Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sambært meirlutan í Málráðnum er tað føroyska móðurmálið ein illusjón! – Vit hava hóast alt livað við tí og ment tað líka síðani landnám! Regin Eikhólm Tað kann tykjast løgið, at fólk sum eru fødd og upp­ vaksin í Føroyum og líka síð­ani landnám – ættarlið eftir ættarlið - hava fingið tað føroyska málið inn við móður­mjólkini, enn ikki kunnu siga seg at eiga eitt reelt móðurmál, frælst og form­liga legaliserað við til­ hoyr­andi alfabeti. Landnámið við norð­búgv­ um gav okkum tað norrøna málið, sum vit síðani undir skiftandi umstøðum hava ment til tað vit kenna í dag. Til ár 1500 vóru føroyskt, gamaltnorskt og íslendskt ikki so ólík, men tey næst 300 árini var føroyskt mestsum bara munnborið, og í hesum tíðarskeiðið broyttist tað nógv. Í tøttum samstarvi við umheimin og serliga tað euro­ peiska meginlandið gjørd­ist tað føroyska málið eitt sjálv­ støðugt og liv­andi talumál, við ávísari altjóða­gerð í sær. Fyri at varðveita føroyskt sum sjálvstøðugt mál fram­ yvir var neyðugt við einum nøktandi skrivtmáli, og tað tentativa føroyska skrivt­ málið bleiv knæsett í keyp­ manna­havn í 1846, har teir lærdu harrar treytaðu sær, at tað komandi føroyska skrivtmálið etymologisk skuldi hava forn norrønt sum fyrimynd, og í tí sambandi varð tað føroyska málið lagt í eina íslendska ortografi kuvøsu, og út frá tí metti man í Keyp­mannahavn, at kunna fáa eitt nøktandi føroyskt skrivt­mál. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at tað livandi munn­ borna føroyska málið, sum nú í øldir hevði notið gott av ósensureraðum vit­an­ar­ streymi serliga frá Europa – bæði í andans og hand­ans dimensión, við síni menn­ ing og altjóðagerð ikki kundi rúmast í tí miðaldar skrivt­ bundnu íslendsku orto­ grafi­ini, ið sum fráleið meira gjørdist eitt haft enn ein hjálp til sjálvhjálp fyri tað før­oyska skrivtmálið. Skuldi tað autentiska føroyska móðurmálið í skrivt­formi vera lív lagað, mátti onkur broyting koma í, og í hesum sambandi kom eitt broytingaruppskot “Broyt­ing” frá dr. J. Jakobsen í 1895 og ein 7 manna nevnd í Føroyingafelagnum, við bæði dr. J. Jakobsen og V.U. Hamm­ ershaimb sum limum, mælti til at gera nakrar av hesum broytingum, men puristiskt og nationalistiskt erkvisni forðaði fyri hesum. Søgan endurtekur Søgan endurtekur seg nú í Málráðnum, har ein meirluti umboðandi átta puristiskar mál-søgu-frøðingar, hevur ynski um at tvíhalda tað føroyska málið í tí gamla íslendska kuvøsumodellinum frá 1846 og við ætlan um at innflyta tað gamla íslendska alfabetið til Føroyar. Nútíðin brúkar lingvistar sum málfrøðingar og ikki mál-søgu-frøðingar, tí teir hoyra heima á søgu­deild­ini. Hetta átti okkara menta­ málaráðharri at vita, tá hann mannaði Málráðið við bert trimum nútíðar lingvistum og átta puristiskum mál- søgu-frøðingum. Ein mál- søgu-frøðingur umboðar tá­ tíð­ina, meðan ein ling­vistur umboðar nú’ið og fram­tíð­ ina. Kompatibelt føroyskt alfabet Okkara puristisku mál- søgu-frøðingar eru ikki ólíkir talibanum og teirra sharialógum – teir ræðast nú’ið, og vilja / tora ikki at síggja í eyguni, at tað altjóða gjørda føroyska málið í praksis metir danskt, norskt og svenskt sum sínar javnlíkar, men tá talan er um Ísland, so fer mest alt samskifti fram á enskum. Tað er tí ein sjálvfylgja, at vit brúka tað vesturlendska basisalfabetið, ið er saman­ fallandi við alfabetið, sum verður brúkt í danska -, norska - svenska málinum og eisini í tí enska málinum. Reint pragmatiskt er tað neyðugt, at vit hava eitt kompatibelt føroyskt al­ fabet, ið er eintýðugt í ein­ um samskifti. Hetta fyri at kunna gagnnýta ta synergi­ effekt, sum vit fáa av at vera tví – og trý mælt. Sum fá­ ment tjóð við nógvum sam­ skifti út í stóru verð og ikki minst arbeiði uttanlands er tað vesturlendska basis­ alfa­betið eitt must, um før­ oyskt ikki skal enda sum eitt lokalt isolerað krákumál umboðandi eina fordums mis­skilta nationalismu. Móðurmálið? – tað er málið hjá mommuni Ein gamal sumbingur segði: Móðurmálið? – tað er málið hjá mommuni! Ella fyri at sitera fyrrverandi leiðaran á Føroyamálsdeildini á Setri­ num Eivind Weyhe: “Tann vanligi føroyingurin hevur verið alt ov bangin fyri at brúka sítt nátúrliga móður­ mál av ótta fyri at hann ikki dugdi føroyskt, og móður­ málið, ið skuldi verið vong­ urin, ið bar flogið, gjørdist spenni­troyggjan, ið køvdi tank­an.” At skerja okkara alfa­ bet við c, q, w, x og z ger føroyingin til ein funk­tio­ nellan analfabet. Okkara fak­terminologi krevur fult alfabet, tí øll fak taka natúr­l­iga orð við sær. Men okk­ara puristisku mál- søgu-frøðingar ynskja at fabri­kera síni egnu fakorð, sum teir kalla føroysk. Vit kunnu bara hyggja í eina av orðabókunum hjá hesum mál-søgu-frøðingunum ella orðafabrikantum í “donsk føroysk orðabók, Stiðin 1998” : kobling (dk) = køkja (fø), speeder (dk) = skyndil (fø), gear (dk) = gervi (fø). Á vanligum føroyskum eita tey ávikavist kobling, spitari og gir. Dømir av hesum slagi finnast í hópatali, tó treyð­ ugt so, onkur brúkbar orð finnast eisini, men tað sum eyðkennir fleiri av teirra orða­bókum er, at tær eru hópin meiri kvantitativar enn kvalitativar, og flestu av teirra orðabókunum mangla rætt og slætt ein kritiskan ruddandi rættlestur av kvali­ fiseraðum lingvistum fyri at kunna brúkast saman við tí føroyska móður­málinum. Móðurmálið er ikki ein illusjón At meirlutin í Málráðnum ræðist altjóðagerðina av før­ oyska málinum, tað vita vit, og tí vilja tey fyri ein­hvønn prís halda tað før­oyska málið í tí íslendska kuvøsu­ modellinum frá 1846 saman við einum amputeraðum alfa­beti. Um vit harafturímóti lega­lisera okkara móðurmál – sum vit hóast alt hava liva við og ment síðani land­ nám – so kunnu vit sam­an við alfabetinum í Móður­ málsorðabókini sam­skifta um alt á føroyskum máli – eisini fakliga. Móðurmálið er her at skilja sum: “tað mál sum ein hevur lært sum barn og er alin upp við”. Móðurmálið er nevniliga ikki ein illusjón, sum meir­ lutin í Málráðnum vil gera tað til, men tað málið sum vit til dagligt samskifta við á føroyskum. Sambært eini nýggjari kanning (Sosialurin 07.05.14) vilja 64 % av føroyingum hava eitt normalt ABC við c,q,w,x og z, so Løgtingið kann bara konfirmera fólksins vilja og velja framtíðina. Tað grør um gangandi fót – men ilt eygað sær einki gott John William Joensen Formaður í Norðoya Sambandsfelag Stórur tørvur er á vardum bústøðum til fólk við skerd­ um førleikum. Hetta hevur lands­stýrið eisini ásannað. Tí er tikin avgerð um at steðga við at keypa vanlig sethús og at umbyggja tey til sambýlir, men heldur fara undir eina tilgongd at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, sum eisini yvir tíð kunnu koma í staðin fyri nøkur av verandi sambýlum. Í dag verður ar­ beitt í Klaksvík og Runavík at byggja hesir týðandi stovnar og myndin er av byggingini undir Fossum í Klaksvík gjár­ kvøldi. Meðan eg tók mynd­ ina var mær lítandi yvir á skúlaumhvørvið hjá ungum lesandi í Klaksvík sum í nógv størri mun nú verður savnað á Tekniska Skúla, sum nú verður ein veruligur lestrardepil í býnum, har hópur av ungum lesandi verða savnað. Bygt verður við fullari kraft um alt landið. Byggingin í Klaksvík á Tekniska Skúla fer at hava nógvar fyrimunir við sær, bæði fyri tey lesandi, lærarar, onnur starvsfólk og lestrarumhvørvið í býnum sum heild. Á fíggjarlógini eru játtaðar tilsamans 36 mió. kr. til bygging, innbúgv, útbúnað, ráðgeving, eftirlit, umsiting o.a. Útbyggingin av TSK er liðug í 2015. Hetta er bara ein brot­ partur av tí nýskapan og byggiarbeiði sum Sambands­ flokkurin seinastu 10 árini sum ábyrgdarfullur flokkur í skiftandi samgongum hev­ ur sett út í korti og framt í verki. Tí var tað í vanntrúgv at leiðandi Sambandsfólk upp­ livdu at fyrrverandi flokks­for­ kvinna, sum ongan­tíð megnaði at vinna Sam­bands­flokkinum politiska ávirk­an – og ongantíð sæt við politiskari ábyrgd í lands­politikki, lat seg brúka av loysingar hugaðum fjøl­miðla­ fólkum til eitt media-stunt sum hevði eittans enda­mál – nevniliga at seta Sam­bands­ flokkin í ringt ljós. Men vit hava sæð tað fyrr – politiskt hatur hevur sprongt so mangar samgongur - og í Suðurstreymi er tað ein ítrótt at dyrka loysingina og hata vinnuhugaðar flokkar og vinnulívsfólk. Ein styrktur Ríkisfelagskapur At styrkja um ríkisfe­lags­skap­ in hevur Sam­bands­flokk­urin gjørt við at dag­føra felags­ skapin til at verða í trá við tey krøv sum vit til ein­hvørja tíð liva í. Hesi meira enn 100 árini Sambands­flokk­urin hev­ur verið ak­tivur í før­ oyskum politikki hev­ur ríkis­ felagskapurin ong­an­tíð verið sterkari enn júst í dag. Teir sokallaðu full­veldis­flokkarnir undir leiðslu av Kalsberg, Hoydal og av Rana lovaðu fullveldi og fólka atkvøðu, men tá danir søgdu noy til at fíggja full­veldi Føroyar avlýstu teir fólka­atkvøð­una - so fullveldi var ikki so týdningarmikið kortini fyri hesar flokkar. EG eri takksamur fyri at Føroyar seinastu 10 árini hava havt sera arbeiðssamar samgongur, sum hava framt rationaliseringar, veitt lætt til tey sum arbeiða og vilja arbeiða nógv, veitt lætta til tey lágløntu, vunnið tjóðini týðandi rættindi til tilfeingi, útbygt heilsuverkið, útbygt og ment miðnámsskúla skip­ anina, útbygt trygd á sjónum, ja ment alt skúlaøkið, bygt hópin av serstovnum fyri fólk við sjúkum og breki og ikki minst útbygt og lagt lunnar undir útbyggingar av undirstøðukervinum…. oso. fr…. Ongantíð áður í Føroya søgu hevur pláss verið fyri so mongum á miðnám og til hægri lestur sum júst nú. Grundarlagið undir menning og útbyggingum seinastu mongu árini eru støðug polit­ isk viðurskifti og tey hevur løgmansflokkurin syrgt fyri - undir leiðslu av Kaj Leo Holm Jóhannesen. At stríðast fyri sambands­ hugsjónini er ikki altíð tað populerasta men kemur eis­ ini i framtíðini at tryggja børn okkara eina trygga fram­tíð. Eg ynski at børn míni eiga somu møguleikar í ríkja/ríkisfelagskapi sum vit hava! Men børn okkara fara at búgva í einum nógv meira altjóðagjørdum samfelag enn Føroyar eru í dag. Tí er neyðugt at føroyingar átaka sær ein størri leiklut á altjóða pallinum og hava Føroyar gjørt júst hetta undir leiðslu av Sambandsflokkinum har løgmaður enntá hevur drigið heimsveldi, ES, í altjóða gerða­rætt fyri at noyða ES at viðurkenna føroysk rætt­ indi. Hetta er bara eitt av mongum málum sum eru sett á skrá undir leiðslu Sam­ bandsflokksins.... Bert ein jalig heilsan.