mánadagur 12. mai 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
H E S A V I K U N A
3
Meinhardt Joensen
Tekur fleiri ivasamar avgerðir,
sum eru um at kosta fyri KÍ. Kann tó
illa lastast fyri málini hjá B36, hóast
hann kemur út til tað fyrsta uttan at
fáa nevan á.
2
Jóhan Jacobesen
(Út 90.min)
Hevur nakrar góðar framrættaðar
aktiónir, men fyllir samanlagt ov lítið.
Er skjótur, men megnar í ov lítlan
mun at fáa fyrimun av tí.
3
Jonas Flindt
Rasmussen
Er ótrúliga sterkur í nærdystunum
og fyllir nóv á vøllinum. Sparkaði fyri
tað mesta langt úr egnari miðverju
og hevði sínar trupulleikar av Lukas
og Lawal.
2
Sørmund Kalsø
Megnaði ikki at seta sín dám
á verjupartin hjá KÍ, tó at hann var
í nógv tvídystum. Er ágrýtin og
kropsliga væl fyri, men manglar tað
seinasta at fáa sítt gjøgnumbrot.
3
Tórur Justesen
Hevði trupulleikar av Jákupi á
Borg og høgru síðuni hjá B36. Er
góður á bóltinum, men tað endaði
við ov nógvum longum sendingum.
Mennist fyri hvønn dyst.
3
Atli Danielsen
Hevur verið fyri atfinninum og
hevði tað trupult í fyrra hálvleiki,
men samanlagt var talan um ein
miðal avrik av miðvallaranum.
3
Ndende
Somuleiðis eitt miðal avrik. KÍ
leyp um í seinna hálveiki miðvøllin
um, men tá hann var á bóltinum, so
spældi tað væl av.
4
Hjálgrím Elttør
Var besti maðuri hjá KÍ. Skapti
tað mesta, sum KÍ hevði einsamallur.
Fekk ikki nógva hjálp frá vengrunum.
Kundi havt fingið bæði eitt og tvey
mál.
2
Rodrigo Silva
(Út 62. min)
Fær 2-talið fyri málið, sum hann
skorar longu aftaná tveir minuttir.
Annars kom ikki nógv burtur úr hjá
honum á vonginum. Manglar at
prógva, at tað var rætt at taka hann
aftur til KÍ.
2
Henry Heinesen
(Út 62.min)
Megnaði ikki at fylgja upp uppá
avrikið í Runavík, har hann skoraði
málið hjá KÍ. B36 verjan hevði gott
tamarhald á honum, umframt at hann
ger brotssparkið.
3
Páll A. Klettskarð
Er ikki á sama stigi í ár, sum
undanfarnu árini, men alíkavæl
stríðist hann fyri fleiri. Átti lut í
fleiri av støðunum, sum trýstu B36
verjuna, men er ikki skarpur í løtuni.
3
Heðin á Lakjuni
(Inn 62.min)
Megnaði ikki at broyta dystin, men
var nakað á bóltinum, og tað við
trygleika. Skal helst hava fleiri
minuttir í beinini.
4
Álvur F. Christiansen
(Inn 62.min)
Eitt gott innhopp frá vonginum
í høgri. Bjóðaði av og gjørdi tað,
sum verður væntað av einum
innskiftara. Bleiv helst snýttur fyri
eitt brotsspark.
Heðin Klakstein
(Inn 90.min)
Ov stutt inni til at gera ein meting.
spælarameting
Tróndur Arge – Klaksvík
Toppdysturin
í
Klaksvík
hevði nógv at bjóða uppá.
Dysturin var ikki meir enn
byrjaður, tá bóltin lá í mál
inum á fyrsta sinni. Síðani
komu tvey mál aftur at í
einum hart spældum fyrra
hálvleiki. Í seinna hálvleiki
fekk dómarin ein høvðus
leiklut, tá hann ikki bríkslaði
fyri brotssparki til KÍ, sum
var líkt tí, sum B36 fekk.
Tað endaði við at dagsins
spælari,
Adeshina
Lawal,
avgjørdi dystin við frálíkum
einmansavriki, meðan orða
drátturin millum venjarar
nar gjørdist harður í fjøl
miðlunum.
– KÍ vóru vemmiligir
fystu løtuna
Tað vóru hørð orð, sum
Sámal Erik Hentze, venjari
hjá B36, hevði at siga um
spælið hjá KÍ. Hann var
ónøgdur við, at KÍ spældi ov
hart í fyrra hálvleiki.
– Teir vóru vemmiligir
fyrstu løtuna. Teir skuldu
verið átta mans eftir eitt
korter. Hatta var ófantaligt
og vemmiligt spæl. Eg veit
ikki um teir tilætlað royndu
at sparka okkara menn nið
ur, so vit ikki kundu spæla
okkara smáspæl, sigur Sámal
Erik Hentze, sum legur aftur
at, at tá B36 fór at geva aftur
av somu skuffu, so bar til.
Eyðun Klakstein aftur
vísur, at KÍ liðið á nakran
hátt tilvita spældi vemmiligt.
– Vit spældu hart og kon
tant, men tað er ikki tað sama
sum at spæla ófantaligt ella
vemmiligt.
B36-venjarin
hevur helst verið dekan ov
heitur beint eftir dystin,
men tað sømir seg ikki brúka
so misvísandi og niðurger
andi vendingar um eitt mót
støðulið, tí mann ikki slapp
at spæla sítt smáspæl. Í ein
um intensum toppdysti sum
hesum verður tað givið og
tikið, og soleiðis var í dag,
sigur Eyðun Klakstein við
Sosialin.
KÍ fyrst – so B36
Dysturin byrjaði við fullari
ferð. Longu í fyrsta álopinum
er B36 um at koma á odda,
men
Meinhardt
Joensen
bjargar. Løtu seinni hevur KÍ
hornaspark. Bólturin verður
stútaður inn í fimm meturin.
Har er Rodrigo Silva hægstur
og leggur KÍ á odda 1-0.
KÍ hevur vunnið allar
heimadystirnar í ár, men
teir mistu takið á dystinum
eina løtu miðskeiðis í fyrra
hálvleiki. B36 trýsti, men
tað var upp á deyðbóltar, at
teir revsaðu KÍ. Fyrst verður
fríspark sent innfyri. Mein
hardt Joensen kemur út,
men fær ikki ruddað vekk.
Inni í brotsteiginum eydnast
Klæminti Matras at leggja
bóltin til Adeshina Lawal,
sum skorar.
Stutt fyri hálvleik kemur
so B36 á odda. Talan er um
brotsspark,
sum
verður
gjørt móti Róaldi Jakobsen.
Flestu
fótbóltsfejpparar
eru á einum máli um, at
talan í stóran mun er um
brotsspark til B36, men tað
tykist sum Róaldur brúkar
allar lógligar snildir fyri at
fáa brotssparkið. Jákup á
Borg er tryggur og sparkar
B36 og seg sjálvan á odda í
ávikavist Effo-deildini og
toppskjúttara listanum.
Brotssparkið, sum
KÍ ikki fekk
Áleið tíggju minuttir fyri tíð í
kemur so støðan, sum hevur
fingið mest umtalu eftir
dystin í Klaksvík. Hesa ferð
er tað innskifti KÍ vongurin,
Álvur F. Christiansen, sum
fer umkoll í brotsteiginum
hjá B36. Áleið í sama stað
og tað er stór semja millum
fótbóltsfjepparar, at talan er
um greitt brotsspark, eftir at
hava sæð støðuna á in.fo.
Eisini venjarin hjá KÍ,
Tað var ferðmikið og hart spæl, harður tóni millum
venjararnar, avgernandi dømingar og flott mál at síggja í
Klaksvík í gjár. B36 er framvegis oddalið í Effo-deildini
snýttir og
niðurgjørdir
KÍ eftir oddabrak:
Norðlýsið svarar aftur Lokala blaðið í Klaksvík hevur givið
ilt av sær, eftir at B36 í gjár vann 3-1 í Klaksvík. »Læra teir í B36
at brúka skitin vápn« og »Eiler snýtti KÍ fyri klárt brotsspark« vóru
tvær av yvirskriftunum á heimasíðuni hjá blaðnum í gjár. Helst
var tað bersøgna útsøgnin hjá Sámal Eriki, sum festi eld í.
(1-2) 1-3
1-0 Rodrigo Silva, 3.
1-1 Adeshina Lawal, 29.
1-2 Jákup á Borg, 43. br.
1-3 Adeshina Lawal, 89.
Dómari : Eiler Rasmussen
fótbóltur
Kristian Joensen: KÍ fjeppari
Størri tøzir skulu vit leita leingið eftir, vit fáa 4-5 gul kort, tí B36 leikarnir ikki
tola nærkontakt. Vit verða snyttir fyri eitt kempi brotsspark og Høgni Midjord
átti stórsta reyða kortið í ár. Eiler Rasmussen var ikki beinleiðis orsøkin
til at vit taptu, men hann gjørdi tað ikki betur.
Koyr á KÍ
1 til 6