hósdagur 8. mai 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014
6
VIKUSKIFTI
Hvat er starv títt?
– Formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hvussu væl er tú nøgdur við nýggja sátt
málan, sum er gjørdur við arbeiðsgevararnar?
– Hampiliga væl nøgdir við lønarhækkanina,
men ikki við avtalurnar, sum heild.
Hvørja uppliving sum fakfelags
formaður minnist tú best og hví?
– Ein av teimum upplivingum eg minnist best var,
tá Havnar Arbeiðsmannafelag fekk polittikkarnar at
leggja lógaruppskot fram á føroya løgting, til at lóg
geva fyri, at øll á privata arbeiðsmarknaðinum fingu
sama rætt, sum tey á almenna arbeiðsmarknaðinum,
til at vera heima hjá sjúkum barni/børnum fyrsta
og annan sjúkradag við løn. Eitt av teimum fáu
minniluta uppskotum, sum eru samtykt.
Hvat upplivir tú
oftast sum fak
felagsformaður?
– At loysa uppgávur
fyri limirnar, tá teir
hava trupulleikar
av einum ella
øðrum slag.
Hvønn tónleik dámar tær best?
– Mær dámar sum so allan góðan tónleik,
men best dámar mær country.
Hvat ger teg í góðum lag?
– Tá kona, børn og abbabørn og øll
míni eru frísk og hava tað gott.
Hvat ger tú í frítíðini?
– Eg brúki frítíðina til rættiliga nógv. Millum
annað til familjuna við eini hjálpandi hond,
og mær dámar serstakliga væl at fiska.
Ferðast tú í
egnum landi?
– Eg má siga, at
tað er tíanverri
alt ov sjáldan.
Er tú til aktiva feriu ella vil
tú sleikja sól á strondini?
– Tá eg eri uttanlands, dámar mær væl at
fara til ymisk tiltøk saman við familjuni.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
– Tíðindum og ítrótti.
Hvønn ítrótt dámar tær best?
– Fótbólt (Liverpool).
Hvat er tín lívrættur?
– Góður ræstur fiskur við spiki afturvið.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
– Bíblian og bókin »Fólkini úti á Bø«
har mínir forfedrar búleikaðust.
Hvussu ber tað til, at John F.
Kennedy, forseti, sáli, vistu so væl
um føroyingar? Um framtíðina í
Føroyum? Hann, John, doyði fyri
meira enn hálvari øld síðani. Og
øll í Føroyum grótu. Tí John var
sannur Føroyavinur. Hann gav
føroyingum eini góð vinarráð.
Hann dugdi at spáa – um fram
tíðina.
Hóast nógvir ráðgevar, so sum
sekkjaðir stjórar, eru í Føroyum,
lurta føroyingar ikki eftir góðum
ráðum.
Og føroyingar lurtaðu
heldur ikki eftir ráðunum frá
35. forsetanum í Guds sameindu
statum.
Í 1961 segði John F. Kennedy
orðini, sum áttu at týtt meira enn
Faðir vár í Føroyum, men gera
tað ikki.
John segði: spyr ikki, hvat
land títt kann gera fyri teg, spyr,
hvat tú kanst gera fyri land títt.
97,87 prosent av føroyingum
hava ongantíð hugsað so frægt,
at tey kunnu gera okkurt fyri
Føroyar, annað enn at rýma til
Danmarkar.
Føroyingar spyrja ikki, hvat
landið kann gera fyri meg, men,
hvat landið skal, SKAL, gera fyri
meg.
Frælsi, javnaður og brøðralag
vóru herrópini hjá einari rørslu,
sum fór í langommu sína.
Krøv, mótmæli og misnøgd
eru fylkingarmerkini hjá føroy
ingum bæði í exil og inil.
Ein hvínandi tjóðfuglur kemur
at venda ultimo vetur, tjóðsang
urin er ein náttúruromantisk bøn,
og vit eru, sjálvandi, serstøk tjóð.
Men vit kunnu pínadoyð einki
gera fyri landið. Landið skal gera
alt fyri okkum.
Ansa børnunum, gera handlar
í doyggjandi bygdum.
Initiativ. Hvat hundin er tað?
Ein býur í russiska partinum av
Ukreina.
Onkur gremur seg um, at alt
ov lítil mentan er í føroyskum
fjølmiðlum. Tað passar ikki, har
flýtur yvir av kravmentan hvønn
einasta dag. Landið skal hetta, og
landið skal eisini hatta og hatta
og hatta.
Nú vit hava glataðu tjóðar
sálina uppi og venda, kunnu vit
tað sama taka við, at so nógvar
kappingar eru um ársins hetta og
ársins hatta og ársins okkurt heilt
annað. Interrós og interherða
klapp, bíligt vín og pinnabitar
seinnapart fríggjadag.
Nær innstilla vit og kjósa
ársins nøgda føroying? Ongantíð.
Nøgdir føroyingar eru ikki til,
ikki í Føroyum.
Í Danmark eru nógvir væl
nøgdir og væl gøddir føroyingar.
Keypmannahavn er tó ikki
sami býur hjá mær, síðani frá
líka bjórstovan Plan B stongdi
nýggjársaftan í 2011. Eingin
planur b er fyri Plan B.
Plagi at standa eina løtu og
syrgja við einari sterkari øl úr
Irma-handlinum beint við á
trappusteininum í Frederiksborg
gade 48 og minnast Plan B, tá
eg eri í Kjøben. Hølið er tómt.
Har er einki annað flutt inn. Har
vóru ølkranarnir, har stóð plátu
spælarin, har er lemmurin niður
í kjallaran, har var gamla sofan.
Alt er burturi, eisini stuttligu
myndirnar, alt. Men uttan iva er
sálin, Plan B sálin, har inni enn.
So er at royna okkurt annað.
Sunnudagsdjass í Axelborg
Bodega til dømis.
Ein tíðarlummi. Djassur sum í
fimmtiárunum, winarsnitsil sum í
sekstiárinum, stórur sum ein LP-
pláta, og eingin, uttan genturnar í
barrini og so eg, yngri enn 65.
Undarlig samkoma. Tá eini
hjún fara, sigur ein maður við
tey, í tí tey fara fram við hansara
borði, »tak for i går.«
Ókei, tey kennast og hava
verið saman í onkrum góðum
gildi í gjár, hugsi eg.
Men tey farandi reagera ikki.
Einki »selv tak« haðani. Tey
kennast ikki.
Og eg fati so, at maðurin, sum
segði »tak for i går,« segði »tak
for, I går.«
Honum dámar einki hesi
hjúnini, sum fara. Hví, veit eg
ikki, og eg spyrji heldur ikki.
Kona hansara hvessir í hann.
Soleiðis ber ikki til at bera seg at.
Tað vil hann skíta á.
Eg fari eisini. Eingin takkar
fyri tað.
Og eingin planur b er.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
hans joensen
lagt til rættis: Leo Poulsen
Góður ræstur
fiskur við
spiki afturvið
Tað sigur Hans Joensen um lívrætt sín. Hann
er inkarneraður Liverpool fjeppari, og honum
dámar sera væl at fiska. Og so ger tað hann
í góðum lag, tá kona, børn og abbabørn og
øll hansara eru frísk og hava tað gott
Landið SKAL