hósdagur 8. mai 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mai 2014 · Nr. 51
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Marjun Dalsgaard
Í Sosialinum mánadagin
5. mai sigur Jørn Astrup
Hansen, at um eftirlitið við
Eik Grunninum var røkt til
fulnar, hevði borið til at sæð,
hvussu Eik Bankin hevði
tað, langt áðrenn bankin fór
av knóranum.
Breið
semja
tykist
somuleiðis at vera millum
flokkarnar á tingi um, at
leikluturin
hjá
førosyka
grunnaeftirlit-inum eigur at
verða kannað. Sostatt siga
umboð fyri flokkarnar við
Sosialin mándagin 5. mai,
at teir halda, at grunnaeftir
litið skal kannast.
Bill Justinussen løgtings
limur fyri Miðflokkin held
ur, at Skráseting Føroya átti
at hugt nærri at Eik Grunni
num í tí løtu, at teir ynsktu
at broyta endamálsorðing
ina hjá Grunninum.
Vildi broyta viðtøkur
Í november 2007 skrivaði
nevndin í Eik Grunnunrin
til Skráseting Føroya, at hon
hevði broytt viðtøkurnar
hjá Grunninum soleiðis at
orðingin í § 4 b:
”At reka annað fíggjarligt
virksemi gjøgnum íløgur
í partabrøv, aðrar kapital
partar og umbýtilig virðis
brøv í vinnurekandi virkjum
av øllum sløgum.”
Bleiv til:
”At reka annað fíggjarligt
virksemi gjøgnum íløgur
í partabrøv, aðrar kapital
partar, umbýtilig virðisbrøv
í vinnurekandi virkjum av
øllum slagi, veðbrøv, fast
ognir og onnur íløguaktiv
umframt at gera aðrar fíggj
arligar avtalur.”
Orsøkin til at nevndin vili
broyta endamálsorðingina
var, at Grunnunrin ætlaði
at veita trygd fyri einum
láni á 97 milliónir krónur hjá
BRFKredit stendir í fundar
frágreiðing frá 6. September
2007.
Spurdu um heimild
Sambært fundarfrágreiðing
hjá nevndini í Eik Grunni
num
hevur
BRFKreditt
í hesum sambandi spurt
um Eik Grunnurin hevur
heimild til at veita trygd
fyri láninum. Tískil ger
nevndin
av
at
broyta
endamálsorðingina,
og
í
tí sambandinum taka teir
endamálsorðingina hjá Ebh
Fonden, sum teir hava tætt
samstarv við, og gera hana
til sína. Ebh Fonden var
ein vinnurekandi grunnur,
sum átti Ebh bankan, sum
fór av knóranum í 2009.
Bæði Ebh Bankin og Ebh
Fonden eru síðan granskað,
og endurghaldskrav er reist
ímóti teimum. Eik Grunnur
in keypti tyska felagið, ebh
zeitmarkt GmbH, saman
við Ebh Fonden og hevur
heimiðlað eitt lán til hetta
sama felagið á 10 mió EURO
í september 2008 (sí tíðar
linjuna).
Biður nevndina
útgreina ynskið
Tað er ikki bara sum at siga
tað at broyta endamálsorð
ingina fyri ein vinnurekandi
grunn.
Grunnurnin skal biðja
um loyvi frá grunnaeftir
litinum, sum í 2007 var Er
hvervs- og Selskabsstyrel
sen. Síðani skal broytingin
góðkennast
í
danska
løgmálaráðnum.
26. november 2007 send
ir Skráseting Føroya svarið
frá Erhvervs- og Selskabs
styrelsen víðari til nevndina
í Eik Grunninu. Her stendir:
1) At broytingin ” veðbrøv,
fastognir og onnur íløgu
aktiv umframt at gera aðrar
fíggjarligar avtalur.” sum
nevndin vil hava í enda
málsorðingina ikki broytir
innihaldið í heimilðunum
hjá Grunninum og tískil er
óneyðug.
2) At nevndin skal greiða
frá, hví hon ynskir at broyta
endamálsorðingina, tí tað
ikki er loyvt, uttan at so, at
endamálsorðingin er vorðin
ógjørligt at arbeiða við.
Fulltrúðin skrivar í hes
um sambandi:
”I den forbindelse vil jeg
henlede opmærksomheden
på, at fondens formål ikke
kan ændres – dette omfatter
også tilføjelser til formålet –
medmindre det er åbenbart,
at det gældende formål er
blevet
uhensigtsmæssigt
eller vanskeligt kan efter
leves.”
Danska grunnaeftirlitið
spyr sostatt, hvat broytingin
skal brúkast til, men hetta
svarar nevndin ongantíð
uppá, tí hon velur ikki at
fara víðari við málinum at
broyta viðtøkurnar. Ístaðin
tulkar nevndin svarið frá
Erhvervs-
og
Selskabs
styrelsen,
at
broytingin
er óneyðug, soleiðis, at at
Grunnurin kann veita trygd
fyri láninum og somuleiðis
geva tilsøgn um at veita lán.
Loka málið
Skráseting
Føroya,
sum
er millumlið millum Eik
Grunnin og Erhvervs- og
Selskabsstyrelsen
biður
somuleiðis nevndina í Eik
Grunninum siga frá, um
hon velur at fara víðari
við málinum. Í fundarfrá
greiðing frá nevndini í Eik
Grunninum frá 28. august
2008 stendir, at nevndin
velur at loka málið og
tulkar svarið hjá Erhvervs-
og Selskabsstyrelsen sum,
at hon hevur heimild til
ætlaðu dispositiónirnar.
Eftirfylgjandi samtykkir
nevndin sum kunnugt útlán
fyri umleið 900 milliónir
krónur.
Har ímillum er eitt lán
á 750 milliónir krónur til
tveir íslendarar, sum ynsk
ja at keypa partabrøv í ís
lendska bankanum Kaup
thing og keyp av láni stórt
25 milliónir krónur til Kista
og 25 milliónir krónur til
Exista – tvey feløg, sum
høvdu sum endamál at
eiga partabrøv í Kaupthing
Banka, sum longu tá hetta
lánið varð keypt, var farin
av knóranum.
Orsøkin til at nevndin í
Eik Grunninum vil broyta
viðtøkurnar,
er
at
hon
ynskir at veita trygd fyri
verkætlanina Sydporten á
97 mió. Kr.
Í hesum sambandi hev
ur nevndin longu í juli
2007samtykt at veita Vagn
Andersen
verkætlanar
leiðara eitt lán upp á 27
Tíðarlinja
9. december 2006
Heimiðla lán til Thor 40 mió
4. Juli 2007
Heimiðla lán á 27 mió til Vagn Andersen (Sydporten)
Heimiðla trygd til BRFKredit á 97 mió fyri Sydporten
26. mai 2008
Heimiðla lán 100 mió EURO
Tveir íslendarar sum ynskja at keypa partabrøv í Kaupthing
20. juni 2008
Heimiðla lán 25 mió krónur til P/F Notio
August 2008
Avgera at loka spurningin um at broyta viðtøkurnar
3. september 2008
Heimiðla lán 10 mió EURO FDI Invest fyrr nevnt ebh
zeitmarkt GmbH
18. november 2008
Keyp av láni frá Eik Banka 30 mió Kista og 25 mió Exista
August 2009
Tað verður staðfest alment, at støðan var so serlig, tá Eik
Grunnurnin keypti 8,44 % av partabrøvunum í Spron í
oktober 2008, at Grunnurin átti at spurgt Skrásetingina
áðrenn.
Kristin Balle deildarleiðari í Skráseting Føroya sigur við
Berlingske Finans, at tað er átaluvert, men at Skrásetingin
ikki ger nakað við tað, um tað ikki hendir aftur.
Skráseting Føroya átti at hugt nærri at Eik Grunninum í tí
løtu, at tey fingu eitt skriv um, at nevndin ynskti at broyta
viðtøkurnar hjá Eik Grunninum, heldur Bill Justinussen
Endamálsorðing
Eik Grunnurin
Endamál grunsins er
sambært viðtøkunum §4:
a)
At reka virksemi í sjálvsognarstovininum Før
oya Sparikassa víðari í Eik Banka P/F, soleiðis at
hetta altíð verður ein kappingarførur og tryggur
peningastovnur og
b)
At reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum íløgur í
partabrøv, aðrar kapitalpartar og umbýtilig virðis
brøv í vinnurekandi virkjum av øllum sløgum.
Nevndin í Eik Grunninum ynskti í 2007 at broyta
viðtøkurnar so orðingin í §4 b var soljóðandi:
At reka annað fíggjarligt virksemi gjøgnum íløgur í
partabrøv, aðrar kapitalpartar, umbýtilig virðisbrøv í
vinnurekandi virkjum av øllum sløgum, veðbrøv, fastognir
og onnur íløguaktiv umframt at gera aðrar fíggjarligar
avtalur.
Ein vinnurekandi grunnur kann ikki uttan víðari broyta
endamálsorðing. Grunnaeftirlitið, sum tá lá hjá
Erhvervs- og Selskabsstyrelsen skal fyrst meta um tað
er neyðugt. Síðani skal broytingin góðkennast í danska
løgmálaráðnum.
Síðan 1. Januar 2008 hevur grunnaeftirlitið verið á
føroyskum hondum. Intil 31. Januar 2007 var eftirlitið hjá
Erhvervs- og Selskabsstyrelsen við Skráseting Føroya sum
millumliði.
Ein klokka
átti at
ringt í 2007
EIK grunnurin