Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014 4 VIKUSKIFTI lagt til rættis: Eyðun Klakstein Teir undurmettu Gloym Paris, London og Rom eina løtu og droym teg burtur til aðrar býir, sum eru undirmettir og avgjørt eina vitjan verda. Her eru nakrir av mest spennandi býunum at vitja í 2014 Verona Italia Norðuritalski býurin er kendur fyri søguna um Romeo og Juliu og fyri at verða ein operabýur. Verona er vakur og romantiskur allar árstíðir, og við nógvum leivdum frá rómverska tíðarskeiðnum kann býurin eisini bjóða spennandi søgu. Líkamikið, um tú ynskir at taka tær av løttum á kaffistovum, uppliva opera og mentan, síggja søguligar leivdir ella eta góðan mat, so kann Verona eftirlíka tínum ynskjum. Valencia Spania Ert tú til summar, strond og sól, ella til list, arkitektur og mentan, so er Valencia við eysturstrondina í Spania eitt framúr ferðamál. Býurin angar av søgu og bjóðar nógvar søguríkar bygningar, fortovscaféir, matstovur, listasøvn og ikki minst óveruliga Lista- og Vísindabýin, sum arkitektarnir Santiago Calatrava og Felix Candela hava skapt. Fólkið er fyrikomandi og vinarligt, og leitar tú burtur frá teimum mest uppløgdu ferðamannagøtunum, kemur tú í samband við tey veruligu lokalu støðini. Sarajevo Bosnia-Herzegovina Í 1914 setti eitt skot í Sarajevo gongd í fyrra heimsbardaga, og eitt skifti í 90’unum var Sarajevo kallaður heimsins vandamiklasti býur í sambandi við stríðið á Balkan. Men teir dagar eru farnir. Nú er Sarajevo millum tryggastu høvuðsstaðir í Europa, og ymsu fólkasløgini og trúarbólkarnir liva friðarliga saman. Fortíðin hjá Sarajevo ger býin fjølbroyttan og hugtakandi at vitja. Sochi Russland Býurin við Svartahavið hýsti fyrr í ár olympisku vetrarleikunum, men býurin er líka nógv kendur fyri gott veðurlag, pálmar, stórslignar urtagarðar og strond. Úr Sochi er stutt til høgu fjøllini í Kaukasus, har útsýnið út yvir landslagið er imponerandi. Í Sochi kanst tú uppliva nýggjan arkitektur, frálíkar familjumatstovur, lívligar náttklubbar og bíligar marknaðir. Erbil Irak Hoyra vit um Irak, hugsa vit um ófrið, bumbubrestir og kríggj, men býurin Erbil (ella Arbil) kann fáa teg at gloyma alt, sum áður hevur hoyrt um Irak. Erbil liggur í Kurdistan har norðuri í Irak, og nú ber til at flúgva beinleiðis til nýggja flogvøllin í býnum umvegis Wien ella Frankfurt. Oljupengar eru í blómandi Erbil, sum hevur vunnið heiðurin á verða ársins arabiski ferðavinnubýur í 2014. Fyrstu búsetingarnar í økinum vóru gjørdar fyri 6000 árum síðani, men í dag er Erbil er ein framkomin og spennandi býur at vitja.