Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen - Føroyingar sleppa allar stað­ir at arbeiða, og vit hava í áravís biðið um, at tað sama skal vera galdandi, tá út­lendsk arbeiðsmegi skal henda vegin. At tað nú er gjørt eitt sindur smidligari hjá handverkarum úr ES at koma henda vegin er bara at fegn­ast um. Tað sigur Marita Ras­ muss­en, stjóri í Føroya Ar­beiðs­gevarafelag, nú Løg­ting­ið hevur samtykt, at arbeiðsloysið hjá byggi­ hand­verk­arum í Føroyum kann vera upp til seks pro­ sent, áðrenn hurðarnar verða latnar aftur fyri ES- handverkarum. Áðrenn broytingarnar í útlendingalógini, sum loyv­di ES-arbeiðsmegi til Før­oya, um arbeiðsloysið var lægri enn 3,5 prosent, kun­du handverkarar úr ES ikki koma henda vegin. Og var hetta eisini støðan, tá lógarásetingin fór úr gildi aftur í 2009, tí arbeiðsloysið í nakr­ar fylgjandi mánaðir var undir markinum. - Vit hava ikki biðið um ein ávísan prosentsats fyri arbeiðsloysinum, men seks pro­sent er í lagi. Var talið minni, til dømis fýra, sum fak­feløg hava kravt, so gav broyt­ingin onga meining, sigur Marita Rasmussen. Trot á handverkarum Vinnuhúsið hevur í fleiri ár strongt á at fáa linkað treyt­irnar fyri, nær út­ lendingar kunnu koma til Føroya og fáa arbeiðs- og uppi­haldsloyvi. Serliga tá talan er um handverkarar hava arbeiðsgevararnir í byggivinnuni rópað var­skó, og sambært hoyr­ings­svari­ num frá Føroya Arbeiðs­ gevara­felag og Føroya Hand­verks­meistara­felag í sambandi við uppskotið um at broyta lógina, sum nú er samtykt, er í løtuni tørv­ur á ein­um 150 til 200 hand­verk­ ar­um. Eisini siga feløgini í hoyr­ings­svarinum, at nógvar føroys­kar fyritøkur ikki tora at bjóða upp á arbeiðir, tí tær ikki vita, um tær hava møgu­ leika at fáa til vega neyðuga arbeiðsmegi. - Hatta er støðan her heima, og tí má okkurt gerast, um ikki alt byggivirksemi skal steðga upp ella verða gjørt av fólki, ið ikki hevur røttu førleikarnar. Føroyskir hand­verks­meistarar vilja altíð heldur hava ein før­ oysk­an handverkara í starv, tá teir mangla ein, tí teir eru sera dugnaligir og fleksiblir. Trupul­leikin er bara, at teir eru ikki her, tí teir í stórum tali leita sær uttanlands, ser­ llga til Noregs, at arbeiða og hava gjørt tað í nógv ár, sigur Marita Rasmussen Eggja til flyting Tað gera teir, tí teir har fáa mun­andi betri sømdir enn her heima. Men Marita Ras­ mus­sen vísir aftur, at tað bert er vantandi kappingarføri hjá vinnuni, tá tað snýr seg um lønir, ið er orsøkin. - Um vit bara samanbera hand­verkaralønirnar hjá okk­um og í Noregi, so síggja vit, at tað oftast ikki er so stór­ur munur, at hann einsa­ mall­ur fær fólk at flyta í ann­ að land at búgva. Vit hava jú minimumssáttmálar, og nógv teir flestu handverkararnir her heima fáa meira í løn, enn sáttmálin ásetur. Men í Før­oy­um hava vit skipanir, ið bein­leiðis eggja fólki at flyta í onn­ur lond at arbeiða. Tí klára vit ikki kappingina um arbeiðs­megina, sigur hon. Stjórin í Vinnuhúsinum legg­ur dent á, at tey bert ynsk­ja sær, at fortreytirnar fyri, at arbeiðsmegi kann fly­ ta um føroyskt landamark, eru tær somu, sama hvønn veg hon flytir. - Tað er í sær sjálvum ikki ein trupulleiki, at føroysk ar­beiðsmegi arbeiðis uttan­ lands, um vit loyva arbeiðs­ megi úr øðrum londum inn til okkara. Tað, vit siga, er, at annaðhvørt steðga vit við at eggja okkara egnu ar­beiðs­ megi at flyta, ella eisini mugu vit lata dyrnar upp fyri, at út­lend­ingar kunnu koma henda vegin at arbeiða. Tað er jú ikki samsvar ímillum okk­ara at kalla fríu atgongd til arbeiðsmarknaðir í øll­ um heiminum og tær stóru forð­ing­ar, vit seta upp fyri útlendingum at koma henda vegin, sigur Marita Rasmussen. Ingolf S. Olsen - Vit mugu fáa lønina upp og betri sáttmálar her heima, so vit kunnu hava okkara egnu, dugnaligu handverkarar heldur enn at reka teir av landinum og síðani taka útlendingar heim at gera tað, sum gerast skal í Føroyum. Tað sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, FHF, um broytingina í lógini um uppihaldsloyvi fyri fólk úr ES-londunum. Lógin er donsk, og fríggjadagin samtykti Løgtingið eitt ríkislógartilmæli um at fáa danska Fólkatingið at broyta lógina, so tað fram eftir ber til at geva byggi­hand­ verk­ar­um úr ES-londunum arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Før­oyum, bara arbeiðsloysið er niðan­fyri seks prosent innan fakið. Ov høgt mark FHF, sum telur slakar 900 limir, hevur havt uppskotið um ríkislógartilmælið til hoyring, áðrenn tað var samtykt, men formaðurin er bæði ónøgdur og undr­andi um, at Løgtingsins Rættar­ nevnd ikki spurdi felagið um nakað, áðrenn hon skriv­aði sítt álit. FHF hevði ann­ars fingið fundarboð at møta í rættarnevndini um morgun­ in 7. mai, men fekk avboð beint áðrenn fundin. - Tá uppskotið kom til hoyringar, fingu tey okkara støðu at vita, at vit vóru samdir um fýra prosent. Men fundarinnkallingin til rættarnevndina bleiv annulerað, so vit als ikki komu til hoyringar har. Markið á seks prosent er alt ov høgt og kann als ikki góðtakast, sigur Suni Simonsen. Men tað verða hann og hansara limir tó noyddir til, tí Løgtingið hevur samtykt markið á seks prosent fyri handverkarar og eisini, at latið verður upp fyri ES- arbeiðsmegi á øllum økjum, tá samlaða arbeiðsloysið er undir 3,5 prosent. - Vit fáa ikki gjørt nakað við tað, anað enn at royna at blíva við at ávirka politisku skipanina. Men tað er greitt, at hetta fer eisini at ávirka sáttmálasamráðingarnar, tí vit mugu og skulu gera okkurt munagott, so okkara egnu, dugnaligu handverkarar vilja arbeiða her. - Sum tað er nú, eru karmarnir læstir fastir, áðrenn vit setast við samráðingarborðið. Har er onki at tingast um. Tá so okkara handverkarar rýma til Noregs og aðra staðir, har teir fáa betri sømdir, fer Vinnuhúsið bara til politikararnar at fáa teir at syrgja fyri, at bíligari útlendingar so kunnu koma higar at arbeiða, sigur Suni Simonsen. Avskeplað samfelag Hann vísir tó á, at talan er um ein meira víttfevndan trupulleika enn bara lønar- og sáttmálaviðurskifti. - Tað er okkurt grund­ leggj­andi galið við allari okkara samfelagsskipan. Vit framleiða dugnaligar hand­verkarar og eksportera teir út í heimin at arbeiða. Vinnu­há­skúlin framleiðir útlendsk arbeiðsmegi Vinnuhúsið: Eitt stig rætta vegin Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, fegnast um, at Løgtingið samtykti at linka treytirnar fyri, at byggihandverkarar úr ES-londunum kunnu sleppa til Føroya at arbeiða. Hon fýlist á, at okkar egnu samfelagsskipanir eggja føroysku handverkarunum at fara í onnur lond at arbeiða Hondverkarar ónøgdir um lógarbroyting Nevndin í Føroya Handverkarafelag heldur als ikki, at broytingin í reglunum fyri útlendska arbeiðsmegi kann góðtakast. Nú kunnu útlendskir handverkarar fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, bara arbeiðsloysið ikki er omanfyri seks prosent innan viðkomandi handverksfakið - Í Føroyum hava vit skipanir, ið beinleiðis eggja fólki at flyta í onnur lond at arbeiða. Tí klára vit ikki kappingina um arbeiðsmegina, sigur Marita Rasmussen, sum fegnast um, at lógin um arbeiðsmegi úr ES nú er linkað