Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014 9 VIKUSKIFTI Mánamorgunin var ein rættiliga sermerkt kravgonga í Keyp­manna­ havn Tað var ein bólkur av fólki, sum gekk á leið­ini við Christiania í Keypmannahavn og kravdi, at hassj verður gjørt lógligt. Mitt í rúgvuni gekk ein maður í føroyskum klæðum. Tað var formaðurin í felag­num Hampafólk, Arnfinnur í Birtuni, sum brúkti hetta høvið til at fáa føroysk klæðini upp í stríði fyri fríum hassji. Í mótmælisgonguni kallaði hann seg Nólsoyar Páll og ætlanin var, at hann skuldi halda røðu fyri 10.000 fólk­um í Keyp­manna­ havn í morgun, sigur hann á Face­book, haðani myndin er. Hann sigur eisini, at eitt enda­ mál við hesum er at provokera her heima í Føroyum. Í 1985 lat eitt savn við 550 verkum hjá spanska listarmanninum Pablo Picasso upp í París. Savnið hevur umleið 300 málningar og 250 skulpturar at sýna fram. Í 2009 lat savnið aftur, tí um­ vælingar skuldu gerast, og síðani hevur savnið verið stongt, hóast upp­runaliga ætlanin var, at tað langt síðani skuldi verið latið uppaftur. Seinastu boðini vóru, at Picasso savnið í París umsíðir skuldi lata upp til summarið, men nú hava myndugleikarnir boðað frá, at savnið letur ikki upp fyrr enn í heyst. – Eg stúri og eri keddur. Tað er óvirði­ligt, at savnið ikki letur upp aftur, sigur Claude Picasso, sum er sonur Pablo Picasso. Hann heldur, at Frakland legg­ur einki í Picasso, og tí gong­ur tað so seint við um­væl­ing­unum av savninum. Franska mentamálaráðið hevur annars brúkt 380 milliónir krónur til renovering av savinum, og sambært myndugleikunum er trupulleikar við at gera avtalur við teir 40 vaktirnar, sum skulu starvast á savninum. Tí er upplatingin av savninum útsett. Føroyskur búni á Pusher Street Sonur Picasso er illur Føroyingur hevur gingið í føroyskum búna í Keypmannahavn og kravt frítt hassj – Hetta er óvirðiligt, sigur sonur Picasso, nú franskir myndugleikar enn einaferð hava útsett upplatingina av Picasso savninum í París Í týska býnum Greifswald hava tey árligan festival, tey kalla Nordischer Klang. Festivalurin leggur dent á norðureurpeiska mentan, og eisini føroyskan mentan er umboðað. Á festivalinum verða 40 kon­ sertir hildnar, filmar sýndir, og eisini verður skipað fyri fram­ sýningum og fyrilestrum. Í Greifswald er næstelsta uni­versi­tet í Europa, og har hava tey eina norðurlendska deild, sum millum annað eisini granskar í føroyskum máli og mentan. Har hava tey millum annað fingið yrkingar eftir Janus Djurhuus týddar til týskt. Í fjør gav Stanley Samuelsen út fløgu, har hann hevði gjørt tónleik til 12 yrkingar hjá Janus Djurhuus. Og fleiri av hesum sangum vórðu spældir, tá ið Stanley hevði sína framførslu. Fólkasangarin hevur verið við á festi­ vali í Greifswald Stanley framførdi Janus í Týsklandi Rasmus Lyberth Rasmus Lyberth er grønlendskur sangari, sangskrivari og sjón­ leikari. Hann hevur síðani sjeyti­ árunum verið ein tann mest væl­umtókti sangarin á grøn­ lendska tónleikapallinum. Hann hevur við rødd síni latið upp fyri grøn­lendskum tónleiki langt út um grøn­lendsku landamørkini, hóast hann í stóran mun syngur á sínum móðurmáli. Dangers of the Sea Tónleikarar úr bólkunum Saybia, Efterklang og Slaraffenland manna Dangers of the Sea, sum spælir indierock. Teir hava spælt á eitt nú Roskilde Festivalinum og á Spot, og vóru í november tilnevndir til tríggjar heiðurslønir, sum tónleikaritið Gaffa lat. Bubbi Morthens Bubbi Morthens er ein legenda í íslendskum tónleiki, og Bubbi hevur eisini havt tætt tilknýti til Føroyar og føroyingar gjøgnum árini. Hann hevur verið eitt tónlistarligt miðpunkt í Íslandi í fleiri áratíggju við vælskrivaðum protestsangum um tann kalda og kyniska heim, sum hóast alt hevur nógv góð menniskju í sær. Vök Vök er ein elektronisk trio, sum kemur úr Hafnafirði. Tey vunnu árligu tónleikakappingina, Músíktilraunir í fjør, og hava síðani av álvara ført seg fram á íslendska tónleikapallinum. Vök spælir bleytan elektrotónleik við melodiøsum vokalum. Nine Miles South Dansk-føroyski oddamaðurin Sebastian Mikkelsen er oddamaður í bólkinum, sum heldur til í London. Bólkurin hevur spælt kring um í Onglandi og er í løtuni í studio fyri at taka upp tónleik til nýggja fløgu upp. Nine Miles South spælir melodiøsan rocktónleik.