hósdagur 8. mai 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014
12
VIKUSKIFTI
lívinum...
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Várið er komið, og summarið er fyri
framman. Tíðin og árstíðin gera, at
nógv hugsa um heilsu og vælveru. Fólk
renna og venja og íðka, og nógv verður
gjørt burtur úr at finna hóskandi mat
at eta.
Monika Stauss Joensen hevur í
bókini »Edelweiss og sólarkaffi –
eitt sindur av hvørjum úr Sveis og
úr Føroyum« eisini gjørt sær nakrar
tankar um vælveru – og vitaminir.
– Tað er heilt víst, at ert tú í góð
ari venjing, og ansar eftir hvat tú
etur, gongur alt nógv lættari. Tú kanst
svimja, súkkla, ganga túrar – gongu
túrar eru minst líka gevandi sum
rennitúrar – hoppa band, men fyri
at halda liðirnar væl, er gott at gera
heimavenjingar. Bert 5 til 8 minuttir
um dagin gera mun. At uppbyggja
sær góðar matvanar, haldi eg, er sera
týdningarmikið, um ein vil orka væl,
sigur Monika Stauss Joensen.
Men eitt er at seta sær mál og fara í
holt við heilsuætlanina. Nakað annað
er koma á mál ella verða áhaldandi.
– Tað vísir seg, at tað er ikki altíð
líka lætt at gjøgnumføra tað, tú hevur
sett tær fyri, í longri tíð. Kanska byrjar
tú í nakrar vikur, gongur túr hvønn dag,
ella fert í fitness, etur sunnan kost, men
so minkar hugurin spakuliga burtur
aftur.
– Um eg seti mær ov stór mál við
víkjandi at ganga túrar, fitness og so
víðari, veit eg longu nú, at hetta fer
neyvan at varða leingi, til eg troyttist
og gevist. Men fari eg ein tíma um vik
una til fimleik og gangi nakrar túrar, tá
ið veðrið er hampuligt og geri mínar
dagligu heimavenjingar, so sakni eg tær
løturnar, um eg ikki komi til tað. Tað
sama er við matvanum. Etur tú dagliga
heilsugóðan kost, gagnar ov nógv slikk
og sodavatn slett ikki longur, og ein
kann saktans, við góðari samvitsku,
loyva sær okkurt lekkurt innímillum,
sigur Monika.
Kurar nyttar einki
Summi fólk fara á ferð, tá ið vælveran
skal í hásæti. Sonevndu vælveruferðir
nar eru góðir, men kunnu eisini verða
kostnaðarmiklar.
– Daglig vælvera kann vera í lítlum
og noyðist ikki at kosta nógv. Aftaná
brúsubaðið um morgunin, skoli eg
mær líka við køldum vatni, brúki
okkurt vætukrem til kroppin og geri
nøkur øvilsi fyri beinini. Hetta er ein
góð byrjan uppá dagin og kostar ikki
nógv meira, enn at tú gert tað! Drekk
vatn, gakk trappur heldur enn at taka
elevator, parkera bilin eitt sindur langt
burtur frá, har tú skalt og gang seinasta
pettið. Alt ger mun. Hav nøtur og turr
frukt inni, um tú gert lekkursultin.
Eg rokni við, at alt tað lítla, sum vit
gera hvønn dag, hevur meira at siga í
longdini, enn tað vit gera í einari ser
ligari vælveruviku uttanlands.
Monika hevur eisini roynat tapa seg
nøkur kilo við at fara upp á onkran kur,
men tað slepti hon aftur.
– Eg vigi altíð tað sama, og tað havi
eg gjørt, síðani eg kom til Føroya. Men
eg minnist, at eg eitt skifti sum tann
áringur helt, at eg vigaði ov nógv, hóast
tað bert vóru nøkur fá kilo meira enn
nú. Eg og vinkona mín royndu mest
sum allar slankikurar, sum vit fingu
fatur á. Eg minnist, at vit eina tíð bert
ótu kotelettir, einaferð bert hvítar
bollar, og einaferð ótu vit bert annan
hvønn dag og fastaðu annan hvønn
dag. Endin var tann sami. Tá ið vit byrj
aðu aftur at eta »vanligt«, tóku vit í
heilt stutta tíð tað dupulta uppá, sum
vit høvdu tapt.
– Harafturat tóktist tað, at eftir
hvønn kur var tað strævnari at tapa seg.
Smáar vina-
tænastur hava
stóra ávirkan
– Sól, hiti og litir fylla okkum við nýggjari vón, sigur Monika
Stauss Joensen í práti um várið og páskasiðir
Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í
Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast
dagliga á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon
gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag út bókina
»Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr
Sveis og úr Føroyum«. Í hesi greinarøð taka vit nøkur
evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á.
Mynd: privat
Vælvera og vitaminir