hósdagur 8. mai 2014síða 40
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 52 · 9. mai 2014
Í ranga
strúpan
Tónleikur á
Maggie’s Café
Í Nólsoy hava tey fingið nýggja kaffistovu,
tey kalla Maggie’s Café. Har ber eisini til at
uppliva livetónleik við føroyskum og útlenskum
tónleikarum. Leygarkvøldið spæla Sámal Ravnsfjall
& Jóan Jakku Guttesen í Maggie’s Café. Seinni í vár
kunnu eitt nú Signar í Homrum og Hallur Joensen
eisini upplivast har.
Sámal & Jóan Jakku
Maggie’s Café í Nólsoy
Leygarkvøldið 10/5 kl. 20.00
Halda altjóða
dansidag
10. mai er altjóða dansidagur, og dagurin verður hátíðar
hildin í Norðurlandahúsinum, har dansisýningin Death verður
sýnd. Tað er ungi dansihópurin Danclub úr Keypmannahavn,
ið hevur framførsluna. Dansihópurin hevur sett sær fyri at
skapa list, ið setir spor og tekur støðu.
Altjóða dansidagur
Norðurlandahúsið í Havn. Leygardagin 10/5 kl. 19.30
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Vit selja nógv mest til Japan,
tað er okkurt við samansetingini
av ráðum og bleytum
materialum, sum japanarum
dámar sera
Guðrun Ludvig,
onnur av Guðrun & Guðrun
Steintór Rasmussen, fyriskipari
av Frigg festivalinum
Oliver Twist í Havn
Týskvøldið og mikukvøldið fer Losjan Glotti úr Gøtu at
spæla væl umtóta sjónleikin Oliver í Norðurlandahúsinum
í Havn. Leikurin hevur verið sýndur fyri fullum húsum í
Norðragøtu og verður nú sett upp í Havn.
Oliver
Norðurlandahúsið í Havn
Týsdagin 13/5 og mikudagin 14/5 kl. 19.00
Eysturoyarduett
á Tónabrúgv
Konsertrøðini Tónabrúgv, sum verður hildin
í Spaniastovu í Klaksvík, heldur fram um
vikuskiftið. Hesaferð spælaHans Jacob Kollslíð
og Kári Sverrisson. Teir spæla eitt nú sangir
hjá Enekk, Bendum Spónum og av útgávuni
Dreymaspæl, sum teir góvu út saman í 2008.
Tónabrúgv
Spaniastova í Klaksvík
Leygarkvøldið 10/5 kl. 22.00
– Mær dámar
best at stýra rattinum
við knøunum, tí annars
fái eg ikki tosa í fartelefon
og koyrt varrastift á,
meðan eg koyri
Sharon Stone,
amerikanskur sjónleikari
Tað skal eg halda við!
Dregur gørnini hjá Anitu í tingið
kringvarp.fo
Tað er tað, sum brølarar ofta gera
Brølari kostaði AB dýrt
In.fo
Gjørdu teir landgongd?
Iris taldi hvalir á Falklandsoyggjunum
Sosialurin
Skal hann ikki til arbeiðis?
Borgarstjórin vil ikki sleppa
Brennistøðini á Hagaleiti.
Portal.fo
Sterkir menn?
Nú trýsta norðmenn
eisini hýsuprísin niður
In.fo
Ja, hann kemur!
FBI ávarar um nýggjan
11. september
Portal.fo
– Eg vóni at uppliva,
at festivalurin kann
gera ein mun og
byggja brýr ímillum
menniskju