Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Útróður tá ið egnt varð í trog Ein stórur partur av lívinum hjá Eliesari var á sjónum. Her var bæði talan um útróður og skipsfiskiskap, sum í dag er søga Ú tróður var ein sera manningar­ krevjandi vinna. Í dag verður útróður við línu ikki roknað sum nakað, ið krevur stóra mann­ing. Men tá ið Eliesar var ungur, varð eitt áttamannafar ikki roknað fyri at vera mannað, um tað ikki vóru átta mans við, har høvuðsarbeiðið var róðurin til og frá fiski­miðini. Einki spæl var, so línan mátti dragast við handamakt. Róð varð bæði suður eftir og norð eftir. Men Kirkja lá væl fyri, so teinurin var vanliga ikki so langur. Tað kundi vera ein tíma hvønn vegin at koma á og av fiskileið undir vanligum umstøðum. Fugloyingar róðu út við árabáti fram til 1930. Tað hava verið nógvir buldra­sligur útróðrardagar. Símun Hansen greiðir frá einum slíkum ringum degi í 1921 í bókini Havið og Vit, 2. partur. Tá var Eliesar eisini við. Í dag verður egnt í stampar, um teir ikki hava egningarmaskinu! Tá varð egnt í trog. Í hvørjum kassa vóru eini 10 stykki á 60 favnar, og vanliga vórðu settir 4 kassar ella 40 stykkir. Egnt varð við øðum og gággum, sum teir dreggjaðu inni í Sundi. Øðan mátti vera fesk. Tað var goggan sum oftast eisini, hon varð goymd í gággukøssum, har hon kundi liva. Í dag verður lína sett gjøgnum eina rennu, meðan hon tá varð sett »við hond«, sum tók nógv longri tíð. Flot og søk kundu ikki keypast í handlinum. Sum flot nýttu teir kálvar, sum eftir serliga viðgerð vórðu pumpaðir upp, og spunsl varð settur í hálsin á kálvinum. Tað mest vanliga var annars grindakíkar, men hesir vóru ikki so lættir at útvega í Fugloy, har grind ikki kom. Sum Símun Gullaksen greiddi frá, kundu kálvar til hetta endamál ikki opast sum van­ ligt. Teir vórðu flettir gjøgnum hálsin, og vórðu síðan tjøraðir innan. Viðhvørt var brúk fyri at taka spunslið úr fyri at blása meira luft í kíkin. Tað skuldi vera so sjóverksligt! Søkkini vóru rundir steinar, sum hol var borað í, og síðan ein bukt drigin ígjøgnum. Í endanum á línuni varð tó altíð nýtt dregg. Eliesar mintist eisini væl tann forna siðin, at tað varð sungið, tá bátarnir fóru avstað til út­róðrar, og tá teir komu aftur. Hann hevur sjálvur verið við til tað, men hesin siður var um at verða lagdur av, tá hann var komin til mans. Til skips 14 ára gamal Sum vanligt hjá dreingjum tá, fór Eliesar til skips sum 14 ára gamal. At rigga seg til at fara til skips var ikki løtuverk. Mamman skuldi gera alt til, og hetta var ikki smávegis ar­beiði. Tað skuldi ikki bert bindast uppá fiski­menn­ inar, men undan tí skuldi ullin bæði karðast og spinnast. Buksur skuldu seymast, tí tær kundu heldur ikki keypast. Hjá nógvum mamm­um og konum vóru tað fleiri mans í sama húsi, sum skuldu fara avstað, og tess meira var at gera hjá konuni í húsinum. Eliesar segði, at hann fekk ikki inn í høvdið, at hetta yvirhøvur kundi lata seg gera. Oljuklæðini skuldu eisini seymast, og tey skuldu ferniserast fleiri ferðir. Poul í Geil lýsti við »olieklædefernis«: Nu da Fiskerisæsonen atter nærmer sig, bør alle Fiskere forsyne sig med min bekendte gode Oliekklædefernis. Anvendt paa rette Maade tørrer den paa ca. 4 dage, den gør Klæderne bøjelige og absolut tætte. Gummistivlar vóru ikki til tá. Tað, sum tá var nýtt, vóru trægaggur, sum vórðu gjørdar av skómakarum í Havn. Eliesar plagdi at keypa sínar frá tí gamla Knút skómakar­anum, ættaður úr Funningi, sum hevði stóra fram­ leiðslu av ikki bert gaggum, men eisini skóm. Koyggjuklæðini vóru eisini »heimagjørd«. Dýnur skuldu seymast og fyllast við fjarðum, sum nóg mikið var til av, og madrassurnar vórðu fyltar við hálmi. Eliesar fór burtur við »Ternuni«, Sámal í Hvannasundi var skipari. Tað vóru ikki færri enn 8 fugloyingar við. Har var Eliesar við í 7 ár frá 1920-26. Hetta var long tíð at vera við skipi, í hvussu er hjá nýbyrjara. Men so støðu­ fastir vóru fugloyingarnir, at flestu teirra vóru við øll árini, sum Eliesar var við. Her kom Eliesar væl fyri frá byrjan, tí Hvanna­sunds­ brøð­urnir, Sámal og Kristian, vóru kendir merkis­menn, sum vóru góðir at sigla hjá. Eliesar letur væl at kostinum umborð, hóast hann heldur ikki kann sammetast við dagin í dag. Breyð var bert við til teir fyrstu dag­ar­nar. Aftaná tað var tað bert keks. Við­ skerin var eingin – bert margarin á. Kosturin umborð Døgurðin var høvuðsmáltíðin. Her var úrvalið ikki so stórt heldur. Annan hvønn dag kjøt og fisk. Fiskin veiddu teir sjálvur, og kjøtið var ameri­kanskt saltoksakjøt í tunnum. Tað mátti útvatnast í sjógvi, áðrenn tað kundi etast. Aftur­við kjøtinum hoyrdi altíð ertrasúpan. Sunnudag mátti okkurt serligt fáast oman á, og tað var budingur. Okkurt serliga leskiligt kundu menn fáa ella gera sær sjálvum sum til dømis lippu- ella kjálkasteik. Ikki minst var hetta leskiligt um tað var ræst. Og so var tað keksasteik, sum er púra ókent í dag. Hetta var keks, sum varð bloytt í vatni, síðan varð sukur koyrt í, og keksin varð stokt á pannuni. Eliesar royndi at gera keksasteik á landi, men hetta riggaði ikki. Sum vanligt tá varð farið til Íslands. Eliesar mintist, at í 1920 fóru nógv skip heim vegna minur. Karin úr Trongisvági hvarv hetta árið við 13 monnum. Hildið var heilt vist, at hon var farin av minum, tí veðrið var av tí besta. Eliesar hevði bara góð minni frá hesi tíðini. Allir vóru líka góðir við hann. Bestimaður var Louis Houmann úr Oyndarfirði. Teir vóru 18- 19 mans við. Eliesar fiskaði 512 fiskar fyrsta túrin, og parturin var 350 krónur. Tað var kanska ikki so heilt galið. Í 1921 fingu teir eina sera ringa heimreisu um heystið. Alt omandeks brotnaði, men teir komu kortini heim í øllum góðum. Í 9 ár sigldi Eliesar við deyðsiglara; tað vil siga, at skipið hevði hvørki motor ella stýrhús. Eliesar Sørensen 2. partur Kirkjumenn skjóta bát Hetta var reiðskapurin, sum Eliesar minnist: Línutrog, kleppur, kálvakíkur og grindakíkur