mánadagur 12. mai 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
ítróttur
hondbóltur
Hendan uppgerðin hevði næstan
alt. Beinleiðis í úrtvarpi og
sjónvarpi vóru føroyingar vitni
til ein dyst, sum hevði intensitet,
mál, umtalaðar støður og tveir
venjarar, ið ikki eru bangnir
fyri at siga sína hugsan.
Tað er til tíðir skitna spælið, sum
tóktist fara fram á vøllinum. Eisini
bleiv eitt hvørt tveitt á vøllin í
seinna hálvleiki. At síggja til tveitti
Lukasz Cieslewicz tað út aftur til
áskoðararnar, eftir at dómarin
ikki vildi kennast við lutin.
Eyðun Klakstein, undrast
yvir, at tað ikki verður bríksl
að fyri brotssparki.
– Tað kunnu ikki vera
tvær meiningar um, at hatta
er klokkuklárt brotsspark til
okkum, og tað undrar meg
stórliga, at tað ikki verð
ur dømt. Bæði dómarin og
hjálpardómarin
standa
í
perfektari støðu til at síggja
støðuna. Og so kann mann
akkurát tað sama siga tað,
sum tað er, at handan døm
ingin hevði avgerandi ávirk
an á úrslitið. Soleiðis er við
hvørt, tað er súrt, og tað
kostar, men tað mugu vit
onkurvegna liva við, sigur
Eyðun Klakstein og leggur
afturat;
– Eg haldi, at FSF í enn
størri mun eigur at hugsa um
at seta teir bestu dómararnar
at døma teir mest krevjandi
dystirnar. Tað er ov stórur
møguleiki
fyri
skeivum
avgerðum í teimum lívligu og
avgerandi dystunum, um teir
bestu dómararnir ikki døma
teir – og dystirnir í Klaksvík
millum tey stóru feløgini eru
pr. definitión hendingarríkir
og sera krevjandi dystir at
døma, sigur Eyðun Klakstein
við Sosialin.
Adeshina Lawal
dagsins spælari
Um hetta mundið hevur KÍ
nakrar vandamiklar støður
frammanfyri málinum hjá
B36. Tvær ferðir er Hjalgrím
Elttør
bara
millimetrar
frá at javna. Einu ferðina
er hann leysur í gjøgnum
mitt fyri málið, men verður
taklaður í evtu løtu, tá hann
kanska kundi havt skotið
áðrenn. Hin støðan er, tá
Hjalgrím faktist skorar, men
verður dømdur rangstaddur.
Sjálvur er hann ikki samdur
í avgerðini, so helst er talan
bara um millimetrar.
Alt endar við, at Adeshina
Lawal fer í mótálop. Við
einum frálíkum einmans
avrikið endar hann ikki í KÍ
brotsteiginum og meddar
bóltin í tvørstongina. Hann
brestur niður í vøllin – milli
metrar innanfyri málstrik
una – og so hevur B36 stað
fest oddasessin.
Millimetrar
Sostatt eru tað bara teir
tiltiknu marginalarnir, sum
eru munurin á, at KÍ kemur
upp á 2-2, ella at B36 vinnur
3-1. Hesir marginalarnir sig
ast at fylgja oddaliðnum.
Oddaliðini plaga at siga, at
marginalarnir fylgja teim
um, sum søkja teir.
Hóast talan í nógvar mát
ar var um ein javnan dyst,
so eru spælarametingarnar
hjá B36 væl betri. Hetta
kemst av, at B36 er omaná
tá teir eru aftanfyri. Tá teir
eru á odda og blíva trýsti, so
standa teir ímóti og megna
at avgera dystin.
Líka
mikið
hvat
og
hvussu, so var talan um ein
hendingaríkan fótbóltsdyst
bæði á og uttanfyri vøllin. Tú
kanst siga, at allir aktørarnir
í hesum fótbóltsdystinum
hava gjørt sítt til, at tað enn í
dag verður tosað um dystin.
Alt frá spælarunum og venj
arunum til dómarin og fjøl
miðlarnir.
Staðfestingin er, at B36
framvegis er oddalið í Effo-
deildini aftaná átta umfør.
trondur@sosialurin.fo
Brotssparksstøðurnar:
In.fo hevur lagt út sjónvarps
brot, har báðar brotssparks
støðurnar verða vístar. Vit
spurdu limirnar í Facebook
kjakbólkinum
»Fótbólts
kjak« hvat teir haldi um
støðurnar.
Atkvøðurnar
vísa rímiliga greitt, at helst
er talan um brotsspark í
báðum støðunum. Tó eru
øll ikki sam um, at tað er so
greitt brotsspark til B36. Her
tykist
Róaldur
Jakobsen
brúka allar lógligar snildir
fyri at blíva feldur.
Atkvøðugreiðsla
á »Fótbóltskjak«:
Tað er brotsspark
til KÍ og B36: 106
Brotsspark til KÍ
og ikki B36: 34
Brotsspark til B36,
men ikki til KÍ: 9
Hvørki er
brotsspark: 1
Samandráttur frá
dystinum kann síggja á
www.in.fo/itrottur.fo
4
Tórður Thomsen
Kann einki gera við málið hjá
KÍ. Spælir annars ein góðan dyst við
góðum aktiónum, tá KÍ kemur við
innleggum, men onkra ferðina er
time’ingin ikki neyv.
4
Høgni Eysturoy
Avrikar javnt og gott at kalla
hvønn dyst. Ger fáar feilir og er góður
í avspælinum. Verjuspælið meistrar
hann eisini væl.
4
Hørður Askham
U21 landsliðsmiðverjin hevði úr
at gera og sum oftast spældi væl av.
Átti í fleiri førum seinasta fótin á,
áðrenn KÍ fekk á mál.
4
Andrias H. Eriksen
Spælir sum ein royndur miðverji
og hevði onkra takling í evstu løtu,
har KÍ helst hevði skorað. Stóð eisini
sterkur, tá KÍ sendi langar bóltar.
4
Alex Mellemgaard
Teknist væl fyri og tað prógvar
hann fleiri ferðir, tá hann skal koma
sær úr torførum støðum. Saman við
Høgna ein av orsøkunum at B36 liðið
spælir so væl.
3
Klæmint Matras
Stríðist sum altíð og vinnur
nógvar bóltar. Varð fluttur í
miðverjuna í seinna hálvleiki og
vann nógvar nær dystir. Gjørdi helst
brotsspark móti endanum og tað
telur niður, men legði eisini upp til
fyrsta málið.
5
Róladur Jacobsen
Ein av bestu spælarunum á
vølliunum í Klaksvík. Vinnur B36
brotsspark og er íblandur í tí mesta
sum B36 hevur framrættað. Í holt við
eitt gott kappingarár.
4
Jákup á Borg
Spælir sum ein unglingi við
nógvari orku. Gongur á odda í
trýstinum og bjóðar nógv av í
álopsspælinum. Tryggur úr ellivu
metrum.
5
Lukasz Cieslewicz
Sikken ein spælari. Ferð
aftaná ferð er hann millum bestu
spælararnar. Ótrúligan teknik og góð
evni at venda spælinum. Millum besti
spælararnar í kappingini higartil.
3
Rasmus Dan Sørensen
(Út 69.min)
Stendur nakað aftanfyri framrættaðu
profilarnar á bóltinum, men bjóðar
inn við nógvari renniorku og torir at
verða við.
Dagsins spælari
Adeshina
Lawall
5
Søkir møguleikan hvørja
ferð hann fær kjansin og
tað fær hann løn fyri. Hesa
ferð skoraði hann tvey mál
og var avgerandi munurin á
liðnum.
2
Høgni Midjord
(Inn 69.min)
Gjørdi aftur eitt fínt innhopp og kundi
verið við til at avgjørt dystin, eftir
góða dribbling í vinstru. Kundi verið
útvístur í yvirtíðini fyri býtta takling
og tað telur niður.
spælarameting
Nógv gul kort Dysturin í gjár var intensur
og ferðmikil. Tað vóru nógvir tvísdystir og menn
gjørdist heitir. Tað úrslitaði í sjey gulum kortum.
Fimm til KÍ og tvey til B36. Helst kundi onkur
av teimum eisini verið reytt um ill vildi.
Myndir: Álvur Haraldsen
Vónandi fær Eiler
kontrakt við B36, han
var besti maður fyri
B36 ídag
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
Jóannes Niclasen: B36 fjeppari
Norð um hukin at venda og ikki koma aftur
ongul í reyv, flott dreingir! Hvitir.
Koyr á B36
KÍ Meinhardt Joensen – Jóhan Jacobsen
(Heðin Klakstein, 90), Sørmundur Kalsø ■,
Jonas F. Rasmussen ■, Tórur Justesen ■ –
Atli Danielsen, Ndende Adama Gueye ■,
Hjalgrím Elttør (liðskipari), Henry Heinesen ■
(Heðin á Lakjuni, 62.) – Páll Klettskarð,
Rodrigo Silva (Álvur Christiansen, 62)
B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður
Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard –
Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras ■, Jákup á Borg
(liðskipari), Rasmus Dan Sørensen (Høgni Midjord,
69 ■) – Lukasz Cieslewicz – Adeshina Lawal
1 til 6