hósdagur 8. mai 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Hóast løgtingið er ímóti, so
er fólkið í Føroyum fyri, at
samkynd skulu sleppa at
gifast.
Tað vísir kanning hjá
Lóður, sum hevur spurt 535
føroyingar um hetta málið.
Kanningin vísir, at 62
prosent av føroyingum eru
fyri, tá teir verða spurdir,
sum teir taka undir við at
samkynd skulu kunna verða
borgarliga vígt. Í spurning
inum verður víst á, at tað
snýr seg um at vígslur á ráð
húsum og sýsluskrivstovum,
men ikki í kirkjum og sam
komum.
Hinvegin eru tað 28 pro
sent, sum eru ímóti, og 10
prosent sum ikki vita.
Hyggja vit eftir býtinum
millum kynini, so eru tað
heldur fleiri kvinnur, sum
taka undir við, at samkynd
skulu sleppa at giftast. 63
prosent av kvinnunum siga
ja, meðan 60 prosent av
monnunum siga ja.
Hyggja vit eftir aldusbýt
inum, so sæst, at tað er breið
semja í øllum aldursbólkum
um, at samkynd skulu sleppa
at gifast. Ein ávísur munur er
tó at síggja, at heldur fleiri
av teimum yngru enn eldru,
eru fyri. Men munurin er ikki
stórur.
Av teimum, sum eru mill
um 15 og 29 ár eru 71 prosent
fyri, 16 ímóti, og 13 sum ikki
vita.
Av
teimum,
sum
eru
millum 30 og 44 ár eru 64
prosent fyri, 24 ímóti og 12
prosent, sum ikki vita.
Av teimum, sum eru mill
um 45 og 59 eru 59 prosent
fyri, 33 prosent ímóti og 8
prosent, sum ikki vita.
Av teimum í tí elsta
aldursbólkinum, tey millum
60 og 75 ár, eru 53 prosent
fyri, 38 prosent ímóti og 9
prosent, sum ikki vita.
Alt í lat vísir kanningin
hjá Lóðri, at stórur meiriluti
av føroyingum, bæði kynini
og fólk í øllum aldursbólkum,
eru fyri at loyva samkyndum
at gifast borgarliga.
Jón Brian Hvidtfeldt
Hóast útvið tveir triðingar
av føroyingum vilja loyva
samkyndum at gifta seg
borgarliga, so er ivasamt
um uppskotið verður lagt
framaftur. Samgongan hev
ur læst seg fastan, og vit
mugu spyrja okkum sjálvi,
hvørt tað verður til gagns
fyri samkynd, siga Poul
Michelsen, Rigmor Dam og
Bjørt Samuelsen
– Kanningin er eitt prógv
um, at ”stríðið” er vunnið úti
millum fólk, sigur Rigmor
Dam, løgtingskvinna fyri
Javnaðarflokkin.
– Uppskotið verður lagt
framaftur,
spurningurin
er bara nær, sigur Bjørt
Samuelsen.
– Vit mugu taka við í met
ingina, hvørt tað verður til
gagns fyri samkynd, ella bara
endar sum fótatraðk, sigur
Poul Michelsen.
Teir tríggir løgtinglimirnir
eru sannførdir um, at málið
um at loyva samkyndum at
gifta seg borgarliga verður
tikið uppaftur í løgtinginum.
Bjørt Samuelsen vísir á týdn
ingin av at lodda politiska
landslagið fyrst.
– Tað er umráðandi, at
vit koma eitt stig víðari,
næstu
ferð
uppskotið
kemur í løgtingið, sigur Bjørt
Samuelsen, og Rigmor Dam
tekur undir:
– Vit uppskotsstillarar
mugu vurdera, nær tað tænir
málinum at leggja uppskotið
framaftur. Men tað er eingin
ivi um, at kemur aftur í
tingið.
Hvørki
Rigmor
Dam,
Bjørt Samuelsen ella Poul
Michelsen vil tí seta dato
á, nær uppskotið um at
loyva samkyndum at giftast
borgarliga kemur aftur í løg
tingið.
– Samgongan hevur jú
læst seg sjálvan fastan við
avtaluni um at slík mál skulu
ikki viðgerast í hesum sam
gonguskeiði. Tann avtalan
forðar fyri at løgtingið kann
viðgera spurningin opið og
erliga, sigur Poul Michelsen.
Meðan óvissa tí er um,
hvørt lógaruppskotið verð
ur lagt framaftur í hesum
valskeiðnum, so eru upp
skotsstillararnir
sannførd
um, at uppskotið kemur
aftur á tingborð eftir eitt løg
tingsval.
– Hugburðurin í samfelag
num er, at sjálvandi skulu
samkynd hava somu rættindi
sum onnur. Tí verður hetta
eisini eitt mál eftir eitt
komandi løgtingsval, sigur
Rigmor Dam.
Løgtingskvinnan
aftrar
seg tó við at gera júst henda
spurningin til part av einum
komandi valstríði.
– Spurningurin er, hvørj
um tað tænir, sigur hon.
Poul Michelsen er sann
førdur um, at spurningurin
fær sítt pláss í samband við
eitt komandi val:
–
Framsókn
góðtekur
ikki nakra avtalu ella bind
ing um, at slík mál ikki
skulu viðgerast, sigur Poul
Michelsen.
jonbrian@sosialurin.fo
Ivast í enn einari roynd
62 prosent av føroyum eru fyri, at
samkynd sleppa at giftast borgarliga
Stórur meiriluti
fyri at samkynd
kunnu giftast
veljarakanning
0%
20%
40%
60%
80%
100%
Menn
60%
29%
11%
63%
26%
10%
71%
16%
13%
64%
24%
12%
59%
33%
8%
53%
38%
9%
Kvinnur
Kyn
Aldur
15-29
30-44
45-59
60-75
Veit ikki
Ja
Nei
– Framsókn góðtekur ikki nakra avtalu ella binding um,
at slík mál ikki skulu viðgerast, sigur Poul Michelsen