hósdagur 8. mai 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014
10
VIKUSKIFTI
glitur
og gølur
Leygarkvøldið er Danmark vertur fyri stórstu sjónvarpsending í
heiminum – Eurovision Song Contest. Ella, sum tey flestu kallað tað:
Grand Prix. Nógv er gjørt burturúr, og sum vanligt er tað glitur,
glamour og gølur á vegnum fram móti einum nýggjum vinnara
Grand Prix
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Tá Emmelie de Forrest hevði sungið
seg lidna í Malmø í fjør, var greitt, at
Danmark varð næsti vertur fyri Grand
Prixnum. »Only Teardrops« vann við
281 stigum móti 233 hjá nummar tvey,
Azerbajdzjan.
Eftir kappingina var nógv kjak
aftur og fram um, hvar finalan skuldi
verða í Danmark, og at enda varð av
gjørt at gamla skipasmiðjan á oynni
Refshaleøen skuldi gerast um til eina
Eurovision-oyggj. Pallurin skal eisini
bera dám av skipasøguni og er for
maður sum ein stavnur.
Í ár kappast 37 lond í Eurovision.
Serbia, Bulgaria, Kroatia og Kypros eru
heima, meðan Portugal og Póland eru
afturkomin eftir nøkur ár í útlegd frá
kappingini.
Tey 37 londini skulu síðani gerast
26, tá báðar undankappingarnar hava
verið.
Skeggdaman
Tað, sum mest hevur verður tosað um
áðrenn kappingina, er eysturríkska
skeggdaman Conchita Wurst. Hon er
nakað so óvanligt sum ein transper
sónur við fullskeggi. Russland, ið ikki
er beinleiðis kent fyri at verða homo
vinarligt, hevur, saman við nøkrum
øðrum londum, savna navnalistar inn
fyri at forða fyri, at Grand Prix verður
sent vegna Conchitu Wurst. Conchita
tekur tað heila róligt og heilsar, at hon
dagliga arbeiði hart sum kvinna, men
í frítíðini er ein dovin ungur drongur
sum eitur Tom.
Armenia liggur ovast á listunum hjá
veddingarfyritøkunum og er eisini eitt
av teimum londum, har navnalistar eru
gjørdir at mótmæla Grand Prixnum.
Teirra umboð í kappingini, Aram Mp3,
gjørdi eitt úttalilsi um samkynd, ið ikki
varð væl móttikið av øllum teimum
samkyndu, ið elska Eurovision. Serkøn
innan Eurovision vænta, at hansara
møguleikar at standa ovast á príspall
inum eru falnir orsaka av hesum.
170 miljónir hyggja
Onnur lond, sum veddingarfyritøkurnar
vænta fara at standa seg væl, eru
Svøríki, Ongland, Danmark og Ukraina.
Ukraina er sum vænta eisini eitt
land, ið nógv verður tosað um. Fyri ein
ari viku síðani var ikki greitt, um inn
búgvarnir á Krimhálvoynni skulu at
kvøða sum partur av Russlandi ella sum
partur av Ukraina. Fyri nøkrum døgum
síðani komu boðini, at Krimbúgvar
hava ukrainsk telefonnummar, og
tí skulu tey atkvøða sum partur av
Ukraina. Hvar atkvøðurnar síðani fella,
er ein annar spurningur.
Í fjør vóru tað 170 miljónir hyggj
arar, ið sóu sendingina, og talið verður
væntandi tað sama í ár. Nógv seta
spurnartekin við, um ikki Grand Prix
kostar meira, enn tað gevur, og sama
kjak var eisini í Malmø í fjør. Har vísti
tað seg tó, at lýsingarvirðið var vert
umleið 1,1 miljard krónir, og at inn
tøkurnar av øllum ferðafólkunum vóru
185 miljónir hægri enn undanfarin ár.
Grand Prix
36 lond hava kappast í tveimum undankappingum
týskvøldið og hóskvøldið um at koma til finaluna
leygarkvøldið. 26 av teimum hava fingið pláss í
finaluni umframt vertstjóðina Danmark og tey
fimm stóru londini Týskland, Ongland, Frakland,
Italia og Spania, ið eru tryggjað pláss, tí tey gjalda
mest til kappingina.
Eurovision
Aram Mp3 frá Armenia er favorittur
Danski Basim er eisini ein av teimum, ið veddinga
fyritøkurnar meta sum ein møguleikan vinnara