina, sum bleiv ásett til týsdagin
eftir páskir. Hon royndi fyrst at
bíleggja sær ferðaseðil á netinum,
men alt var útselt fleiri dagar undan
jarðarferðini. Síðani setti hon seg í
samband við Atlantsflog, ið bjóðaði
henni at koma á bíðilista, men tey
kundu sum vera man ikki veita
trygd fyri, at hon slapp avstað.
Fryntliga kvinnan á Atlantsflog
mælti henni til at møta upp á flog
vøllinum dagin fyri jarðarferðina,
áðrenn flogfarið fór hendan dagin,
tí so var møguleikin frægastur at
sleppa við. Sum sagt so gjørt. Hon
møtti upp, men mátti bíða, til inn
skrivingin var liðug, so vissa fekst
fyri, at øll við ferðaseðili vóru til
staðar.
Í síðstu løtu gjørdist greitt, at
tvey á ferðalistanum ikki møttu,
og hon var so heppin at fáa annað
plássið. Hitt plássið fekk eitt annað
av teimum mongu ferðafólkunum,
sum eisini stóðu á bíðilista, tí At
lantsflog í sínum spariídni ikki
vildi seta fleiri flogferðir inn um
páskini, sum tað var so harðliga
var brúk fyri.
Mundi dottið uppeftir
Ferðaseðilin
skuldi
sjálvandi
rindast, og tá var tað, at konan,
sum annars er góður kundi hjá
tjóðarflogfelagnum, tí hon hevur
ferðast nógv í sínum arbeiði, var
um at detta uppeftir. Haldið
tykkum
fast!
Prísur
Vágar-
Kastrup-Vágar 6.230 krónur. Ein
prísur, sum ein hepnan dag á
meginlandinum kundi tryggjað
tær eina ferð aftur og fram til
Singapore, Sydney, Santiago ella San
Francisco. Og hesin óforskammaði
prísurin var als ikki til diskussjón.
Hon kundi ikki lata vera við at
hugsa tankan um, at var talan um
ein einstakling ella familju, sum
mátti venda og snúgva hvørji krónu
til tess at fáa mánaðarliga húsar
haldsroknskapin at ganga upp, so
stakkals tey. Í slíkum føri vóru tey
kanska ongantíð komin avstað.
Og her tosa vit um ein ferða
seðil, sum helst er goldin tvær ferð
ir, tí talan var um eitt avboðspláss,
ið mær vitandi ikki verður endur
goldið. Ergo hevur Atlantsflog
kanska kravt inn einar 9-10.000
krónur ella meira fyri hetta eina
setrið í flogfarinum. Er tað við
slíkum snildum, at ófyrigeviliga
politiska mistakið frá 2007 um at
privatisera tríðingin av tjóðarflog
felagnum skal bjargast í land aftur,
nú Atlantsflog sjálvt skal rinda tær
72 mió. krónurnar fyri at keypa
partapeningin aftur, sum lands
kassin tá fekk vinningin av? Eg
spyrji bara.
Hetta er bóndafangarí og svarar
nøkunlunda til, at ein onnur mono
polfyritøka – Apoteksverkið – mis
nýtti sína monopolstøðu til at selja
sama heilivág tvær ferðir. Ta seinnu
ferðina fyri dupultan prís. Hugsa
vit okkum, at Apoteksverkið var
í uppisetri fyri eitt ávíst slag av
lívsneyðugum heilivági, og har stóð
ein sjúklingur við læknaávísing og
tørvaði heilivágin her og nú, kundi
støðan verið soleiðis: -Bíða mær,
sigur apotekarin, hasin heilivágurin
er útseldur, men her liggur ein
pakki við sama heilivági, sum ikki
er avheintaður. Vanligi prísurin er
3.115 krónur, men tú
kanst fáa hann fyri
6.230 krónur. Hevði
nakar
góðtikið
tað?
Neyvan!
Støðan er í
prinsippinum júst tann sama, sum
tann við flogferðaseðlinum.
Einki eindømi
Tað sama ger seg galdandi við
víkjandi broytingum av ferðaseðl
um, har Atlantsflog í ávísum førum
tekur ein líka so óforskammaðan
prís, sum svarar til at keypa ein
nýggjan ferðaseðil. Fyrr í ár var eg
sjálvur úti fyri at verða noyddur at
broyta eina heimferð til ein annan
dag. Av ferðaskrivstovnuni hjá
Atlantsflog fekst at vita, at hetta fór
at kosta 2.646 krónur. Tíbetur ber til
at bíleggja og keypa á netinum, og
tann møguleikan nýtti eg mær av.
Her kostaði heimferðin umleið tað
hálva av at gera broytingina hjá At
lantsflog, t.e. 1.360 krónur. Hvar eru
vit, tá slíkt kann koma fyri?
Hesin ódámligi framferðarhátt
urin móti teimum, sum standa í
eini torførari støðu, er ikki nakað
eindømi, og ivaleyst eru tey mong,
sum hava somu royndir. Eg kenni
eitt annað dømi, har tríggir lesandi
føroyingar uttanlands skuldu heim
til jarðarferðina hjá ommuni. Øll
trý máttu tey so pent rinda umleið
6.300 krónur í part fyri at sleppa
heim og niðuraftur. Tað er bæði
ósømiligt og átaluvert, at okkara
alra tjóðarflogfelag misnýtir sína
einaráðandi støðu á slíkan hátt.
Eg vil fegin leggja dent á, at hetta
als ikki skal síggjast sum nøkur at
finning móti starvsfólkunum hjá
Atlantsflog, ið dagliga gera eitt sera
gott arbeiði, har ein altíð kennir
seg vælkomnan umborð og fær
heimsins bestu tænastu. Sama
við tænastuni sum kona mín fekk
í sambandi við brádliga íkomnu
støðuna. Har var onki at finnast at,
tvørturímóti, men hinvegin kann
slík okurs prísáseting á ongan hátt
góðtakast.
Hugsa vit okkum somu støðu í
Kastrup, Gardamoen, Arlanda ella
í einihvørjari aðrari tjóðarfloghavn,
so fekk eitt flogfelag við slíkum
príspolitikki ikki eitt bein
til jørðina. Og hví? Jú, tí har er
kapping, og tí kunnu flogfeløgini
ikki liva og láta, sum tey vilja,
eftirsum ferðafólkini hava fleiri
valmøguleikar.
Slík
prísáseting
kann einans lata seg gera, tí vit
mangla kapping, og onki príseftirlit
er at halda eyguni við hesum.
Nær kemur príseftirlitið?
Undan seinasta løgtingsvali lovaði
onkur politikari at arbeiða fyri at
seta á stovn eitt príseftirlit, ið kundi
virka
undir
Kappingarráðnum.
Møguliga er okkurt farið afturvið
mínum oyrum, men eg havi ikki
hoyrt orðið grett um hetta síðani.
Vónandi er eitt uppskot á veg í
Løgtingið, nú skjótt aftur stundar
til val. Í øllum førum er tað harðliga
brúk fyri einum neyvum eftirliti á
hesum økinum.
Nú landið – sum tað einasta rætta
– aftur yvirtekur allan ognarskapin
av Atlantsflog, reisir hetta spurn
ingin, um ikki millumlandaflúgv
ingin eigur at verða endurskoðað
og skipað eftir sama leisti, sum eitt
nú tyrluflúgvingin, strandferðslu
skipini og bygdaleiðir við føstum
og lutfalsliga lágum prísum.
Fyri mong hevur sambandið
við útheimin nærum líka stóran
týdning, sum tað innanoyggja hevur
fyri onnur. Tí má tíðin vera komin,
har millumlandaflúgvingin, sum í
mong ár hevur verið okkara nógv
størsti samferðsluligi fløskuhálsur,
verður løgd soleiðis til rættis, at
hetta ikki bert er til fyri tey betri
bjargaðu, men at allir føroyingar fáa
javnbjóðis møguleikar at ferðast.
Við øðrum orðum, at prísurin fyri
flogferðir verður á einum støði, sum
letur seg rinda fyri flest møguligar
borgarar.
Nýggj strategi má
vera fyri øll
Ikki minst skulu okkara
ungu landsmenn og
-kvinnur, sum í
stóran mun
eru uttanlands í útbúgvingarørind
inum, hava møguleika at sleppa
heim í onkrum vikuskifti, ella tá tey
hava frí nakrar dagar, uttan at tað
skal kosta teimum ella foreldrunum
tað hvíta úr eygunum. Hetta hevði
uttan iva økt um líkindini fyri, at
tey eftir loknan lestur leita sær
heimaftur, tí lættari verður at halda
sambandið heimeftir viðlíka, og tí
tey kenna seg ynskt heimaftur.
Og hví skal tað vera 20-30 dýrari
at vitja foreldur og familju, tá tú
lesur í Keypmannahavn, enn tað
er, tá lærustovnurin liggur í Havn,
og foreldrini búgva í Suðuroy ella
Svínoy?
Strandferðslan kostar lands
kassanum umleið 140 mió. krónur
í árligum rakstri. Um landspolitik
arar byrja at síggja sambandið út
í heim á sama hátt, sum innan
oyggjasambandið, høvdu vit sum
frálíður fingið ferðaseðlaprísir, sum
vóru gjaldiligir fyri øll. Somuleiðis
hevði hetta havt ómetaliga gagn
liga ávirkan á bæði ferðavinnu,
handilsvinnu,
arbeiðsmarknað
og vinnulívið annars, eins og tað
hevði mótvirkað fráflyting og
skundað undir tilflyting. Ein slík
íløga kann sjálvandi ikki gerast
eftir einum degi, men ber til at
gera stigvíst. Ongin ivi er um, at
føroyska samfelagið hevði vunnið
hetta innaftur eftir fáum árum.
Vónandi eru tað slík atlit, sum
avvarðandi landsstýrismaður –
ið alment júst hevur funnist at
høgu ferðaseðlaprísunum – hevur
havt í huga, tá hann valdi at keypa
privatu partabrøvni aftur, og at
hetta verður vent á borðinum hjá
teimum, sum gera nýggja strategi
fyri Atlantsflog. Um ikki, so eigur
landsstýrismaðurin
at
áleggja
teimum, ið standa fyri arbeiðinum,
at hugsa hetta inn í nýggja leistin
fyri, á hvønn hátt tjóðarflogfelagið
framyvir kann vera til størri gagns
fyri føroyska samfelagið, sum tað í
síni tíð varð borið í heimin til, og
ikki bara tæna sær sjálvum.
tíðargrein
Hetta er bóndafangarí og svarar nøkunlunda til, at ein onnur mono
polfyritøka – Apoteksverkið – misnýtti sína monopolstøðu til at
selja sama heilivág tvær ferðir. Ta seinnu ferðina fyri dupultan prís