Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Øll skulu hava somu rættindi – Við at mæla til lógarbroytingina, sum verður lagað til føroysk viðurskifti, vilja vit, at øll menniskju skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Tí skal minnilutabólkum verða tryggjað javnbjóðis rætt til at velja sær lívsmaka, skrivaðu tey trý í viðmerkingum til uppskotið veljarakanning Eirikur Lindenskov Í noveber í fjør løgdu Bjørt Samuelsen, tingkvinna úr Tjóðveldi, Rigmor Dam, ting­kvinna úr Javnaðar­ flokk­inum og Poul Michelsen, for­maður í Framsókn, fram á ting uppskot um, at sam­kynd skulu kunna vígast borgar­ liga. Hetta mál fekk drúgva um­røðu. Talan var ikki um eitt einfalt lógaruppskot, tí at talan var um eitt ríkis­lógar­tilmæli, sum bæði skal sam­tykkjast í løg­ting­inum og møguliga eisini í fólka­ting­inum. Tað hevði verið, um danska løgmálaráðið helt tað hava so stóra broyt­ing við sær, at tað ikki var nóg mikið við eini avgerð í danska løgmálaráðnum. Sambært teimum trimum tingfólkunum, so var enda­málið við uppskotinum at gera tað møguligt hjá sam­kynd­um at ganga saman í borgar­ ligt hjúnalag. – Við at mæla til lógar­broyt­ingina, sum verður lagað til føroysk viðurskifti, vilja vit, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, upp­runa, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum. Tí skal minni­ lutabólkum verða tryggjað javnbjóðis rætt til at velja sær lívsmaka, skrivaðu tey trý í viðmerkingum til upp­skotið. Tey vístu eisini á, at vit við hesum kundu fáa eina tíðarhóskandi lóggávu, sum tey hildu vera í samsvari við hugburðin hjá størsta part­inum av fólkinum í før­oyska samfelagnum. – Í fleiri ár hava vit kjakast um at loyva samkyndum at ganga saman í hjúnalag. Kort­ini hava vit ikki gjørt nakra broyting í lóggávuni, sum tískil ikki endurspeglar hug­burðin í samfelagnum, søgdu tey. Tey vístu so á, at sambært galdandi lóg er bert loyvt hinskyndum møguleikan at ganga saman í hjúnalag. – Hendan avmarking er ótíðar­hóskandi og ikki søm­ilig fyri eitt framkomið samfelag sum tað føroyska, hildu tey. Síðani vístu tey á, hvussu grannalondini støðugt hava broytt lóggávuna á hesum øki. – Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Svøríki hava, eins og mong onnur evropisk lond, sett í gildi antin full­komna ella nær­um full­komna javn­ støðu mill­um sam­kynd og hinskynd, hvat hjúna­ bands­lóg­gávuni við­víkir. Í hesum londum kunnu pør av sama kyni ganga saman í hjúnalag við somu rættar­ ligu avleiðingum, sum pør av hvør sínum kyni, søgdu tey í viðmerkingunum. Tey vístu á, at í summum øðrum londum er lóggávan ikki eins víðfevnd, eitt nú í Finnlandi, Bretlandi, Kekkia og Týsklandi. Í hesum lond­um ber tó til at ganga saman í skrásett parlag. – Samanumtikið kann sigast, at eitt vaksandi med­ vit og støðugar broytingar í sam­feløgunum gjørdu, at lógarkarmarnir vóru vorðnir ov trongir, søgdu tey og vístu á, at eitt nú í Danmark var neyð­ugt at umskipa løg­frøð­iliga bygnaðin á hesum økinum. Hetta var gjørt fyrst við lóg nr. 372 frá 7. juni 1989 um skrásett parlag, ið bar í sær, at rættarligu avleið­ingar­nar av einum skrá­sett­um par­lagi í stóran mun kundu javn­setast við rættar­ligu av­leið­ingar­nar, tá hins­kynd pør gingu saman í hjúnalag. Síðani er lóg­gávan í Danmark ment og broytt. Við lóg nr. 532 frá 12. juni 2012 um broyting av lóg um »ægteskabs indgåelse og opløsning, lov om ægte­ skabets retsvirkninger og om ophævelse af lov om regi­streret partnerskab« varð lógin um skrásett parlag tikin av, og hjúnabandslógin broytt soleiðis, at tað gjørdist møgu­ligt hjá samkyndum at ganga saman í hjúnalag. Tey trý mæltu tí til, at tað í hjúnabandslóggávuni í Føroyum skuldi verða stað­fest, at lógin ásetir, at borgar­ligt hjúnalag er galdandi fyri tveir persónar av ymiskum eins og av sama kyni. – Broytingarnar í lóg­ gáv­uni fevna ikki um rættin hjá samkyndum at verða vígd í kirkju ella samkomum í Før­oyum. Hetta eiga kirkjan og ymsu trúarsamfeløgini sjálvi at taka støðu til, løgdu tey dent á. Uppskotið fall við aðru við­gerð í løgtinginum 13. mars í ár. eirikur@sosialurin.fo Atkvøðugreiðslan um uppskotið um at loyva samkyndum at giftast borgarliga við aðru viðgerð í løgtinginum 13. mars 2014: JA Poul Michelsen JA Sirið Stenberg JA Páll á Reynatúgvu JA Gunvør Balle JA Bjørt Samuelsen JA Kristina Háfoss JA Høgni Hoydal JA Eyðgunn Samuelsen JA Rigmor Dam JA Kristin Michelsen JA Aksel V. Johannesen NEI Jógvan á Lakjuni NEI Gerhard Lognberg NEI Edva Jacobsen NEI Jóna M. Mortensen NEI Helgi Abrahamsen NEI Alfred Olsen NEI Reimund Langgaard NEI Rósa Samuelsen NEI Bárður Nielsen NEI Eivin Jacobsen NEI Joen Magnus Rasmussen NEI Hanus Samró NEI Elsebeth M. Gunnleygsdóttur NEI Brandur Sandoy NEI Rodmundur Nielsen NEI Bjarni Djurholm NEI Jákup Mikkelsen NEI Jenis av Rana NEI Bill Justinussen NEI Henrik Old JA 11 NEI 20 BLONK 0 ja 62% Nei 28% Veit ikki 10%