Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014 8 VIKUSKIFTI LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein Um vikuskiftið verður Frigg festivalurin hildin fyrstu ferð, og festivalurin bjóðar bæði kendar bólkar og nýggjari nøvn Tónleikur úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark verður í fokus í Kongens Have í Keyp­manna­ havn um vikuskiftið. Frigg festi­ valurin verður hildin fyri fyrstu ferð, og tað verður ein fjøl­broytt og spennandi skrá, sum festival­ gestirnir koma at uppliva. Tey kendastu nøvnini eru Medina, Týr, Eivør, Hanus G. Johansen, Bubbi Morthens og Páll Finnur Páll. Her er nakað av tí, sum kann upp­livast í Kongens Have fríggja­kvøldið og leygardagin. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár eru nýggir tónar at hoyra frá Kristleif Zachariasen Umtríddi leikstjórin Roman Polanski ger nýggjan film í Fraklandi, har kona hansara hevur høvuðsleiklut Fríggjadagin letur upp nýggj fram­ sýning í Galarie Focus í Havn. Joel Cole og Amariel Norðoy fara at sýna fram verk á felagsframsýning. Joel Cole vaks upp í Minnesota í USA, har hann var umgyrdur av skógi, áum og stórum víddum. Joel brúkar náttúruna í sínum verkum, sum eru gjørdur úr træi Í umrøðu av framsýningini verð­ ur sagt soleiðis um verkini hjá Joel: – Ein holl og djúp vitan um tað organiska tilfarið loyvir Joel at spæla við tær lítlu nuancurnar ímillum konsistens, mynstur og lit. Við at arbeiða uttan tekningar og fá mát loyvir Joel tilfarinum at avgera, hvat verður sett saman og hvussu. Listarligu møblarnir, stand­myndirnar og vasarnir, Joel skapar, spæla við markið ímillum list og funktionalitet og bjóðar definitiónini av list hjá áskoð­aranum av. Amariel Norðoy, sum er grafik­ ari og málari, telist millum okkara kendastu listarfólk. Hann hevur í ein mansaldur sýnt síni verk fram her í Føroyum og í út­land­ inum. Afturvendandi tema hjá Amarial Norðoy eru skiftandi ljósið, báturin og útróðrarbørn. Flestu myndirnar eru íblástur frá upp­vøkstrinum í Klaksvík, Mikladali og Kalsoyarfjørði. Fernisering verður í Galerie Focus fríggjadagin frá kl. 16.00, og fram­sýningin er opin til 22. mai. Seinasti filmurin, sum Roman Polanski hevur leikstjórnað, kallast »La Venus à la Fourrure« – Venus í pelsi. Filmurin byggir á ein sjónleik við sama navni, sum David Ives hevur skrivað. Upprunaliga skal fyrsta skaldsøgan hjá Leopold von Sacher-Masoch hava ligið til grund fyri sjónleikinum. Filmsútgávan av søguni var frumsýnd á filmsstevnuni í Cannes í fjør og vann fyrr í ár franska heiðursløn. Filmurin snýr seg um ein leik­ stjóra, sum leitar eftir høvuðs­ leikara til ein sjónleik. Tá ið hann er á veg úr leikhúsinum eftir langan dag við royndum, kemur ein kvinna á gátt, sum til fulnar dugir leik­lutin. Leikstjórin verður púra burtur í kvinnuni, og filmurin fylgir gongdini í forholdinum millum leikstjóra og høvuðsleikara. Mathieu Amalric, sum er kendur sum skurkur í James Bond film­inum Quantum of Solace, hevur leiklutin sum leikstjórin, og Emmanuelle Seigner spælir kvinnu­liga høvuðsleiklutin. Emmanuelle Seigner er kona Roman Polanski og hevur spælt við í fleiri av hansara filmum. Seinastu árini hevur ikki verið so nógv at hoyrt til Kristleif Zachariasen. Kristleif, sum er 32 ára gamal og úr Kollafirði, hevur givið tvær fløgur út. Í 2004 var tað ”Litleysir blettir” og í 2006 ”On The Road”. Kristleif kom annars av álvara fram, tá ið hann var singer/songwriter tónleikakappingina í 2004. Kristleif hevur nú innspælt nýggjan sang, sum hann hevur skrivað saman við vinmonnunum Tórir Mikkelsen og Jónsvein Sverrason Joensen. Sangurin kallast ”Hvønn dag2 og er upptikin í studio hjá Finni Hansen, sum eisini hevur framleitt sangin. Tey, sum spæla saman við Kristleif á nýggja sanginum, eru Agnar Lamhauge, Rógvi á Rógvu, Ragnar Finsson, Tóra Restorff Jacobsen og Finnur Hansen. UPPLIV! Joel og Amariel sýna fram Venus í pelsi Kristleif við nýggjum sangi Frigg við kendum og nýggjum tónleiki Joel úr Minnesota og Amariel úr Klaksvík sýna fram í Havn komandi dagarnar Kaleo Kaleo er nýggjari íslendskur bólkur, sum hevur vakt ans seinastu tíðina. Teirra heimabryggj av frígjørdum poppi og ósmædnum rock n' roll er rættiliga øðrvísi enn alt annað, sum goysir upp úr íslendskum jørðildi. Fleiri halda, at Kaleo verður næsti íslendski bólkurin, sum fer at gera vart við seg uttan fyri Ísland. Nanook Ein tann best umtókti bólkurin í Grønlandi, sum spælir melodiøsan rocktónleik. Brøðurnir Christian og Fredrik K. Elsnr eru høvuðsmenn í bólkinum, sum gav sína fyrstu fløgu út í 2009. Teir hittaðu beinanvegin og hava síðani verið eitt stórt navn í grønlendskum tónleiki.