Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mai 2014 · Nr. 51 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Ja, tað er eingin loyna, at vit hava ítøkiligar ætlanir um at byggja eitt nýtt upp­ sjóv­ar­skip, ið kann virka fisk­in umborð. Eitt skip sum Norð­borg. Tað er eftir okkara tykki vegurin fram. Brøðurnir Hans Andrias og Gunnbjørn Joensen hava í áravís tosað um tey stóru virði, ið liggja í upp­sjóv­ar­ fiskinum. Teir vóru heit­ir talsmenn fyri, at Før­oyar tóku seg burtur úr stranda­ landa­avtalum, ið góvu Føroyum smá fimm pro­ sent av heildarkvotuni av makreli og sild. Og teir halda tí at nýggja makrelavtalan, ið gev­ur Føroyum 12,6 prosent av heildarkvotuni, eigur at lata upp fyri einum nýggjum fiski­vinnu­politikki. - Fortreytirnar eru full­ komi­liga broyttar. Virðini í uppsjóvarvinnuni eru fleir­ fald­að, argumentera reiðara­ brøð­ur­nir. Thor byggir sítt virksemi á tvær súlur. Frálandavinnu og fiskivinnu. Tí standa fýra ný­bygningar til frá­landa­ vinnuna í gerð á skipasmiðju í Besiktas í Turkalandi. - Tilsamans er talan um íløgur fyri umleið 600 milliónir krónur. Øll fýra skip­ ini vera leverað innan fyri gott og væl eitt ár, og øll skipini hava sáttmálar um arbeiði 10 ár fram, greið­ir Gunnbjørn Joensen err­in frá, meðan hann vísir fram feskastu myndirnar av skip­unum, soleiðis sum tey síggja út á turkisku skipa­ smiðjuni ídag. Útlitini fyri nýggja upp­ sjóvarskipinum eru tó meira fjar. Grundarlagið und­ir ei­ n­um tílíkum skipi er í løtu­ ni alt ov veikt, og kann ikki sam­an­berast við 10 ára kon­ trak­ti­rnar hjá frá­landa­skip­ unum. Munurin ligg­ur, sa­ m­bært Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, í at­komu­ lig­heit­ini til vinnuna. - Eitt tílíkt verksmiðjuskip krev­ur eina eginkvotu á umleið 25.000 tons, og kvot­ an má vera galdandi í sjey til 10 ár. Tá er fundamentið í lagi. Men verandi fiski­vinnu­ skipan tykist hava læst alt fast, sigur Hans Andrias Joen­sen harmur á málinum. Reiðaríið sær ongan trupul­leika í at vinnan eisini rindar fyri hesi loyvi. - Tað er natúrligt við ein­ um tilfeingisgjaldi. Men tað hevur týdning, at vit ken­na fortreytirnar og at tær eru stabilar. Tá kanst tú taka tilfeingisgjaldið við í samlaða roknistykkið og legg­ja til rættis eftir tí, sigur Hans Andrias Joensen. Hóast Thor hevur loyvi liggj­andi, bæði til makrel og sild, so er sambært reiðar­ u­num talan um somikið ótrygg loyvi, at ringt er at gera stórar íløgur oman á tey. Hjá Thor hava átta- níggju veiði­loyvi verið grund­ar­lag undir teirra lut­tøku í makrel­fiski­skapi­ num undir Føroyum, árini við føroyskum egin­kvot­um. Teirra millum veiði­loyvini hjá stóru verk­smiðju­trolar­ un­um Her­cules, Posei­don og Athenu, sum ikki eru í flota­ num longur. Rest­in eru loyvi, ið síðstu árini eru latin út til olymp­iskt fiskarí hjá at kalla øllum skipa­bólkum. Reiðarabrøðurnir í Hós­ vík vísa á, at tað bara eru ver­andi aktørar í Felagnum Nóta­skip, sum við stórum egin­kvotum eftir pelagisku fiska­sløgunum hava trygt grundar­lag at byggja á. Og tað sæst aftur, nú nøgdirnar og virðini økjast. - Tann støðan ger tað sam­stundis vónleyst hjá okkum at keypa okkum inn í nóta­flotan. Eg vildi mett, at rekord­sølan av Krúnborg fyri 370 milliónir hevði bliknað afturímóti, um okkurt av uppsjóvarskipunum í Felag­ num Nótaskip varð selt ídag, metir Hans Andrias Joensen. Felagið Nótaskip hev­ur alment ført fram, at veiði­ loyvini úr Suður­kyrra­ havi­num undir ongum um­støðum eiga at kunna geva rætt til eginkvotu av makreli, og felagið ávarar sam­stundis ímóti yvirhøvur at fáa fleiri skip í flotan at troyta økta føroyska partin av heildarkvotuni. Boðskapirnir fella reiðarí­ num Thor fyri bróstið. - Skulu kyrrahavsloyvini út, so eru tað so nógvir aðrir, ið eisini skulu út. Og tað aldrin vera rætt, at Felagið Nóta­skip skal stýra teimum 7,9 prosentunum, sum við makrelavtaluni koma oman á føroysku heildarkvotuna. Tað er um nakað ein ónormal støða, argumenterar Hans Andr­ias Joensen. Greiði boðskapurin úr Hósvík er tí, at fleiri mugu upp í part til at býta risa stóru virðini í upp­sjóvar­ fiski­num. - Og tað má gerast við egin­kvotum. Tað er einasti vegur­in fram, skulu reiðarí hava møguleika at hugsa og leggja til rættis fram í tíðina, legg­ur Gunnbjørn Joensen aftur­at. Ójavni Makrelsemjan við ES og Norra gevur Føroyum 156.000 tons av makreli í ár, í næstu viku fer landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at á­seta Føroyum sína egnu kvotu eftir norðhavssild, ið vænt­ andi verður lutfalsliga líka stór sum tey 17 prosentini av ICES-tilráðingini um mest loyvdu veiðu, sum í fjør góvu Føroyum 105.000 tons. Har­um­framt er svart­kjafta­ stovn­ur­in av álvara við at koma fyri seg aftur, og tí fella heili 289.000 tons í føroyska partin í ár. Virðini mugu býtast bæði javnari og út til fleiri, sam­ bært reiðarunum í Thor. - Í dag fáa nótaskipini so nógv og tjena so nógv, at tað fram­provokerar eina støðu, har røddir í samfelagnum í veksandi mun krevja sín part av virðunum aftur. Og tað er nokk so skiljandi, siga Gunn­bjørn og Hans Andrias Joen­sen við ein munn. Teir ávara móti vaksandi ójavna­num í fiskiflotanum, har framíhjárættindini hjá nóta­skip­unum gerast alt meira eyðsýnd. - Vit uppliva eina støðu, har aðrir partar av flotanum standa við hattinum í hond­ ini og lata seg keypa upp av nótaflotanum, sigur Hans Andrias Joensen, sum ávarar um hesa ógvusligu mið­savn­ an av vinnuni kring tey fáu reiðarí, sum fáa bestu at­ gongd­ina til upp­sjóv­ar­fiskin. Sambært reiðarunum í Hós­vík er loysnin at styrkja støðu­na hjá øðrum reiðaríum við at geva teimum fleiri rætt­indi. - Vit kundu saktans havt eini 10 uppsjóvarreiðarí í Før­oy­um, meta brøðurnir, sum síggja seg sjálvan sum ein natúrligan part av hesi mynd. - Tí samstundis má eg ávara ímóti at leypa teir um, sum longu eru í vinnuni, fyri í staðin at geva heilt nýggjum aktør­um nýggj loyvi. Tá fært tú eitt samfelag, fult av strá­monn­um, metir Hans Andrias Joensen. Fakfeløgini Reiðaríið í Hósvík heldur eisini, at fakfeløgini eiga sín leik­lut í stríðnum fyri at trygg­ja eitt javnari býti av nýg­gju virðunum. - Hvussu kunnu mann­ ing­ar­feløgini forsvara, at nakrar manningar fáa hýrur, sum fara nærum til himmals, sam­stundis sum manningar í øðrum skipabólkum bara fáa lægri og lægri hýrur, spyr Gunn­bjørn Joensen retoriskt og svarar sjálvur: - Tað kann ikki vera rætt, at ein ungur drongur úr røttu familjuni kann sleppa um­borð á eitt nótaskip og eftir stuttari tíð tjena meira enn árslønin hjá løg­man­ ni, samstundis sum aðr­ ir fiskimenn stríðast fyri minstuløn ella nakað, ið lík­ist tí, umborð á væl verri skipum í øðrum skipa­bólk­ um. Tú mást javna inn­tøk­ ur­nar, soleiðis at tað verður livi­ligari hjá øllum. Men peng­arnir mugu also takast frá teimum har uppi, sigur Gunn­bjørn Joensen við adressu til nótaskipini. Loysnin Leisturin sambært Thor er at lata upp skottini millum skipa­bólkarnar, soleiðis at skipan­in verður smidligari. Reiðarí­ini skulu í nógv størri mun enn í dag hava møgu­ leika at fiska tey fiskasløg, har nógv er at fáa. Og so skulu virðini býtast javnari. - Lyklaorðini eru at­komi­ lig­heit og umsetiligheit. Fleiri reiðarí mugu sleppa fram­at virðunum, og um­ seti­lig­heitin má vera størri, so­leið­is at reiðaríini hava betri møguleika at leggja sítt virk­semi til rættis. Í síðsta enda snýr tað seg væl um at fáa hvørt kilo av fiski upp úr havinum so bíliga sum tilber og síðani selja vøruna so dýrt sum tilber, sigur Hans Andrias Joensen. Eins og onnur reiðarí, so hevur Thor bíðað eftir tí fiskivinnunýskipan, sum polit­iska skipanin hevur tos­ að um í áravís. - Verandi fiski­vinnu­lóg­ gáva læsir eftir okkara tykki støðuna fasta, soleiðis sum hon var í 1994, tá lógin um Fiskivinnu­ lóggávan ger teir fáu ríkari - Vit gera í løtuni íløgur fyri 600 milliónir krónur í fýra spildurnýggj skip til frálandavinnuna. Men hóast vit ynskja at byggja eitt nýtt skip til uppsjóvarfiskiskap, so er tað vónleyst, tí verandi lóggáva favoriserar tey fáu, útvaldu reiðaríini, ið sita tungt oman á vaksandi virðunum á uppsjóvarfiski. Stjórarnir í Thor eru ørkymlaðir, tí fiskivinnulóggávan eftir teirra tykki læsir fiskivinnuna fasta í ójøvnum býti av virðunum Fiskivinnu­lóggávan