hósdagur 8. mai 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUÐUL ÚR GRUNNUM
Minnisgrunnur Sonnu av Skarði
Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976
stovnaði Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“.
Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og
føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær hand-
arbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.
Tygum fáa meiri at vita um minnisgrunnin frá Jákupi Simonsen,
mentamálaleiðara, telefon 30 20 10.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðarætlanir í
tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32,
FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi týsdagin 27. mai 2014. Merkið
umsóknina „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“.
Sanglegat
Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til
sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla at útbúgva
seg meira í solosangi.
Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, mentamálaleiðara,
telefon 30 20 10.
Umsóknir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110
Tórshavn, í seinasta lagi týsdagin 27. mai 2014. Merkið umsóknina
„Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein“.
www.torshavn.fo