Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49 Hol er sett á mai mánað, og fyrireikingarnar til at taka ímóti ferðafólki eru í hæddini. Føroyingar eru kendir sum fólksligir og ikki minst søgufróðir, og her verður gestablídni sett í hásætið. Hetta skuldi verið fyrsta fyritreyt fyri eini ferðafólkavinnu, sum vildi nakað. Seinastu árini hava eisini víst framgongd í ferðafólkatali. Nýggjasta skotið er Visit Faroe Islands, sum stendur á odda fyri samskipanini av ferðavinnuni og hevur stórar ætlanir. Týdningarmestu keldur til menning av ferða­fólka­ vinn­uni í Føroyum finnast í søgu, siðsøgu, fornfrøði, jarðfrøði, náttúrufrøði, umhvørvi v.m. Eitt ófrávíkiligt krav er tó, at hesar keldur altíð eru fakliga grundaðar, sum kunnu oysa av sær tilfar til túrar og tiltøk o.a. hjá ferðafólki. Tí í 2014 eigur ongin at vera í iva um, at tað er upplivingum, ið ferðafólkini koma eftir. Tey vilja sleppa at hoyra søguna, men upp á ein spennandi og livandi máta, har tey helst sjálvi kunnu livað seg inn í hana. Tíðin er langt síðani farin frá teimum sið­bundnu søvnunum; t.e. myrkum kantutum hallum við eftir­ gjørdum ljósi og lutum í montrum, við søguni prentaðari á upphongdar pappírslepar, kanska fylgt av einum faldara. Ikki tí, tjóðsøvnini skulu hava sítt pláss, men nútíðar stórbýarmenniskja vil heldur sleppa at uppliva, at føla, lukta og smakka søguna, meðan hon verður søgd. Í Føroyum manglar eitt leinki, sum kann binda fak­ligu førleikarnar í landinum saman við restini av ferða­ fólka­vinnunu og skapa hesa heildina. Ferðafólkavinnan hevur brúk fyri at fáa eitt so gott og rætt innlit í øll hesi fak­ligu viður­skiftini, soleiðis at teirra starvsfólk verða skúlað til at taka ímóti ferðafólkunum og veita teimum ta tæn­ast­una, tey spyrja eftir, og hetta á einum høgum støði. Hyggja vit eftir hvørjir strukturar, ið eru í samfelag­ num í dag, so er fleiri amboð, sum kundu verið tikin í brúk fyri at styrkt um hetta. Úti um landið hava vit eitt stórt tal av bygdasøvnum og feløgum, sum í stóran mun hava eitt tilfeingi við góðum lokalum kreftum og sum hava høli, har tey eru byrjað eitt arbeiði at leggja lunnar undir at fáa teirra lokalu søgu savnaða. Varð eitt betri arbeiði lagt í at styrkja hesi lokalu søvn, so vórðu æðrar lagdar út til flest øll øki í landinum. Her kundi ein nýhugsan eisini verið við til at lyft siðbundu bygdasøvnini upp. Ein leiklutur, sum undirvísing í eitt nú gomlum handverki, skjalaarbeiði, savnsarbeiði, fornfrøði og lokalsøgu, hevði ment og viðkað kunn­ leikan og førleikan hjá fólki um alt landið innan hesi øki. Hendan vitan hevði so eisini verið at sæð aftur sum ein týðandi styrkur bæði hjá lokalsamfeløgunum, og ikki minst í ferðafólkavinnuni. Gongd er á úti um landið við nógvum góðum hug­skot­ um og átøkum frá einstaklingum og feløgum, sum skipa fyri túrum, tiltøkum og framsýningum og sum aftur og aftur sakna at hava eitt betri samstarv við oman fyri nevndu fakligheit. Fakstovnarnir og fakfólkini eiga sín bróðurpart av ábyrgdini, og eiga at traðka munandi meira fram og viðvirka til hetta. Og hagtølini siga sjálvi frá veruleikanum: meðan Kunn­ingarstovan í Havn sigur seg taka ímóti 45.000 ferðafólkum á sini skrivstovu, er samlaða vitjanartalið hjá Søvnum Landsins 13.000. Her er eisini vert at bíta merkið í, at tá eru allar vitjanir av føroyingum við í hesum tali, bæði skúlaflokkar, barnagarðar og privatfólk annars, sum árliga vitja søvnini. Takið tí av hesum møguleikanum og bjóðið gestunum tað besta av tí besta, sum vit eiga, tí “Gløgt er gestsins eyga”. Anna Katrin Matras samskiftis- og kunningarfólk EYGA MÁLIÐ Gløgt er gest­ sins eyga kjak Frank Davidsen Stórtíðindi nú Kringvarpið boðar frá, at "makrelbólkurin" nú er farin at ressast. Tí nú skulu virðini í havinum kring Føroyar lutast út, og tað eru ikki smávegis serfrøðingar ið koma at avgerða hvør í verður fremstur í røðini, ella hvørjir ið fáa molarnar av borðinum ið teir sjálvsettu makrelbarónanir erulidnir at luta fólksins ogn út. Føroya Løgmaður, Fiski­ mála­ráðharrin, Fíggjar­ nevnd­arformaðurin, Fíggj­ ar­mála­ráð­harrin, Jákup Mikkel­sen, Jenis av Rana. Kanska havi eg gloymt onkr­ an, never mind. Hoyrdi av tilvild Fiski­ málaráðharran á Rás 2 her­ fyri, har imillum annað viður­ skiftini í fiskivinnuni, eins og hvussu fiskivinnan skuldi skip­ast vóru umrødd, nú nøgdirnar av uppisjóarfiski vóru so øgiligar um okkara leiðir. Miðskeiðis í orðaskiftinum hoyrdist Fiskimálaráðharrin nærmast ýlanadi gera vart við, at tað stóð øllum frítt at keypa seg inn í vinnuna. Undraðist tá eg herfyri las Sosialin 09.03.2014 har eg legði til merkis, at ein bátur sum eg ikki kendist við, hevði goldið kr. 5.547.974,00 í til­feingisgjaldið í 2013. Hugsaði við mær sjálvum, at hetta var eitt sindur løgið, at ein bátur sum eg ikki hevði hoyrt um fyrr, knapp­ liga í fjør hevð goldið eitt til­ feingis­gjald sambært Fiski­ veiðieftirlitinum uppá 5,5 milli­ónir krónur. Sambært Sosialinum 02.05.2014 so vísur tað seg at hetta skipi bert hevði eitt royndarloyvi, bara at royna eftir hvítingsbróðuri. Sam­ bært sama Sosiali so landaði hetta skipi bara tvær lítlar lastir av hvítingsbróðuri, ávikavist 17 of 48 tons fjør. Báðar lastirnar fóru til Havs­ brún. Hóast lítla og onga roynd av hvítingsbróðuri, so kundi reiðaríið tó gleðast um, at teimum varð tillutað ikki eitt, men átta ymisk makrel- og sildaloyvi í fjør. Orsøkin til ein sovorðnan marg­lætis­ sátt­mála var, at reiðaríið P/F Thor ið einki skip hevur í upp­sjóarvinnuni, hevði hóast tað, eina rúgvu av makrel- og sildaloyvum íliggj­andi í eini skuffu úti í Fiski­mála­stýr­ inum. Hesi loyvi fekk P/F Thor eisini lutaði út sum royndar­ loyvi, vegna manglandi mót­ tøku­orku á fiskifeltinum fyri 2 - 3 árum síðan. Tí tykist tað margháttligt at hetta felagið við ongari veiðiorku, skal kunna opna eina makrel- og sildakiosk við nøkr­um skuffuloyvum, sum Fiski­ mála­ráð­harrin sær út til at hava kon­firmerað. Upp aftur margháttligari tykist tað, at eitt skip við einum royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri, soleiðis úr leysari politiskari luft, frá einum degi til ann­an fær átta makral- og silda­loyvir úr samu skuffu í Fiski­mála­ ráðnum. Lat meg sláa fast, at hesar viðmerkingar ikki á nakran hátt vilja lasta eig­ arnum av hesum skipi, at teir ikki hava ligið vestfalli av sær, men fult út hava fingið optimalt burtur úr hesi "gularótini". Hinvegin, um hetta er tað sum Fiskimálaráðharrin ýlur um, at øll og allir hava sama rætt til at keypa seg inn í fiskivinnuna, so er tað hinvegin nepotisma eins og korruptión av ringasta kaliber. At eitt reiðarí ið ikki eigur so frætt sum eitt einasta uppisjóarskip skal, hava eina rúgvu av makrel og sildaloyvum liggj­andi í eini skuffu úti í Fiski­mála­ stýrinum, tað gongur út yvur mítt vit og skil. Eru vit ikki eitt rættatsamfelag, ella hvat. Tvey av skipunum hjá Thor eru helst endaði sum gamalt jarn, meðan tað triðja varð selt til Rusland. At hesi skip við at hava fingið royndarloyvi, skulu kunna gera krav upp á at loyvini er permanent, ella so leingi sum vit hava ein landsstyrismann í setur allar rættarreglur til viks, ja, ein hevur ikki orð fyri tí. Tað vil við orðum siga, at føroyski fiskimaður fyri at fáa part í fólksins ogn, so skal hann fara við hattinum í hondini til Hósvíkar at bidda sær sær eitt uppisjóarloyvi. Nei, nei, tað skulu ongar mark­naðar­ treytur galda. Nú er tað P/F Thor, Fiskimálaráðharrin, Fígg j­armálaráðharrin, Fíggjar­nevndarformaðurin ið vorðnir eru makrel- og kvota­barónar. Ein rotin og mafia­kend skipan, sum neyvan finnur sín líka í fram­kom­num samfeløgum á okk­ara leiðum. Ímeðan situr politiska elitan við stjórnar­ leið­arunum á odda og tjarðar út av fólksins ogn. Og disse regeres vi af. PS. Sambært yvirlitinum frá Fiskiveiðieftirlitinum eigur Vágar 2,6 % av ogn landsins. So tað er sum Havnamaðurin segði: Tú ein lítlan ,eg ein stóran. Eg ein stóran og tú ein lítlan , o.s.fr. Zakarias Wang Nú var Kaj Leo í sjónvarpinum at greiða frá, hvussu tað bar til, at flokkur hansara sam­ bært síðstu gallup-kanning er minkaður og stendur til at missa tríggjar av teimum átta monnunum, sum hann fekk á valinum 2011. Sjálvandi er stór statistisk óvissa um eina kanning, har bert 500 fólk eru spurd. Men hetta sleppur ongum undan at hugsa um hvør or­søkin kann vera til hesa afturgongd. Er nakað mál, sum kann hava fingið veljararnar til knapp­liga at venda Kaj Leo bakið? Jú, tað er tað. Tað er málið um avlurt­ ingar­pakkan! Kaj Leo stendur fyri al­ menn­inginum sum tann, sum hevur trýst avlurtingar­ pakkan gjøgnum løgtingið. Hetta er nakað, sum sera nógv fólk eru misnøgd við, og til ber at boða frá síni misnøgd við at siga, at tey ikki longur stuðla løgmanni. Men hví er Kaj Leo farin undir at noyða løgtingið at seta alla hesa avlurting í verk? Hetta er ikki nakað, sum hann hevur tikið úr egnum brósti. Tað er onkur, sum hevur boðað honum frá, at hetta skal hann gera. Tað er eyðsæð, hvat ið her er á vási. Tað er løgmálaráðið í Danmark, sum hevur før­ oysku løgregluna undir sær, og teir hava sæð, at tær av­ lurtingarreglur, sum galda í Danmark, ikki eru í gildi her. Tað ber til hjá føroyingum at tosa í telefon uttan at danska løgreglan kann vita hvat ið tosað verður um. Løgmálaráðið kann tí held­ur ikki siga útlendsku sam­starvsfelagum sínum, hvat ið føroyingar hugsa og gera. Hetta vil danska løg­ málaráðið ikki longur lata sær lynda, og tí skulu teir sleppa framat at lurta eftir øllum tí, ið føroyingar tosa um í telefon og samskifta um á teldum. Hetta er eisini gald­ andi fyri facebook, twitter og aðrar sosialar miðlar. Tað er hetta, sum fólk ógvast um. Tey halda, at nú verður gingið teimum ov nær, og tí flýggja tey í torvum frá teimum flokkum, sum vilja, at danir skulu fylgja við í øllum tí, sum vit gera í Føroyum. Tey vilja ikki lata sær lynda, at útlendingar skulu sleppa at lesa okkum sum eina opna bók. Politiska elitan spælir kvotabaronar Kaj Leo og avlurtingarpakkin