mánadagur 12. mai 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ingolf S. Olsen
Fyri
limirnar
í
Føroya
Arbeiðarafelag, FA, merkir
broytingin
í
lógini
um
uppihaldsloyvi
fyri
ES-
borgarar
ikki
nakað
í
fyrstu syftu, tí generella
arbeiðsloysið í Føroyum enn
er omanfyri 3,5 prosent.
Eftir
lógarbroytingina
kunnu
ES-borgarar
fáa
arbeiðs- og uppihaldsloyvi
í
Føroyum,
tá
samlaða
arbeiðsloysið
fer
niður
um 3,5 prosent. Tað var
eisini
galdandi
áðrenn
lógarbroytingina,
men
munurin er, at prosent
satsurin
tá
stóð
í
við
merkingunum
sum
ein
vegleiðing,
meðan
lógin
fyriskrivaði, at ein meting
skuldi
gerast
í
hvørjum
einstøkum føri, um støðan á
arbeiðsmarknaðinum talaði
fyri at loyva útlendingum
inn.
Eitt afturstig
- Tað er eitt afturstig, tí nú
verður
bara
automatiskt
latið upp, tá tølini hjá ALS
siga, at minni enn 3,5 prosent
av arbeiðsstyrkini er tøk. Tað
er ikki aktuelt í løtuni, men
vónandi verður talið einaferð
so lágt. Hinvegin verður
latið upp fyri faklærdari
arbeiðsmegi í byggivinnuni,
um upp til seks prosent
ganga arbeiðsleys har, og tað
er als ikki í lagi, sigur Georg
F. Hansen.
Hann óttast, at hetta
bert er enn eitt fet á eini
glíðibreyt,
har
føroyski
arbeiðsmarknaðurin verður
latin víðopin fyri øllum,
uttan at hond fyrst verður
tikin um trupulleikarnar og
ójavnarnar, sum heimliga
arbeiðsmegin daglig berjist
við.
- Vit kunnu ikki bara
lata upp, uttan at alt er væl
fyrireikað, og karmarnir eru í
lagi. Tað kann vera upp á sítt
pláss at loyva útlendingum
við
serførleikum
henda
vegin til serligar uppgávur,
men tað má gerast í sam
ráð við partarnar á arbeiðs
marknaðinum og ikki bara
trumfast ígjøgnum av ar
beiðsgevarunum við hjálp
frá landspolitikarunum. Fak
feløgini mugu hava atgongd
til at kanna, um løn og
onnur viðurskifti eru í lagi,
tá útlendingar verða bodnir
higar at arbeiða, so vit eisini
kunnu vera við til at hjálpa
teimum til rættis.
- Og arbeiðsgevarar skulu
í hvørjum einstøkum føri
grundgeva fyri, hví brúk var
fyri júst hesum fólkunum
til hesa uppgávuna, og hví
føroyingar ikki kundu loysa
hana. Tað má eisini vera eitt
avgjørt krav, at útlendingar,
sum koma á eitt føroyskt
arbeiðspláss
at
arbeiða,
duga at samskifta við hini á
arbeiðsplássinum. Tað hevur
ofta verið ein trupulleiki,
sigur Georg F. Hansen.
Ongi lærupláss
Hann er als ikki samdur við
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
FAG,
sum
sigur,
at
byggivinnan
onki
fær
gjørt, tí so stórt trot er á
handverkarum.
- Eg ivist stórliga í, at
trupulleikin er so stórur, sum
FAG ger hann til. Tað er ikki
neyðugt við byggifaklærdum
fólki
til
alt
arbeiði
í
byggivinnuni – til dømis
forskallarum,
bilførarum
og maskinførarum. Øll hesi
verða sum regul roknað
upp í, tá vinnan upplýsir
tørvin á faklærdum fólki til
byggiverkætlanir.
Vinnan
hevur annars sjálv ein stóran
part av skyldini, um so stórur
tørvur er á handverkarum,
sum hon sigur, tí vit frætta
javnan um ung, sum fegin
vilja, men til fánýtis royna at
fáa lærupláss í byggivinnuni,
sigur FA-formaðurin.
Hann heldur annars, at
eisini
arbeiðsgevararnir
eiga at síggja tað sum eina
høvuðsuppgávu at tryggja
so góðar lønir og sáttmála
viðurskifti annars her heima,
at arbeiðsmegin ikki flýggjar
av landinum.
Georg F. Hansen metir,
at einir 1500 føroyingar
eru arbeiðsleysir í løtuni
– okkurt um 1200 í ALS
og
einir
300
uttanfyri
arbeiðsloysisskipanina.
útlendsk arbeiðsmegi
kanska heimsins besta sjó
fólk, og teir fara út í heim
at sigla undir DIS og NIS og
øðrum skipanum, sum gera,
at ongin skattur kemur frá
teimum í heimligu kassar
nar. Tú og eg, sum eftir eru,
mugu gjalda í staðin. Vit
liva í einum avskeplaðum
samfelag, staðfestir Suni
Simonsen.
- Vit mugu gera karmar
nar í øllum samfelagnum so
góðar, at okkara egnu vilja
vera her. FHF hevur heldur
onki ímóti, at vit taka út
lendska arbeiðsmegi inn í
stutt tíðarskeið, tá talan er
um ein akuttan og veruligan
tørv.
Men
mynstrið
er
broytt so nógv seinastu
árini. Fyri 20 árum síðani
var tað til dømis vanligt,
at tveir-tríggir serútbúnir
útlendskir montørar vórðu
boðsendir til serligar verk
ætlanir, og teir settu so
einar 20 føroyingar afturat
sær. Nú er tað oftast so, at
ein útlendsk fyritøka sendir
alt fólkið, sum skal brúkast.
Tí má hyggjast eftr veruliga
tørvinum til ta einstøku
uppgávuna og ikki bara at
arbeiðsloysisprosentinum
júst tann dagin, arbeiðið
skal gerast, sigur formað
urin í Føroya Handverkara
felag.
- Vit liva í einum
avskeplaðum samfelag, har
vit útflyta stóran part av
dugnaligastu arbeiðsmegini,
meðan tey sum eftir eru,
mugu gjalda alt tað, tað
kostar at reka samfelagið.
Og heldur enn at betra um
karmarnar her heima, so
okkara egnu vilja vera her, so
lata vit bara upp fyri at fáa
fleiri og bíligari útlendingar
inn í staðin, sigur Suni
Simonsen, formaður í
Føroya Handverkarafelag
Nevndin í Føroya Handverkarafelag, FHF, á fundi fríggjadagin. Nevndin og øll undirfeløgini vóru samd um, at markið fyri arbeiðsloysistalinum ikki mátti verða hægri
enn fýra, áðrenn latið varð upp fyri fleiri útlendingum. Men Løgtingið samtykti, at hámarkið skuldi vera seks prosent. Úr vinstru ert teir Janus Jensen, Vestmanna
Handverkarafelag, Heini Heinesen, Klaksvíkar Handverkarafelag og næstformaður í starvsnevndini hjá FHF, Poul Øregaard, Norðstreymoyar Handverkarafelag,
Jóhan Hansen, Fuglafjarðar Handverkarafelag, Karl Magni Hammer, Nes Sóknar Handverkarafelag, Poul Johannis Svabo, Vága Handverkarafelag og limur í
starvsnevndini hjá FHF, og Suni Simonsen, formaður. Magnus á Stongunum, umboðið fyri flogmekanikararnar, var ikki við á fundinum fríggjadagin
FA: Enn eitt fet á glíðibreytini
Tó at broytingin í útlendingareglunum ikki beinleiðis ávirkar limirnar í Føroya Arbeiðarafelag, so óttast
formaðurin gongdina. Hann heldur linkaðu reglurnar vera enn eitt fet á glíðibreytini, har latið verður upp fyri
minni krevjandi, útlendskari arbeiðsmegi – ein gongd, sum føroyska arbeiðsmegin síðani fer at merkja sviðan av
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, dámar
onki, at pilkað verður við reglurnar fyri útlendskari
arbeiðsmegi. Tó at nýggjastu broytingarnar serliga
viðvíkja faklærdari arbeiðsmegi, óttast FA-formaðurin,
at tær bert eru enn eitt fet á einari glíðibreyt