hósdagur 8. mai 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fjølmiðlar bera stórtíðindi nú um
dagarnar.
Nú skal Skráseting Føroya og
ivasama eftirlit hennara í málinum
um Eik Grunnin kannast!
Tíðindini koma úr Løgtinginum.
Har ganga tingfólk, kropp á kroppi,
upp á røðarapallin við avgjørdum
útsagnum um, at nú skal ikki bert
falleraði Eik Grunnurin og hansara
virksemi granskast. Nei, nú má
eisini grunnaeftirlitið, ið Skráseting
Føroya stendur fyri, leggjast undir
sjóneykuna!
1.303 dagar ov seint
Í grundini er hetta tann beri handa
tváttur.
Løgtingsfólk,
landsstýrið
og
miðlar hava í áravís vitað, at leik
luturin - ella rættari tann manglandi
leiluturin - hjá Skráseting Føroya í
Eik-málinum má endavendast.
Nærri tilskilað eru tað í dag neyvt
1.303 dagar síðani, at undirritaði
alment heitti á landsstýrið um at
kanna manglandi eftirlitið, ið Skrá
seting Føroya hevur ábyrgdina av.
Reaktiónstíðin
hjá
politisku
elituni í landinum er merkisvert
long.
Á hædd við Bankamálið
Málið um Eik Banka, Eik Grunnin
og ússaliga eftirlitið er beinleiðis at
sammeta við illa gitna Bankamálið
í 90-árunum.
• Tá var danska fíggjareftirlitið
ikki nóg strangt. Hesaferð var
galið við føroyska grunnaeftir
litinum.
• Tá fóru stórbankar í Føroyum á
húsagang. Nú eru bæði størsti
banki Føroya og ein milli
ardastórur grunnur farnir av
knóranum.
• Tá legði danski staturin rygg til
við umleið trimum milliardum
krónum.
Hesaferð
sprændi
danski staturin (Finansiel Sta
bilitet) umleið tríggjar milliardir
krónur inn í Eik Banka-sam
takið.
Hvør er so munurin á Banka
málinum frá 90-árunum og Eik-
málinum frá 00-árunum?
Mest eyðsýnt er, at í 90-árunum
stóðu løgtingsfólk oman á hvørjum
øðrum og kravdu onki minni enn
eina dómarakanning av øllum
viðurskiftum, og tað skuldi vera
áðrenn fyrnigarfreistin rann út.
Í Eik-málinum - eftir at ein illa
skikkað leiðsla hevði stýrt banka
samtakinum og Eik Grunninum út á
sjógv - hava tinglimir og landsstýrið
snorksovið.
Nú hevði tað brádliga ikki so
stóran skund at kanna viður
skiftini.
Ikki fyrr enn fyrningarfreistin
fyri møgulig lógarbrot er farin,
og ikki fyrr enn ein danskur fyrr
verandi bankastjóri í Føroyum
úttalar seg, vilja tey gera álvara av
at "venda hvørjum steini".
Loksins - eftir 1.300 dagar í
heingikoyggjuni - birtist áhugi fyri
manglandi grunnaeftirlitinum í
Føroyum.
"Stór skomm" nevnir onkur
hetta, men tað er verri enn so.
Atburðurin hjá tingi og lands
stýri er av gølu-dimensjónum. Um
dømi og trúvirði Føroya er longu
fokið.
Vakthundur ella
lærhvølpur?
Hvør er kjarnin í málinum um
manglandi eftirlitið við Eik Grunn
inum?
Brølarin hendi tann 9. mars í
2010. Tá góðkendi føroyska grunna
eftirlitið,
Skrásetingin,
at
Eik
Grunnurin kundi lata einum neyð
staddum Eik Banka kapital, so at
bankin kundi vera solventur.
Góðkenningin varð givin, uttan
at eftirlitsmyndugleikin framman
undan hevði kannað fíggjarligu
støðuna í grunninum.
Eftirlitið bað ikki um so mikið
sum ein dagførdan og eksternt
revideraðan roknskap fyri Eik
Grunnin. Man mátti hildið, at hetta
var eitt minstakrav.
Tvørturímóti blástemplaði Skrá
setingin lánið úr grunninum við
støði í upplýsingum frá Eik Grunn
inum sjálvum!
Onki kanningararbeiði. Onki
sjálvstøðugt arbeiði. Tað tykist, sum
var bert autopiloturin tendraður.
Hvussu kundi hetta bera til? Tað
vita vit framvegis ikki nú meira enn
1.300 dagar seinni.
Vakthundurin, sum etur úr
hondini á tí, sum skal eitast at vera
undir eftirlitið, er í veruleikanum
ein lærhvølpur.
Skúladømi um
stoltleika-yvirtøku
Aftanfyri liggjandi orsøkin til gøluna
um manglandi grunnaeftirlit skal
finnast í, at føroyskir politikarar
- sum oftast í óðum verkum og av
berum stoltleika - eru grammir eftir
at yvirtaka málsøkir.
Hetta eru stoltleika-yvirtøkur, ið
tæna sum bringuprýði hjá summ
um.
Tankagóðsið aftan fyri stoltleika-
yvirtøkurnar er: tú ert bert ein
rættur
sjálvstýrispolitikari,
um
tú hevur yvirtikið hetta ella hatta
málsøkið.
Um tann einstaka yvirtøkan
er skilagóð, haldfør ella kostar
skattaborgarum pengar hvørt ár,
hevur ongan týdning.
Hon er jú bert ein symbolsk
handling.
Tað er eisini púra líka mikið,
um tann einstaka yvirtøkan er
ófyrireikað og uttan
kvalitet í teirri víðari umsitingini
av málunum, so sum yvirtøkan av
grunnaeftirlitinum er eitt talandi
dømi um.
Og tað hevur heldur onki upp á
seg, at ein yvirtøka er ein útreiðsla,
ið tyngir landskassan hvørt einasta
ár í alla framtíð.
So leingi yvirtøkur kunnu prýða
brattar politikarabringur og útvega
atkvøður, er alt annað líka mikið.
Hvussu við øðrum
eftirlitum?
Ein komandi kanning av Skráseting
Føroya fer helst at vísa, at Skrá
setingin hvørki hevur neyðuga
starvsfólka-, fíggjar- ella fakliga
orku til at hava nakað veruligt
eftirlit við grunnum.
Man má tí við rímiligheit spyrja:
man tað vera so livandi galið, at
aðrir grunnar í Føroyum, ið umsita
milliardir av krónum, eru uttan
reelt eftirlit?
Hetta - saman við ítøkiligu Eik
Grunna-gøluni - eigur at føra til, at
onnur eftirlit koma í ljósmála.
Hvussu við Tryggingareftirlit
inum? Er nakað reelt eftirlit við
tryggingarfeløgum?
Hvussu við Kappingareftirlit
inum? Fjarskiftiseftirlitinum? Post
eftirlitinum? Og so víðari.
Tá
ið
eftirlitsuppgávan
hjá
Skráseting Føroya ikki er nøktandi,
er so nøkur grygd fyri, at onnur
eftirlit virka eftir ætlan?
Hetta eru alt viðkomandi spurn
ingar, ið føroyingar sum borgarar
og skattgjaldarar mugu hava svar
uppá.
Í veruleikanum stendur álitið og
trúvirðið hjá allari eftirlitsskipanini
upp á spæl.
Men hvør veit.
Skulu føroyingar eisini í hesum
samanheingi bíða í 1.303 dagar eftir,
at politiska elitan vaknar og fer úr
politisku heingikoyggjuni?
Fríggjadagur 2. mai 2014 · Nr. 49
tíðargrein
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Karin
Kjølbro
Hans Pauli
Strøm
Sámal Petur
í Grund
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Jógvan
við Keldu
1.303 dagar í heingikoyggju
Málið um manglandi eftirlitið við
Eik Grunninum kann sammetast
við Bankamálið í 90-árunum og eitt
skúladømi um, hvat ið kann henda, tá
ið føroyskir politikarar gera høpisleysar
stoltleika-yvirtøkur av málsøkjum
Brølarin hendi tann 9. mars í
2010. Tá góðkendi føroyska
grunnaeftirlitið, Skrásetingin,
at Eik Grunnurin kundi lata
einum neyðstaddum Eik
Banka kapital, so at bankin
kundi vera solventur