Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 9. mai 2014 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur VIT TIPPA Tróndur Arge tippar... 1: Heimasigur X: Javnleikur 2: Útisigur Fótbóltsserfrøðingarnir hjá Miðlahúsinum tippa skiftivís um umførini í Effodeildini Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 B36 7 5 2 0 19 9 +10 17 2 HB 7 4 3 0 16 6 +10 15 3 KÍ 7 4 1 2 11 8 +3 13 4 NSÍ 7 3 2 2 12 8 +4 11 5 ÍF 7 3 1 3 13 13 0 10 6 EB/Streymur 7 2 3 2 9 9 0 9 7 Víkingur 7 1 4 2 7 9 -2 7 8 B68 7 1 2 4 6 12 -6 5 9 AB 7 1 1 5 7 16 -9 4 10 Skála 7 0 3 4 3 13 -10 3 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 1 x 2 ÍF Skaddur: Høgni Zachariassen (Lærkrikin) KÍ Allir mans tøkir NSÍ Skaddur: Jústinus R. Hansen (Skurðviðgjørdur) Við aftur: Jens Joensen Skála Skaddur: Poul N. Poulsen (Liðbandsskaði, óvist) Víkingur Skaddur: Dánial Pauli Lervig (Langtíðarskaddur, økslin) Ivasamir: Hans Jørgen Djurhuus og Atli Gregersen Leikbann: Hallur Hansson (5 gul kort) Fríggjadagur Kl. 19:00 Dómari: Lars Müller Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Dagfinn Forná Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Rói Jacobsen Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Rúni Gáardbo Sunnudagin Kl. 15:00 Dómari: Eiler Rasmussen NSÍ vitjar grannarnar í Gøtu fótbóltur Tróndur tippar: Undan kappingarárinum hevði eg sett Víking til at vinna hendan dystin, men gongdin í ár hevur gjørt at eg eri tættari at seta eitt 2-tal á enn eitt 1-tal. Víkingur hevur ikki »killara- instinktið« í løtuni og tí trúgvi eg ikki teir vinna á NSÍ, sum spælir við fullari orku til seinasta bríksl. Víkingur verður helst omaná í løtum, men hevur ringt við at umseta til mál. NSÍ spældi ikki seinna hálvleik móti KÍ rætt, men fingu stig í evstu løtu. Tað sigur eitt sindur um NSÍ, sum hevur verið betri enn EB/ Streymur í tveimum dystum, men bara fingið tveir javnleikir um hugt verður eftir 90 minuttum. Eg haldi bæði liðini hava mál í sær, men farna vikuskiftið spæla bæði 1-1. So 1-1 er eitt upplagt úrslit. Tróndur tippar: Tvey lið, sum eru í trupulleikum. Faktist, so havi eg slett ikki EB/ Streym sum nakran stóran favoritt, tí argjafrensarnir eru farnir at klóra frá sær, meðan EB/Streymur spælir uttan yvirskot og kreativitet.  Í fjør hevði hetta verið guff fyri eitt hart arbeiðandi AB lið, men í ár manglar kynisman í fremstu rekkju, samstundis sum verjan ikki er eins trygg. Tí kann EB/Streymur við einstøkum góðum álopum fáa fullan valuta, meðan AB ikki hevur tikið av sínum møguleikum. EB/Streymur vinnur, tí teir eru vandamiklari frammanfyri málinum. Tróndur tippar: HB maskinan koyrir víðari um viku­skiftið. Teir hava í tveimum førum vunnið á AB, og dysturin sunnudagin er heldur ikki so nógv øðrvísi, tá hugsað verður um plasering­ina hjá B68 á stigatalvuni. B68 og AB eru tó ymisk í spæli­ stíli, og helst verður tað ikki inni í fimm-metrinum, at bóltarnir verða skallaðir í málið hjá B68, sum hevur stórar og sterkar miðverjar, um­framt Kristian Joensen í mál. Hinvegin, so hevur HB í løtuni so nógvar streingir at spælara upp á, at tað er nokk til at eg tippi eitt 2-tal her. Tróndur tippar: Her skuldi eg víst meg sum ein mann og tippað minst javnleik, um ikki ein sigur til Skála. Teir eru betri enn tey flestu munnu rokna við. Teir spæla kortini rætt og hava fingið stig í trimum dystum í ár. Stigini eru hinvegin komin móti AB, Víkingi og B68. Tað eru lið sum antin eru mett sum lið í botninum, og so Víkingur, sum ikki er komið í gongd. Tí havi eg sett eitt 2-tal her. ÍF hevur tó ikki prógvað nakað serligt í ár og tí var eg leingi í iva um ein javnleik. Eg velji tó ein 1-0 til 2-1/3-1 sigur til ÍF. Millum annað tí eg ikki trúgvi at ÍF vinnur stórt, og at Skála ikki klárar at skjóta meiri enn eitt mál í hesum dystinum. Tróndur tippar: Í farna umfari vóru fleiri javnleikir og tað eru upplagdir javnleikir aftur hetta vikuskiftið. Hetta er ein av teimum, men sum heild hava teir tænt mær illa. Tí havi eg B36 til enn eina ferð at vinna ein dyst í ár. Teir spæla ikki bara væl, men teir eru avgjørdir frammanfyri málinum. Teir skjóta tey málini, sum teir skulu fyri at vinna fót­ bóltsdystir og tað prógvaðu teir sunnudagin móti EB/Streymi. KÍ hevur fingið eina meiri enn góðkenda byrjan upp á kappingar­ árið, tí er tippið til hendan dystin á einum eitt sindur veikum grundar­ lagi, men eg velji at halda fast um góðu gongdina hjá B36 í ár.