Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 6. mai 2014 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fiskivinnu­lóggávan vinnuligan fiskiskap kom í gildi. Síðani tá eru for­treyt­ir­ nar grundleggjandi broyttar. Tí eru partar av flotanum bundn­ir fastir í ein fiskiskap, sum í løtuni ikki lønar seg, samstundis sum aðrir part­ ar av flotanum hava ovur­ honds stór virði at dúva uppá. Her má loysast upp, argu­menterar Hans Andrias Joen­sen og dregur fram hag­ tøl fyri útflutningin: - Í 1994 var upp­sjóv­ar­ fisk­urin bara nøkur heilt fá pro­sent av samlaða út­flutn­ ingi­num av fiski. Men í fjør stóð uppsjóvarfiskurin fyri um­leið 40 prosentum av út­ flutninginum. Hagtølini tala fyri seg, argumenterar reið­ arin. ­Hagtølini fevna um allan fiskaútflutning, uttan ali­ vinnuna. Gjaldið Afturvendandi kjakið um til­ feingisgjald hevur eisini fest seg hjá reiðarínum við heim­ staði í Hósvík. - Tað er í lagi, at skipini gjalda fyri at fiska. Men til­feingisgjaldið má vera í fyrstu linju, antin sum gjald fyri hvørt kilo ella ávísur pro­sent­partur av av­reið­ing­ ar­virði­num. Fyrimunir og vansar eru við báðum leist­ um, men best er um gjald­ið samstundis eggjar reiðarí­ u­num til at skapa so nógva virðis­øking sum tilber, metir Gunnbjørn Joensen. Hi­gartil hevur politiska skipanin ásett gjaldið av nýggj­um fyri hvørt árið sær, og eisini er leisturin broyttur. - Tað merkir millum ann­að, at í fjør loysti tað seg ikki at koma inn á felt­ i­ð við móttøkuskipum, tí politikararnir valdu at legg­ ja eitt eyka avgjald á tvær krón­ur kilo á tað, sum bleiv av­reitt umborð á mót­tøku­ skip­ini, greiðir Hans Andrias Joensen frá. Higartil er bara ein roynd gjørd við at selja part av makrel­inum á uppboðssølu, men onkrir flokkar halda at fleiri royndir eiga at vera gjørdar. - Eftir okkara tykki má ein uppboðssøla fevna um alt ella einki. Selir tú bara ein part av makrelkvotuni á upp­ boði, so hava teir, sum fáa stór­ar kvotur fyri einki, ein stór­an fyrimun í kappingini um at bjóða. Teir kunnu tá brúka hesi virði til eisini at key­pa restina, argumenterar Gunn­bjørn Joensen. Nýhugsan Hóast fiskiskapurin í Kyrra­ havinum er minkaður niður í einki, so halda reiðararnir hjá Thor henda fiskiskap vera dømi um, hvønn týdning tað hev­ur at hugsa nýtt og royna nýggj­ar leiðir. - Vit átóku okkum ein stór­an váða og gjørdu stórar íløg­ur í skip til at royna eftir upp­sjóvarfiski á hesum fjar­ s­kotnu leiðum. Tað gav tá av­tornaði Føroyum nøkur rætt­indi, ið framvegis verða gald­andi, tá fiskiskapurin eina­ferð tekur seg uppaftur. Hetta má væl eisini takast við í heildarmyndina, sigur Hans Andrias Joensen og held­ur fram: - Teir, sum fara út at skaffa Før­oy­um altjóða rættindi, mugu eisini fáa ágóðan av national­um rættindum, tað vil siga innanfyri 200 fjórð­ ing­ar. Eg vil fara so langt sum at siga, at tað burdi ver­ið eitt krav, at teir sum fáa nógv virði í føroyskum sjóg­vi og eftir sínamillum av­tal­um við onnur lond, eisini høv­ du skyldu til at røkja okk­ ara altjóða loyvi. Á tann hátt koma vit víðari sum fiski­ vinnu­tjóð. Eftir fatanini hjá Hans Andriasi og Gunnbjørn Joen­ sen er støðan í dag júst tann øvugta. - Tað eru tey veiku reiðarí­ini, sum lítið ella einki fáa burtur av føroyska fiskiríkidøminum, sum í dag gera royndarfiskiskap og roy­na at ganga nýggjar leiðir, siga brøðurnir og senda eina heils­an víðari til nótaskipini: - Eftir okkara tykki eru teir so mettir, at teir hugsa ikki um at skaffa nýggj veiði­ rætt­indi og virði til Føroya. Alternativið var útlendskt stál Fyri okkum var Grunnabarð tann frægasta loysnin í fjør. Alter­na­tiv­ið var at fara út um land­oddar­nar at leiga skip, siga Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, sum vænta at halda fram at samstarva við South Pelagic Jón Brian Hvidtfeldt - Sum skipanin er sett saman er í løtuni vónleyst hjá okkum at gera stórar íløgur í eitt nýtt skip. Vit mugu tí dúva uppá alt­er­ na­ti­var loysnir. Vit kendu støðun­a hjá Grunna­barð, og tað vísti seg at bera til, greiðir Gunn­bjørn Joen­ sen frá. Grunnabarð, sum einans hevur eitt roynd­ar­ loyvi eftir hvítingsbróðuri at dúva uppá, varð seldur úr Vági til Hósvíkar og síðani millum ymsu feløgini hjá Thor, áðrenn skip­ið endaði aftur í Vági, tá vertíðin var av. Enda­málið var eittans, at fáa brúkt veiðiloyvini hjá Thor til makrel- og silda­fiskiskapin. Hóast hvørki Alex N. Vilhelm, reiðari á Grunnabarð, ella reiðararnir í Hósvík vilja brúka orðið ”pro­for­ma- sølu” um tað, ið fór fram í fjør, so fjalir hvørgin part­ ur yvir, at hetta var eitt prakt­iskt ting at gera fyri at fáa kabalina at ganga upp. - Vit hava áður roynt at taka útlendsk skip inn. Men í fjør kendu vit støðu­na hjá Grunnabarð og gjørdu so hesa roynd­ ina. Hetta var tað fræg­ as­ta, sum bar til eftir ver­andi skipan, greiðir Gunn­bjørn Joensen frá og út­greinar støðuna: - Her var talan um olymp­iskt fiskarí, og vit kendu lítið og einki til støðu­na eitt ár fram. So tá mugu vit bara dúva uppá tí­lík­ar loysnir. Men nei, støð­an er ikki optimal, sig­ ur Gunnbjørn Joensen, ið mælir til eginkvotur, sum reiðarí­ini síðani kunnu legg­ja sítt virksemi til rætt­is eftir. Stjórarnir í Thor vita enn einki um, hvussu før­ oyska makrel- og silda­ kvot­an verður býtt mill­ um skipini í ár. - Nei, vit hava fram­ vegis einki ítøkiligt fing­ið at vita um, hvussu fiski­ skap­urin verður skipaður í ár. Men vit ætla so at gagn­nýta øll okkara rætt­indi, og í løtuni er mest sannlíkt, at tað verð­ur gjørt í samstarvi við South Pelagic, metir Gunn­bjørn Joensen. Grunnabarð hevði einans eitt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri at dúva uppá, tá skipið varð keypt til Føroya í mars í fjør. Men proformasølur millum South Pelagic og ymisk feløg hjá reiðarínum Thor í Hósvík lótu dyrnar upp, soleiðis at Grunnabarð kundi fiska bæði makrel og norðhavssild. – Hetta er tað frægasta, ið ber til eftir verandi skipan, siga Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, reiðarar hjá Thor, sum eftirlýsa eitt meira javnt býti av uppsjóvarfiskinum. Søgan um Grunnabarð varð fortald í Sosialinum síðsta fríggjadag - Vit byggja okkara virksemi á tvær súlur, frálandavinnu og fiskivinnu. Vit byggja nýggj skip til frálandavinnuna fyri 600 milliónir krónur, og kundu ynskt okkum at gjørt stórar íløgur í fiskivinnuna. Men skipanin favoriserar teir fáu, sum gerast alsamt ríkari av uppsjóvarfiskiskapinum, meðan aðrir ikki sleppa upp í part, siga Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, stjórar í Thor