mánadagur 12. mai 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
borðtennis
Fyri fyrstu ferð í 25 ár bjóðar Borðtennissamband Føroya til kapping ímillum
fleiri lond. Ísland og Grønland koma um vikuskiftið at kappast í nýstovnaðu
Arctic Open. – Tað, at vit eru fyriskiparar, er ein góð fyrireiking til møguligu
oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019, sigur ein av fyriskiparunum
Pætur Albinus
Í
einstaklingaítrótti,
har
spælt
verður
ein
ímóti
einum, er ógvuliga umráð
andi at hitta fjølbroyttari
mótstøðu til tess at menna
allar partar av sínum spæli,
og er hetta eisini ein av
grundarsteinunum
undir
menning av borðtennisleik
arum. So fjarskotið sum
oyggjasamfelag okkara er,
hevur føroyskt borðtennis
sviðið undir hesum um
støðunum, og við somu og
fáu
venjingarmakkarum
hevur mangan verið strævið
– hugurin er farin og summir
leikarar eru givnir.
Loysnin
Loysnin – ein partur av
henni, í øllum førum – er
funnin. Tað er hon við
spildurnýggju millumtjóða
kappingini Arctic Open, har
Føroyar, Ísland, Hetland og
Grønland hava sligið seg
saman og hittast á hvørjum
ári til hesa kapping. Hetta
eru øll lond, sum líða undir
somu trupulleikum, men nú
ganga hond í hond at basa
honum. Hetland verður tó
ikki við hesaferð. Tað er
teimum ov dýrt, frættist úr
Hetlandi.
Tað eru Ísland og Føroyar,
sum komu við hugskotinum
og hava gjørt hana til
veruleika. Í fjør var fyrsta
kappingin í Reykjavík, og í ár
er tað Tórshavn, sum verður
vertur. Nærri nágreiniliga
høllin á Hálsi, har bæði
menn- og kvinnulandslið hjá
Føroyum fara at kappast í
einmansleiki, tvímansleiki,
blandaðum tvímansleiki og
í liðkapping.
Eydnaðist væl
Bæði Føroyar og Ísland hava
drúgvar royndir frá altjóða
kapping
og
hava
knýtt
vinar- og kenningarbond
umvegis at hittast árliga til
HM, og tað sást eisini bæði
á kappingunum og fyriskip
anini í Reykjavík í fjør, at
fyrireikararnir høvdu lúrt
av hvussu kapping verður
fyriskipað á hægsta stigi.
Hetta var í ein mun eitt
royndarár, eftirsum hetta
var fyrsta kappingin av
sínum slag, og hittust ser
sambondini
eisini
til
at
eftirmeta hvat kundi gerast
øðrvísi.
Tað er hetta, sum Føroyar
nú fær sum leiklut – tað, at
føra kappingina víðari.
Krevur nógv
Hetta er fyrstu ferð síðani
oyggjaleikirnar í 1989, at
føroyskt borðtennis bjóðar
útlandinum
til
kapping.
Áður hava samstørv verið
við lond um felags venjingar
og
innanhýsis
landsdyst,
men nú er opið fyri fleiri
londum. Peter H. Niclasen,
sum umframt sjálvur at
spæla eisini situr í nevnd
borðtennissambandsins og
er við til at fyrireika kapping
ina, viðgongur, at tað krevur
sítt at fyrireika kapping, har
útlendingar koma higar.
– Tað eru jú fólk uttanífrá,
so tað umfatar at bíleggja
teimum uppihald, flutning
og alt tað praktiska. Harum
framt skal sjálva kappingin
skipast, so jú, hetta er eitt
stórt tiltak hjá einum ser
sambandi, sigur Peter.
Peter, sum sjálvur hevur
verið landsliðsleikari í trý
áratíggjur, heldur, at kapp
ingin er umráðandi fyri leik
ararnar.
– Hetta er ein háttur at
menna leikararnar altjóða.
Tað má vera framhald í
landsliðsarbeiði og útlendsk
um avbjóðingum. Hetta er
eisini ein møguleiki hjá før
oyskum borðtennis at vísa
andlit úteftir, og hesaferð
eisini inneftir. At seta sjó
eyguna á ítróttin, vísir Peter
á og heldur fram:
– Tað, at vit eru fyriskip
arar, er ein góð fyrireiking til
møguligu oyggjaleikirnar í
Føroyum í 2019.
Góð úrslit
Í fyrstu kappingini í Reykja
vík í fjør luttóku Føroyar,
Ísland, Grønland og Jútland.
Føroyar og Ísland høvdu tvey
lið við í kappingini, eitt A-lið
og eitt B-lið. Tað, sum millum
leikararnar hevði mest æru
at vinna, var sum vera man
liðkappingin. Har eydnaðist
tað
føroyska
liðnum
at
vinna silvur, meðan sterka
íslendska landsliðið streyk
avstað við gullinum.
Í einmansleiki hjá kvinn
um var Henrietta Nielsen,
ættað úr Fuglafirði, búsitandi
í Týsklandi, einaráðandi og
vann gullið lættliga. Hon
vann eisini gull í bæði tví
mansleiki
og
blandaðum
tvímansleiki
saman
við
ávikavist Duritu F. Jensen
og Halli Thorsteinsson.
Hallur
Thorsteinsson
vann eisini bronsu í tví
mansleiki saman við Peteri
H. Niclasen, so úrtøkan hjá
føroyska landsliðnum mátti
sigast at vera góð í hesi
fyrstu Arctic Open.
Føroyar fullmannað
Meginparturin av teimum,
sum spæla á føroysku lands
liðunum,
eru
búsitandi
uttalands. Fróði F. Jensen
og Hallur Thorsteinsson eru
lesandi í Keypmannahavn,
Eyðun F. Ellendersen er les
andi í Århus, Anna Mikkjals
dóttir gongur á borðtennis
eftirskúla á Tjele Efterskole
og Henrietta Nielsen spælir
borðtennis í Flensburg í
Týsklandi.
Góðu tíðindini hjá før
oysku leguni er, at øll hesi
koma heim til Føroya at
umboða landsliðið. Kvinnu
landsliðið kom fyri viku
síðani heim aftur frá HM-
kapping í Tokyo, Japan, og
eru tær tískil í sera góðari
venjing.
Ísland hevur eitt nakað
skert manslandslið við, men
vinnarin av Arctic Open í
ítróttur
í Føroyum
Føroyska landsliðið savnað eftir Arctic Open í fjør
Norður-
atlantisk
kapping