Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014 5 VIKUSKIFTI býirnir Bratislava Slovakia Tann einaferð linligi høvuðsstaðurin í Slovakia hevur fingið nýtt lív, eftir at Slovakia í 2004 fór upp í Europeiska Samveldið. Nú er lív og lívligt í býnum, og ikki minst gamli býarparturin í Bratislavia er av álvara komin til sín rætt við hugnaligum torgum og smølum gøtum, har tú kanst njóta ein sterkan kaffikopp ella fara á matsovu. Vaduz Liktinstein Pinkutjóðin í miðeuropa er ikki nógv størri enn eitt frímerki, og fert tú til handils, kanst tú renna teg inn í prinsin. Men landið hevur tú vakurt landslag, modernaðar býir og mentan at uppliva. Vaduz er lítil býur, har tú kanst spáka býin á tamb uttan at leggjast við sinadrátti. Í býnum er slottið hjá prinsinum og listasavn at vitja. Og stuttur teinur er úr býnum til fjøllini, har tú kanst fáa framúr náttúrukenslu og útsýni. Riga Letland Nýggjast limurin í fínu europeisku familjuni er Riga, sum er europeiskur mentanar­ høvus­staður í 2014. Lítli og sjarmerandi høvuðsstaðurin er ein fragd at vitja. Á ævin­týr­ kendum gøtum í gamla býarpartinum kanst tú detta inn á kaffistovur ella matstovur, og hevur tú hug til meira stórbýarkent umhvørvi, finnur tú tað eisini í Riga. Kotor Montenegro Kotor liggur bert 70 kilometrar frá einum tí kendasta og helst best um­tókta býnum við Adriatarahavið, Dubrovnik í Kroatia, men Kotor er minst líka hugtakandi og hugna­ ligur býur. Bláa Bokta Kotorska víkin, gamli býurin , kirkjutorn, fjøll­ini kring býin og róliga atmos­feran gera Kotor til ein goymdan gimstein á Balkan. Vancouver Kanada Havnabýurin í British Columbia har vesturi í Kanada er ein óvanliga vakur býur, sum bjóðar stórbýarkenslu og náttúruumhvørvi hvørt um annað. Høgu bygningarnir kappast við fjøllini í baksýninum, og við parkum og strondum í nánd, velur tú sjálvur, um tú vilt liva stórbýarlívið ella koma nærri náttúruni. Vancouver er ein sera samansettur býur, og meira enn helmingurin av fólkunum í býnum hava onnur mál enn enskt sum sítt fyrsta mál. Men tað er bara við til at gera býin meira spennandi og fjølbroyttan.