Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Hóast løgtingið fríggjadagin fór í summarfrí, so heldur polit­iska telvingin um nýgg­ ja havrannsóknarskipið fram. Lógaruppskot numm­ ar 119, sum skal geva lands­ stýris­manni­num í fiski­ vinn­u­málu­m heimild at lata onkran privatan byggja eitt havrannsóknarskip til tað almenna at brúka, varð ikki avgreitt. Í tólvta tíma varð málið beint aftur í Vinnu­ nevnd­ina, ið nú skal við­ gera tveir grundleggjandi spurn­ing­ar. Fíggjarleistin og spurn­ing­in um upphavsrætt. Tvær royndir vórðu annars gjørdar at loysa nevn­du knútar, áðrenn løg­ ting­ið fór í summarfrí, men iva­spurn­ingarnir eru fram­ hald­andi ov nógvir. Tí tóku 18 ting­lim­ir undir við Kristinu Há­foss úr Tjóðveldi, ið vildi hava málið aftur í nevnd, held­ur enn at avgreiða málið. - Vinnunevndin fer at viðgera hetta lógaruppskotið á fundi í næstu viku, sigur Al­ fred Olsen, formaður. Enn er tó ov tíðliga at siga, um viðgerðin verður liðug, áðrenn løgtingið kemur saman at avgreiða lógar­upp­ skotini um makrel- o g silda­fiski­skapin í summar, vænt­andi 27. mai. Upphavsrættur Undir viðgerðini í Vinnu­ nevnd­ini varð spurn­ing­ urin um upp­havs­rætt reist­ur. Havstovan hev­ur gjørt neyvar krav­speci­fika­ tiónir til nýggja hav­rann­ sókn­arskipið, sum síðani er detailprojekterað í sam­ starvi við skipasmiðjuna Mest. Trý starvsfólk á Hav­ stovuni hava tí gjørt Fiski­ mál­a­ráðið varug við reglur um upphavsrætt, nú lógar­ upp­skotið leggur upp til at lata detailprojektið víðari til onkra­n privatan at byggja skip­ið út frá. Niðurstøðan hjá teirra sakførara er heilt greitt, at hvørki krav­specifi­ ka­tiónir ella tekn­ing­ar kun­ nu brúkast, og skip­ið kann heldur ikki smíð­ast uttan loyvi frá upp­havs­rættar­ havara. - Vinnunevndin varð gjørd varug við hesa støðu­ na, og vit mugu tí lýsa spurn­ ingin um upphavsrætt út í æsir, sigur Alfred Olsen. Eitt broytingaruppskot, har ein orðing um at hav­ rann­sóknarskipið skal byggjast samsvarandi út­ bjóð­ing­ar­tilfarinum hjá Hav­stovuni, varð broytt til at skipið skal byggjast sam­svar­andi krøvum, ið skipið skal brúkast til, varð heldur ikki nóg mikið fyri løgtingið. - Nei, tað eru framvegis iva­ spurningar um upp­havs­ rættin. Vit mugu lýsa, hvussu nógv skipið kann líkj­ast teimum upprunaligu tekn­ ing­unum, uttan at vit gera okk­um inn á reglurnar um upp­havsrætt, sigur Alfred Olsen. Formaðurin í Vinnu­ nevnd­ini viðgongur í sama við­fangi, at í ringasta føri eru tær átta milliónirnar, ið tað almenna higartil hevur brúkt uppá at tekna og projektera nýggja havrannsóknarskipið, farnar fyri skeytið. - Ja, verður eitt hav­rann­ sóknarskip bygt av privatum, og verandi tekningar ikki kunnu brúkast, so er tað væl støðan, sigur Alfred Olsen. Fiskimálaráðið sigur í sínum viðmerkingum til Vinnu­nevndina hjá løg­tingi­ num, at grund­leggjandi er talan um aðra verkætlan, nú privatur skal byggja skip­ið. Og ráðið heldur tað ikki vera rætt, at lógin bind­ur verkætlanina til tað detailprojekt, sum land­ið longu hevur gjørt. Tí hevði Fiskimálaráðið sjálvt eitt broytingaruppskot til sítt egna uppskot, har mælt varð til eina orðing í lógar­ upp­skotinum, ið sigur at”havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi krøv­ um frá Havstovuni.” Fígging Líka síðani lands­stýris­mað­ urin í fiski­vinnumál­um bar lógar­upp­skotið um hav­ rann­sóknarskipð í løg­tingið, hevur ivi verið um fígg­ing­ar­ leistin. Í samrøðu við Sosialin 21. mars metti Jørmann Peter­sen, statsaut. revisor hjá grannskoðarafyritøkuni Januar, at fleiri viðurskifti benda á, at talan er um fíggjar­liga leasing. Stóru and­støðu­flokkarnir á løgtingi hava somu støðu og mæla snøgt sagt frá at brúka henda fígg­ingarleist. Og tá málið kom til 2. viðgerð gjørdu sam­gongu­ting­limir­ nir Jóan Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum og Reimund Langgaard úr Sam­bands­flokkinum somu niður­støðu. - Eg kann ikki liva við hesum fíggjarleisti, ið er at samanbera við kreativa bók­føring, segði Reimund Langgaard, sum atkvøddi ímóti uppskotinum hjá lands­stýrismanninum í fiski­ vinnumálum. Spurningurin um fígg­ ing­ar­leistin liggur nú eisini í Vinnunevndini hjá løg­tingi­ num. - Tað er hin høvuðs­spurn­ ingurin. Vit mugu fáa enda­ liga greiðu á, hvørt talan er um leigu ella leasing, sigur Alfred Olsen, formaður. Undir tingviðgerðini gjørdi samgongan eina roynd at sleppa undan hesum spurn­ingi. Tað var snøgt sagt gjørt við at strika ásetingina í lógaruppskotinum, har sagt varð at lands­stýris­ mað­urin skal í av­talu­ni við ein privatan trygg­ja sær keyps­rætt til hav­rann­sókn­ ar­skip­ið. Í viðmerkingunum til hetta broytingaruppskot stendur beinleiðis, at tað er gjørt fyri ”at beina burtur spurn­ingar um fíggjarliga leas­ing.” - Nei, her eru framvegis ov nógvir ivaspurningar, sigur Alfred Olsen um tað broyt­ ing­ar­uppskotið. Formaðurin í Vinnu­ nevnd­ini vil tó ikki gera bein­ leiðis viðmerkingar til greiðu støðuna hjá partamanninum Reimund Langgaard, sum mælir til at tað almenna finn­ur pengarnar og sjálvt byggir havrannsóknarskipið. - Eg havi hoyrt sjónar­ miðini hjá Reimundi Lang­ gaard. Men í Vinnunevndini hava vit eitt lógaruppskot, har mælt verður til at lata onkran privatan byggja skipið. Verða pengar funnir, soleiðis at tað almenna sjálvt kann byggja skipið, so taka vit tað við eisini. Men í løtu­ ni er tað uppskotið hjá lands­ stýrismanninum, ið er til við­ gerðar, sigur Alfred Olsen. Vinnunevndin fer at við­ gera málið á fundi í næstu viku. Havrannsóknarskip í politiskum ivaveðri Ivaspurningarnir eru framvegis ov nógvir til at løgtingið torir at samtykkja lógaruppskotið um havrann­ sóknarskip. Tvær royndir at broyta lógaruppskotið vóru ikki nóg mikið, og málið varð tí sent aftur í nevnd FAKTA Soleiðis verður roynt at sleppa uttan um reglur um upphavsrætt: Upprunauppskot: § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalu um langtíðarleigu av nýbygdum havrannsóknarskipi í upp til 20 ár. Stk. 2. Havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi útbjóðingartilfari hjá Havstovuni. Broytingaruppskot frá Fiskimálaráðnum: § 1, stk. 2. Havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi krøvum frá Havstovuni Broytingaruppskot millum tingviðgerðirnar: § 1 stk. 2. Landsstýrismaðurin verður heimilaður at byggja havrannsóknarskipið samsvarandi teimum krøvum, ið skipið skal brúkast til. FAKTA Soleiðis verður roynt at sleppa undan spurninginum um fíggjarliga leasing: Upprunauppskot: § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalu um langtíðarleigu av nýbygdum havrannsóknarskipi í upp til 20 ár. Stk. 4. Landsstýrismaðurin skal í avtaluni tryggja sær keypsrætt til havrannsóknarskipið. Broytingaruppskot millum tingviðgerðirnar: § 1, stk 4. verður strikað Viðmerkingar til broytingina: Ásetingin um, at landsstýrismaðurin skal tryggja sær keypsrætt til skipið, verður strikað. Hetta verður gjørt fyri at beina burtur spurningar um fíggjarliga leasing.