Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur André Olsen Enn hevur Víkingur einans megna at vunnið ein dyst av teimum fyrstu sjey, sum var á heimavølli móti B68. Víkingur manglar í kvøld ein av lyklaleikarunum á lið­num. Nýggi miðvallarin Hallur Hansson er úti við leikbanni og tí má Víkinga venjarin finna ein nýggjan mann á miðvøllin til í kvøld. Tað kemur tó væl við hjá Víkinga venjaranum at hann aftur hevur Sølva Vatn­ hamar at ráða yvir. Gestirnir úr NSÍ fingu eina flúgvandi byrjan uppá kapp­ingina. Teir vunnu tríggj­ar sínar fyrstu dystir, men síðani er stígur komin í. Hjá NSÍ er Jens Joensen tøkur aftur til dystin í kvøld. Jens Joensen fekk ein skaða í steypadystinum móti EB/ Streymi og misti tí dystin seinasta vikuskiftið móti KÍ. Einasti NSÍ leikarin, ið ikki er tøkur til dystin er mið­ vallarin Jústinus R. Hansen, ið skifti til NSÍ undan kapp­ ingarbyrjan úr norsk­um fót­ bólti. Jústinus hevur enn ongan dyst leikt, tí at hann er úti við einum skaða. Sum skilst gongur tó rætta vegin hjá Jústinusi nú. Toppur móti botni á Svangaskarði Tað verða tvey lið í hvør sín­ um enda av deildini, ið hittast á Svangaskarði sunnu­dag­ in. Meistararnir úr HB hava fingið eina góðkenda byrjan, við 15 stigum av 21 møgu­ ligum. Hóast HB hevur fingið nógv stig, hevur spælið tó ikki verið so flótandi sum vón­að. Men í avgerandi støð­ um, tykist HB liðið at hava stóran kvalitet. B68 hevur víst seg at vera eitt torført lið at møta á Svangaskarði. Enn er tað bara eitt lið, ið er farið av Svanga­skarði við 3 stigum og tað er B36, ið spældi størsta part­in av dystinum móti B68 við einum í yvirtali. Bæði liðini hava onkrar skaðar at dragast við. Hjá heima­liðnum B68 verður Niklas Poulsen ikki við, með­ an danski verjuleikarin Mads Rosenberg er ivasamur. Og hjá HB eru Gunnar Harald­ sen og Alex José dos Santos úti við skaða. Oyggjauppgerð á Skála Skála eigur enn sín fyrsta sigur til góðar í Effo-deildini. Men hóast teir eiga sín fyrsta sigur til góðar, er eingin ivi um, at gongdin hjá Skála peikar tann rætta vegin. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, síggja Skálamenn út til at læra fyri hvønn dyst, ið fer. Og tí er fyrsti sigurin hjá Skála helst ikki so langt burtur. ÍF hevur harafturímóti fingið eina rímiliga byrjan uppá landskappingina. Úrs­ litini hava verið skiftandi, men fuglfirðingar síggja út til at hava stórar dygdir í hóp­inum. Millum annað kom tað til sjóndar, tá ÍF á heimavølli smurdi EB/Streym av skíris­ hósdag. ÍF hevur annars havt fleiri skaðar at dragast við sein­ astu tíðina, men nú tykist tað sum um, at flestu leik­arar­nir eru tøkir aftur. Tað er ein­ans Høgni Zacharias­sen, ið má sita uttan­fyri sunnu­dagin, tí hann er úti við einum skaða í lær­krik­anum. Oddabrak í Klaksvík Tað er gott lag í báðum legum, nú KÍ og B36 fyrireika seg til fyrsta veruliga oddabrakið í Effo-deildini. B36 hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá Effo-deildina, har teir við framúr góðum og skjót­ um álopsspæli hava gjørt um seg. Serliga hevur Róaldur Jakobsen verið sjónligur á B36 liðnum higartil í kapp­ ingini. KÍ hevur eisini fingið eina góða byrjan uppá lands­kapp­ ingina. Liðið hevur fingið 13 stig av 21 møguligum og er tað avgjørt góðkent í Klaks­ vík, tá hugsað verður um, hvussu árið í fjør hilnaðist. Bæði liðini hava mestsum allar leikarar tøkar til dystin. Einasti leikari, ið við vissu ikki kemur á vøllin hjá B36, er klaksvíkingurin Símun Joensen, ið er úti við einum knæ­skaða. Tað er enn ikki greitt hvussu drúgvur skaðin hjá Símun er. Sperd lið við Margáir Tað verða tvey lið, ið hart hava brúk fyri stigunum, ið hittast við Margáir sunnu­ dagin. EB/Streymur, ið hevur styrkt seg væl undan kapp­ ingini, hevur ikki fingið tí byrjanina, sum fólk í Sunda­ lagnum annars høvdu vónað. 9 stig av 21 møgu­ligum er minni enn hvat mál­setn­ ing­ur­in er við Margáir og tí verð­ur tað heilt sikkurt eitt tendr­að EB/Streyma lið, ið fer á vøllin við Margáir sunnu­dagin. Gestirnir úr AB eru heldur ikki nøgdir við byrjanina av kappingina. AB hevur einans fingið tann eina sigurin í Effo- deild­ini í ár. Hann fingu teir longu í fyrsta umfarið, tá AB heldur yvirraskandi vann 0-2 í Gøtu móti FM-biðlunum úr Vìkingi. Tað er greitt at sterki álops­leikarin hjá AB, Jóan Símun Edmundsson, ikki verður við sunnu­dagin, tí at hann er úti við einum skaða. LIÐ TÍÐINDI AB Skaddir: Jóan Símun Edmundsson (Lærkrikin, 2-3 vikur) Andras Brixen (Lærkriki, óvist) Jógvan Skeel Nolsøe (Óvist hvussu leingi) Morten Overgaard (Helst úti fyri árið) Við aftur: Dion Splidt (Heim úr lestrarørindum) B36 Skaddur: Símun Joensen (knæskaði, óvist) B68 Skaddir: Niklas Poulsen (Knæskadi) Ivasamur: Mads Rosenberg (Baklær) EB/Streymur Skaddur: Arnar Dam (Fótskaði, 1-2 mánaðir) Við aftur: Brian Olsen HB Skaddir: Gunnar Haraldsen (Lærkrikin, óvist) og Alex José dos Santos (Fóturin, 2-3 vikur) í Sarpugerði Grannar bresta saman fótbóltur Fyrsti dysturin í 8 umfari verður longu í kvøld, tá Víkingur og NSÍ bresta saman í Sarpugerði. Tað er eingin loyna at byrjanin hevur verið verri enn vónað hjá Víkingi og tí er svongdin stór í Víkingaleguni til dystin í kvøld