mánadagur 12. mai 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
ítróttur
TB stevnir ímóti
Effodeildini
AB-kvinnurnar
longu dragnaðar
1. deild menn: Eftir 3-1-sigur við Margáir í gjár
hevur TB nú av álvara lagt sjógv til hini liðini
í 1. deild og stevnir ímóti Effodeildini
Pætur Albinus
Flestu liðini í 1. deild hjá
monnum hava nú spælt ein
triðing av kappingarárinum.
Tað vil siga, at tey hava
møtt øllum hinum liðunum
í deildini, og TB hevur
ikki gjørt matari enn at
vunnið tey øll. Við Margáir
í gjár vann TB 3-1 ímóti EB/
Streymi
eftir
1-1-javnleik
í hálvleikinum. Arthur D.
Poulsen legði TB á odda stutt
undan hálvleikssteðginum,
men beint undan síðsta
bríksli
í
fyrra
hálvleiki
eydnaðist tað Andru Poulsen
at javna fyri heimaliðið. Gott
korter fyri leiklok legði
Ragnar Tausen TB á odda
2-1, áðrenn Aron Sørensen
sló ein 3-1-sigur fastan 10
minuttir fyri leiklok. Sigurin
ber í sær, at TB framvegis
hevur fult stigatal.
Nærmasti eltarin, sum
er B36, mátti leggja rygg
til sítt annað tap í ár, tá
ið
FC
Suðuroy
umvegis
3-0-sigur
fekk
øll
trý
stigini við sær heimaftur
úr Gundadali. Salmundur
Bech legði gestirnar á odda
í 35. minutti, áðrenn Patrik
Johannesen økti til 2-0 beint
undan hálvleikssteðginum. Í
seinna hálvleiki staðfesti Búi
Egilsson sigurin.
07 Vestur er eftir eina
keðiliga
byrjan
við
at
koma seg og hevur nú ikki
tapt fimm dystir á rað.
Leygardagin vunnu teir 2-0
á heimavølli ímóti KÍ. Jovan
Radinovic-Panic og Ásmund
Hansen skutu málini.
Heima við Løkin vann
NSÍ 3-1 ímóti AB. Albert Róin
Johannesen legði heimaliðið
á beint áðrenn dómarin
floytaði til hálvleiks. So
gekk leingi til næsta málið
kom, men tá komu tey
eisini
rapandi.
Tríggjar
minuttir fyri leiklok gjørdi
Debes Danielsen tað til 2-0,
í 90. minutti økti Jákup
Mortensen til 3-0 áðrenn
Ari Johannesen í yvirtíðini
pyntaði um til endaliga
úrslitið, sum harvið gjørdist
3-1.
Hjá HB sær framvegis
vónleyst
út,
men
tað
eydnaðist teimum at bjarga
sær eitt stig í evstu løtu
eftir at Gunnar Vatnhamar
annars hevði sent Víking á
sigurskós. Jónas Haraldsen
var bjargarmaðurin í 87.
minutti,
soleiðis
at
HB
tvífaldaði
sítt
samlaða
stigatal til tvey stig.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Samanlagda
liðið
ÍF/
Víkingur
vann
í
gjár
kvøldið einasta dystin í
bestu kvinnudeildini hetta
vikuskiftið. Tær vunnu
4-2 á AB, sum nú er greitt
aftast.
Bara ein dystur hevur
verið í bestu deildini hjá
kvinnum
hetta
viku
skiftið. Vegna HM-undan
kappingardystin
ímóti
Póllandi
hósdagin
eru
dystirnir fluttir til seinnu
í vikuni, og tað var eisini
upprunaliga ætlað, at ÍF/
Víkingur og AB skuldi
spæla mánakvøldið, men
høvdu tær flutt dystin til í
gjárkvøldið.
ÍF/Víkingur vann dystin
4-2. Tær vóru á odda 2-0,
men AB svaraði aftur við
tveimum málum tíðliga
í øðrum hálvleiki áðrenn
ÍF/Víkingur stóð seg betur
síðta hálva tíman og skeyt
tvey
mál.
Tær
vunnu
harvið 4-2 og nú við seks
stigum hava tær lagt sjógv
niður til AB, sum einans
hevur eitt stig.
Kl.19.30 í kvøld spæla
B36 og KÍ í Gundadali.
albinus@sosialurin.fo
B36 - FC Suðuroy 0-3 (0-2)
0-1: Salmundur Bech, 35.
0-2: Patrik Johannesen, 45.
0-3: Búi Egilsson, 51.
HB - Víkingur 1-1 (0-0)
0-1: Gunnar Vatnhamar, 51.
1-1: Jónas Haraldsen, 87.
07 Vestur - KÍ 2-0 (1-0)
1-0: Jovan Radinovic-Panic, 38.
2-0: Ásmund Hansen
Útv.: Sigtór A. Petersen (07 Vestur)
NSÍ - AB 3-1 (1-0)
1-0: Albert Róin Johannesen, 45.
2-0: Debes Danielsen, 87.
3-0: Jákup Mortensen, 90.
3-1: Ari Johannesen, 91.
Útv.: Teitur Jóanesarson (AB)
EB/Streymur - TB 1-3 (1-1)
0-1: Arthur D. Poulsen, 44.
1-1: Andru Poulsen, 45.
1-2: Ragnar Tausen, 73.
1-3: Aron Sørensen, 80.
ÍF/Víkingur - AB 4-2 (1-0)
1-0: Arnborg Lervig, 17.
2-0: Marta S. Thomsen, 48.
2-1: Ásleyg Súnadóttir, 54.
2-2: Hjørdis Kristiansdóttir, 59.
3-2: Jensa P. Olsen, 67.
4-2: Jóhanna Lervig, 91.
fótbóltur