hósdagur 8. mai 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014
15
VIKUSKIFTI
Tey høvdu als onga útgerð yvirhøvur. Í veru
leikanum vóru skipini ikki meira útgjørd enn
Nóa ørk á sinni, burtursæð frá seglum.
Tey fyrstu árini flaktu teir niðri á dekk
inum. Eliesar minnist eisini mótstøðuna ímóti
at fáa flekiborð. Tað fyrsta, hann minnist til
flekiborð, var, at Per í Søldarfirði, sum í 1932
gekk burtur við Immanuel, sum bestimaður
kom umborð við einum flekiborði. Besti
maðurin á hinari vaktini riggaði tað av aftur!
Men tað var skjótt, at flekiborðið vann. Men
so konservativir vóru menn tá.
Strævið lív men
sunnudagur var frídagur
Hetta var sera strævið lív. Frívaktin var bert
fýra tímar. Høvuðsarbeiðið var at fáa fiskin
inn á dekkið. Reiðskapurin var jú snøri, og
sjálvdráttur. T.v.s. at hvør maður fekk løn í
mun til talið av fiski, hann dró inn á dekkið.
Aftaná skuldi gerast reint, og fiskurin skuldi
fáast í lastina. Tey fyrstu árini var tað soleiðis,
at deksvaktin flakti fiskin. Aftaná tað kom
frívaktin upp. Hon skuldi vaska fiskin og salta
hann í lastini. Hetta var sera tvørligt, men
varð eisini broytt til, at allir vóru uppi í senn.
Saltfiskur skuldi rívast um. Hetta merkti,
at hann skuldi saltast umaftur aftaná nakrar
dagar. Seinnu nógvu árini var lastarmaður,
sum hevði hetta sum høvuðsarbeiði umborð.
Men fyrst Eliesar mintist, var eingin lastar
maður, so hetta at ríva um var tískil eitt eyka
arbeiði hjá manningini.
Sunnudag varð hildið frí. Tá varð eisini
lestur lisin. Á nógvum skipum vórðu møti
hildin umborð.
Eliesar kom at sigla sjey ár út frá Havnini,
og har er so sanniliga nógv broytt. Hann
mintist Müllers pakkhús, at her lossaðu teir
salt, og her
fingu teir alla
sína útgerð um
borð. Her vórðu
seglini seymaði
og hildin við
líka, so her var
miðstøðin fyri tí
stóra skipavirk
seminum, sum tá
var í Havn. Og nú er
Müllers pakkhús blivið
til mentan og eisini
minnisvarði frá hesi tíð.
Gjørdist skipari
Í 1927, 1928 og 1929 var Eliesar við
»Fugloynni«, sum Jóan Jakku Jacobsen og
Jens Klæmint Isaksen, ættaðir av Viðareiði,
áttu. Í 1929 fingu teir stýrhús og motor. Sjálvt
um motorurin ikki var so stórur, so var hetta
ein øgiliga stórur munur. At hugsa sær at
kunna standa innandura og stýra!
Eliesar fekk skiparaprógv í 1927-28, og
nøkur ár seinni tók hann eisini longdina.
Hann fór at føra »Coronet« í 1930, ’31 og
’32. Hon hevði ein 45 hk motor, og nú var tað
eisini tað vanliga, at skipini høvdu motor.
Sá »Immanuel« beint
fyri feigdarnáttina
Tað var á vári í 1932, at »Immanuel« og
»Laura« gingu burtur við tilsamans 38
monnum. Eliesar minnist sera væl hesa
sorgarhending, tí teir sóu »Immanuel« fara
eystureftir beint uppundir ta ódnina, sum
helst gjørdist banin hjá hesum báðum skipum
og teirra manningum. Tað var heilt nógvur
fiskur at fáa, og »Coronet« lá fløt av fiski.
Veðrið var gott tá,
men Eliesar minnist
ikki at hava sæð baro
metrið falla so skjótt,
so tað var alt, sum
bendi á illveður.
Eliesar gav boð
um at hála loddini
inn og so at fara at
reinsa.
Skjótt byrjaði
illveðrið, og teir
mistu fisk av
dekkinum, og teir
fingu seglið yvir
stag. Hetta merkir,
at fremri partur
av fokkuni er føst í
stakið (sum gongur
úr mastrini fram í
stevnið). Aftari endi av
fokkuni kann verða festur
í stýriborð ella bakborð. »Yvir
stak« merkir tískil, at teir flyta
aftara festið í hitt borðið.
Fyri at bjarga fiskinum máttu teir koyra
part av honum í forlastina óflaktan, og sigur
hetta nakað um, at støðan varð mett at vera
álvarslig.
Tað skilst, at her hevur staðið á gomlum
nøglum. Men »Coronet« kom heim í øllum
góðum.
Eliesar fór aftur ein túr í 1935 við
»Coronet« sum skipari, tí skiparin varð
sjúkur. Hetta var tann fyrri av tveimum
Suðurlandstúrum. Tað var tá ”Coronet” eftir
hesar túrir fór til Grønlands, at teir fingu tann
ræðuliga sjógvin, sum endaði við, at teir eftir
13 døgum róku til New Foundlands.
17. des 1932 giftist Eliesar við Jóhonnu, sum
var ættað av Viðareiði, dóttir Jústa í Eiðsvík
(Justesen). Tey giftust hjá sýslumanninum,
og tað var Poul Petersen, sum seinni gjørdist
løgtingsmaður í eitt mannaminni, sum vígdi
tey. Tey búsettust so í Klaksvík.
Í 1933 og 1934 var hann við »Carlton«, har
Richard hjá Jóan Jakku á Viðareiði var skipari.
Kundi verið ringur endi
Í 1933 vóru teir úti fyri eini hending, sum
lættliga kundi fingið ein ringan enda. Esmar
Fuglø var 2. bestimaður, meðan Eliesar var
1. bestimaður.
Teir vóru undir Íslandi og høvdu fingið
nógvan fisk. Tað var gott veður, og teir lógu
avhálaðir. Tað var um midnáttina, og menn
vóru farnir í koyggjuna. Tá verður rópt, at tað
er samanstoytur. Teir lupu upp, og komnir upp
í stýrhúsið er ein dyggur stoytur og eitt stórt
brak. Tá síggja teir ein trolara koma strúkandi
afturvið stýriborðsloring. Skiparin, Richard
Jacobsen, tekur ferð á seg og fær lopið inn
á hekkuna á trolaranum. Hann rýkur upp á
brúnna, og her sær Richard bert ein mann sita
á einum krakki. Helst hevur hann sovið. Tað
fyrsta, Richard ger, er at seta telegrafin á fult
bakk. Maðurin reyk upp og spyr á enskum,
hvaðani Richard er komin! Hann kundi ikki
skilja, hvussu ein nakin fremmandamaður
knappliga kundi standa inni á brúnni. Richard
greiðir frá støðuni, og at teir mugu venda
aftur, tí skipið kann jú søkka. Tað varð hálað
og siglt aftur til »Carlton«.
Tá teir koma aftur til skipið, høvdu teir
sett ritubátin út. Esmar Fuglø við tveimum
øðrum komu umborð. Skaðin var tíbetur
avmarkaður. Mesanbummurin var brotin, og
uppstandið aftan fyri mesanina var alt brotið,
men annars var skrokkurin heilur, og hon lak
ikki. Teir gjørdu sjálvir skaðan aftur, og teir
kundu gera túrin lidnan uttan at fara inn.
Seinni fóru teir til Grønlands, og hetta
gekk væl.
Eliesar fór at rógva út við »Øker« í 1935.
Fyrst vóru teir á vanligum várróðri og síðan
við kalvalínu. Teir sendu kalvan niður sjálvir
og fingu væl burturúr. Skipari var Andreas
Isaksen, ættaður úr Norðragøtu. Andreas var
meistari við honum við »Coronet«.
Seinnapartin í 30-unum sigldi Eliesar eisini
eina tíð við »Britons Pride«, sum Kjølbro tók
úr fiskiskapi fyri at kunna sigla við farmi,
fyrst og fremst millum Havnina og Klaksvík.
Siglt varð eisini í Eysturoynna og í Norð
oyggjum.
Komandi partur:
Í komandi parti fer Eliesar við trolara.
Tann fyrsti var tann fyrsti Skálaberg.
Tað var óhøgligt at rógva út av Kirkju
Eliesar á ungum árum
Lýsing fyri »søstøvler« hjá Knúti. Men nú var
tað skjótt, at gummistivlar tóku yvir
Túnaprát á Kirkju. V.f. Brøðurnir Eliesar, Pætur Franklin og Mourits