hósdagur 8. mai 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014
13
VIKUSKIFTI
Tað var, sum um kroppurin vildi halda
aftur við at sleppa kilounum. Allir hesir
upp– og niðurtúrar gjørdu, at eg setti
mær fyri, at eg aldrin í lívinum vildi
fara uppá nakran sum helst kur aftur.
Heldur vildi eg finna mær eina vekt,
sum eg føldi meg væl við og finna mær
matvanar, sum eg kundi halda vektina.
Higartil hevur tað rigga.
Vitaminir
Onkur vildi hildið, at Monika hevur ein
sterkan vilja og er disiplinerað, tá ið
hon megnar at halda vektina gjøgnum
árini og árstíðirnar.
– Tað snýr seg helst meira um, at tá
ið tú fyrst hevur funnið út av, hvussu
nógv betri, tú hevur tað, um tú hugsar
um vælveru í tí smáa í gerandisdegnum
og etur hampuliga heilsugott, at so vilt
tú ikki sleppa tí aftur. Afturat hesum
kemur eisini fyrimunurin, at tú hevur
altíð somu klædnastødd og noyðist ikki
at fylla skápið við klæðum, sum tú ikki
fært brúkt, sigur Monika.
Í bókini »Edelweiss og sólarkaffi«
skrivar Monika um ymiskar »vita
minir«, sum hon sjálv hevur funnið
fram til.
– Eg síggi menniskja sum eina heild,
og vit mugu hugsa um at vera væl fyri
likamliga, sálarliga og andaliga. Við
hesum í huga fann eg fram til tær 8
»vitaminirnar«, sum eg havi skrivað
um í bókini. Tær kunnu ikki keypast í
pakkum, tí tær snúgva seg um hugskot,
sum vit kunnu royna og taka við í
gerandisdegnum. Eg vil fegin geva
eina lítla smakkiroynd. Til dømis um
vitamin »V«: »Smáar vinatænastur
kunnu hava stóra ávirkan, ikki minst
fyri teg sjálva. Um tað bert er at halda
hurðina opna fyri tí, sum kemur beint
aftan á tær. Ella at hjálpa einum barni
yvir um vegin. Lívið er fult av smáum
møguleikum. Lat teir ikki fara fram við.
Við at gera øðrum tænastur, verður tú
glað.«
Onkrar vitaminir verða kallaðar L,
U, T og G.
– Taka vit okkurt úr vitamin »S«,
so stendur millum annað: »Savna teg
um tað týdningarmesta hvønn dag.
Ein góður máti at finna fram til, hvat
ið hevur stórstan týdning hvønn dag,
kundi verið at hugsað: Hvat um hetta er
hin síðsti dagurin? Og so endar vitamin
»S« við orðunum, sum Martin Luther
eigur: Um hesin dagur er tann síðsti,
hevði eg plantað eitt træ.«
Mynd: privat
Vísdómsorð:
Eg byrji at skilja, at tað eru
tey smáu, einføldu tingini í
lívinum, sum gera munin.
L.Wilder
Tú skalt brúka:
1 l av mjólk
150 g av sukri
1 tsk av vaniljusukri
150 g av myrkari sjokulátu 80 g av eplamjøli
Sukur til at stroya útyvir við
3 dl av róma
Sjokulátudrúss ella sukurperlur til prýði
Soleiðis gert tú:
• Koyr 8 dl av mjólk í eina grýtu saman við sukri og vaniljusukri
• Brót sjokulátuna í smá petti og koyr tey í mjólkina
• Fá nú mjólkina spakuliga upp á kók. Rør alla tíðina í grýtuni
• Rør eplamjølið saman við restini av mjólkini (2 dl). Stoyt í grýtuna og rør alla tíðina,
meðan alt kemur upp á kók. Kóka í 2-3 min.
• Tak grýtuna av plátuni, stoyt sjokulátukremið í eina skál og stroy eitt sindur av sukri útyvir. Lat nú kølna
• Píska róman og rør hann varliga í sjokulátukremið. Goym eitt sindur av róma til prýði
• Prýð nú við restini av rómanum, sjokulátudrússi ella sukurperlum
Prei: Um tað skal ganga skjótt, kanst tú seta skálina
í eitt fat við køldum vatni og røra í, til tað er kølnað
Prei: Tekur tú hálvar perur úr blikkum, kanst tú gera fitt
tindasvín, sum eru lekkur at eta aftur við sjokulátukreminum.
Tindarnir eru mandlustiftir, og eyguni tveir nelikar
myndir: Kristfríð Tyril, momo
Sjokulátu-
budingur
Eg minnist væl, hvussu spent
eg altíð bíðaði í køkinum, tá
ið mamma mín gjørdi hetta
sjokulátukremið, so eg kundi
sleikja grýtuna og pískaran. Tá
ið eg var liðug at sleikja, segði
mamma hvørja ferð við einum
smíli, at bert kettur høvdu klárað
at sleikt grýtuna reinari.