mánadagur 12. mai 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
S
unnudagin vann Motherwell silvurheiðurs
merki í skotsku Premier League. Tað er
fystu ferð, at nakar føroyingur vinnur
heiðursmerki í oddinum í skotskum fótbólti.
Gunnar hevur spælt nógv í ár og føroyski landsliðs
málverjin stendur einki aftanfyri málverjarnar í
Skotlandi. Her frá skal ljóða eitt til lukku til Gunnar
Nielsen og Motherwell.
Í Danmark vann AaB donsku superliguna í
yvirtíðini. Dysturin hjá AaB var liðugur, tá FCK
rætti teimum avgerandi hjálpandi hondina, sum
ger at Gilli Sørensen og AaB vinna gull. Gilli hevur
verið á vøllinum í ár í steypakappingini, men ikki
í Superliguni. Eisini Hallur Hansson hevur verið í
hópinum hjá AaB hetta kappingarárið, men skifti í
vetur til Víking.
Í Onglandi vann Manchester City Premier League
fyri aðru ferð. Tað gjørdu teir við at vinna 2-0 á West
Ham í seinasta umfarinum. Nógv hevur verið sagt
um mátan, sum Manchester City hevur nærmast
keypt seg fram í oddinum í enskum fótbólti. Tað
sær ikki altíð so pent út, men sannleikin er, at talan
er um eitt gjøgnumført projekt. Eg búði frá 2009
til 2012 í Liverpool, meðan Gunnar Nielsen spældi í
Manchester City. Eg havi tí fylgt væl við gongdini í
felagnum og mín meting er, at talan er um eitt sun
tog gott felag við góðum fótbóltsmorali. Tað verður
arbeitt hart miðvíst at gera felagið til eitt tað størsta
í heiminum, men eisini verður nógv lagt fyri at
gera umstøðurnar góðar fyri tey yngru. Økið kring
leikvøllin hevur fingið ágóðan av nýggju eigarunum
og arbeitt verður móti at felagið í størri mun skal
verða sjálvberandi.
Í Spania var Atletico Madrid eitt mál frá at
vinna La Liga, men tað eydnaðist teimum ikki at
vinna heimadystin móti Malaga. Real Madrid tapti
og er úti av stríðnum um meistaraheitið, meðan
Barcelona heldur ikki tók av og spældi javnt. Tað
merkir so, at Barcelona og Atletico Madrid møtast
í eini sannari La Liga finalu komandi vikuskiftið.
Vinnur Barcelona, so verða teir meistarar – um ikki
so verður Atletico Madrid meistarar.
Her í Føroyum hevur dysturin í Klaksvík fingið
nógva umtalu. Vónandi heldur tað fram at verða
líka spenanndi og hendingarík sum í Klaksvík, nú
allar landskappingarnar enda og vit bíða eftir HM
endaspælinum.
Søguligt
silvur til
Gunnar
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
■ Latið okkum skàla fyri Bartal!
Eitt stig er betri enn einki
( Skála - ÍF )
Besta sms'ið í Triða Hálvleiki hjá Rás2:
ítróttur ítróttartoymið
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Pætur
E. Jensen
Leikbann uttan fordømi
Jákup Mørk
Tá AB í fjórða umfari spældi
1-1 javnleik móti Skála, varð
talan um seinasta dystin,
sum Bill McLeod Jacobsen
hevði ábyrgdina av liðnum.
Samstundis var hetta ein
dystur, sum fyri venjarans
viðkomandi endaði heldur
tíðliga, tá hann varð burtur
vístur eftir orðadrátt við
fjórða-dómaran.
Í vikuni, sum tá kom, frá
boðaðu AB og Bill, at sam
starvið millum partarnar
varð slitið, og at Oddbjørn
Joensen nú stóð við ábyrgd
ini av besta liðnum hjá AB.
Í tí so væl kenda bak
speglinum er eingin ivi um,
at Bill í dag iðrar seg um,
at venjaraskiftið ikki varð
kunngjørt
týsdagin
eftir
páskir. Bæði hann og AB
vistu, at eitt leikbann var
ávegis eftir burturvísingina,
og tí kundi Bill í friði og náð
um siti bannið – sum gjørdist
til tveir leikdagar – av sær,
tá AB um páskirnar spældi
móti KÍ og B68.
Líka-prinsipp
Tí FSF stóð við eini avbjóð
ing, tá avgerðin um leik
bannið varð tikin. Tí nær
skuldi nú fyrrverandi AB-
venjarin sita bannið av sær?
Heima í Føroyum eru
eingi fordømi av hesum slag,
og sum vit hava skilt, so bar
heldur ikki so væl til at finna
líknandi fordømi uttanlands.
Niðurstøðan
varð,
at
bannið til ein venjara verður
ásett á sama hátt, sum tað
verður gjørt hjá spælarum.
Fyri at sleppa undan kreativ
um yvirsitingum, sum hava
verið gjørligar hjá U21-spæl
arum, sum frítt kunnu skifta
millum deildir, broytti FSF í
vetur reglugerðina fyri leik
bann. Hendan regla ásetur
nú, at fær spælari leikbann
vegna reytt kort, so er bannið
galdandi í øllum deildum,
har spælarin hevur rætt til
at spæla. Tað vil siga, at fær
ein 20 ára gamal spælari í
Effo-deildini reytt kort, og
felag hansara hevur lið í
bæði Effo-deildini og 1. deild,
so er spælarin bannaður til
fyrstkomandi dyst hjá báð
um liðunum.
Í ítøkiliga førinum við
Bill McLeod Jacobsen varð
avgerð tí tikin um, at hann
hevur tveir daga leikbann
í 12 mánaðir. Og at hann tí
er leikbannaður teir báðar
fyrstu dystirnar, um hann
innan hesar 12 mánaðirnar
verður settur sum høvuðs
venjari hjá føroyskum felag.
Kreativir møguleikar
Hetta letur tó samstundis
upp fyri nøkrum kreativum
møguleikum, har Bill kann
sleppa undan banninum, um
tað er eitt endamál í sjálvum
sær.
T.d. kann Bill gera sátt
mála við Giza/Hoyvík, sum
í løtuni er oddalið í 2. deild.
»Sáttmálin« nýtist ikki at
vera longri enn tveir dystir,
og so er bannið burtur.
Um hetta verður gjørt, ber
sjálvandi illa til at siga, men
givið er, at tað ikki er nakar
beinleiðis
fyrimunur
hjá
Bill, at hann í løtuni hevur
leikbannið hangandi á sær.
Sjálvandi kann ein møgu
ligur nýggjur arbeiðsgevari
liva við hesum, um felagið
annars metir Bill vera rætta
mannin til uppgávuna. Men
tað er einki serliga stuttlig
fortreyt at hava, tá feløg í
vetrarsteðginum – og kanska
fyrr enn so – gera sær sínar
tankar um, hvør komandi
persónurin við stýrisvølin
verður.
jakup@sosialurin.fo
Bill McLeod Jacobsen hevði leikbann við sær, tá hann og AB steðgaðu
samstarvinum. Úrslitið er, at Bill byrjar við tveimum daga leikbanni,
um hann verður settur sum høvuðsvenjari næstu 12 mánaðirnar
Tróndur Arge
Tað kom óvart á tey flestu, at
Andy Olsen bleiv útskiftur
longu aftaná 31 minuttir
í dystinum móti Víkingi
fríggjakvøldið.
Hann
var
sjónliga ónøgdur og fór beint
í skiftirúmi. Eftirfylgjandi
rýmdi hann í øðini.
Síðani hava søgur verið
frammi um, at hann ikki
ynskir at halda fram í NSÍ.
Millum annað var hann ikki
til venjing dagin eftir. Sum
skilst, so hevði hann biðið
um frí.
– Mín einasta viðmerking
er, at eg ongaviðmerking
havi, sigur Andy Olsen, sum
húsast á vonginum hjá NSÍ.
Tað hevur ikki eydnast
at fáa eina viðmerking frá
ítróttarstjóranum í NSÍ, um
framtíðina hjá Andy Olsen
í NSÍ. Sum tað sær út í løt
uni, so er ikki óhugsandi, at
Andy Olsen verður at síggja
í øðrum felagi eftir summar
steðgin.
trondur@sosialurin.fo
Andy rýmdi í øðini