mánadagur 12. mai 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Birgir Petersen: ÍF fjeppari
Uha, vit spæla so illa og fáa 1 stig, so tað er
ikki at standa fyri tá vit fáa spælið at koyra...
Koyr á ÍF
fótbóltur
André Olsen
Tað var annars ÍF, ið byrjaði
dystin betri. Mestsum allan
fyrra hálvleik á tamb, var
tað útiliðið ið var omaná.
ÍF legði seg eisini, í tráð við
leikgongdina, á odda longu
aftaná 6 minuttum. Tað var
nýggi ÍF leikarin, Kristoffur
Jakobsen, ið elegant lyfti
bóltin uppum Mark Ryutin í
Skála málinum.
Men beint áðrenn hálv
leik, tóktist tað sum um, at
Skálamenn vaknaðu. Teir
sótu tættari at ÍF leikarunum
og fingu betri spælið at
koyra.
Teir fingu eisini løn fyri
stríðið 5 minuttir áðrenn
hálvleik. Tað var Ólavur
Mikkelsen, ið fekk javna fyri
Skála. Hetta var samstundis
eisini fyrsta málið nakrantíð
hjá Ólavi Mikkelsen í Effo-
deildini.
Hamskift Skála lið
At Skála venjarin hevur tosa
við stórum bókstavum í
hálvleikinum, tóktist eingin
ivi vera um. Tað var eitt heilt
annað Skála lið, ið kom á
vøllin til seinna hálvleik.
Skálamenn
vóru
serliga
ágrýtnir og vóru omaná
mestsum allan partin av
seinna hálvleik.
Skála legði seg eisini á
odda, tá 7 minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki.
Tað var fyrrverandi ÍF leik
arin, Jákup Johansen, ið
slapp at leggja Skála á odda
fyri fyrstuferð í hesum kapp
ingarárinum.
Tað eydnaðist tó ikki
Skála at binda um heilan
fingur. ÍF venjarin valdi
móti endanum at flyta Bartal
Eliasen úr verjuni, fram í
álopi og tann avgerðin, vísti
seg at vera ein røtt avgerð.
Tað
var
júst
Bartal
Eliasen, ið fekk javna fyri ÍF,
3 minuttir undan leikloki.
Skála spældi sostatt sín
fjórða javnleik í ár. Teir
eru framvegis undir niður
flytingarstrikuni
við
4
stigum.
ÍF er á 6 plássi við 11 stig
um. Avrikini hjá ÍF tykjast
skiftandi. Liðið hevur eitt
toppstøðið, ið er millum
bestu liðini í deildini, men
samstundis er botnstøðið
eisini ov lágt hjá fuglfirðing
um, ið hava størri málsetning
enn at liggja á 6 plássi.
andre@sosialurin.fo
André Olsen
EB/Streymur fekk í gjár
svara aftur uppá lemjandi
ósigurin í Gundadali farna
vikuskiftið.
EB/Streymur
vann sannførandi 5-0 sigur
á AB í gjár. Gongdin hjá AB
peikar tann skeiva vegin
EB/Streymur hevur ann
ars havt stóra málslúkin,
Arnbjørn Hansen, uttanfyri
hópin fyrsta partin av kapp
ingini, av tí at Arnbjørn
Hansen hevur verið skaddur.
Arnbjørn Hansen fekk tó í
gjár síni fyrstu mál í Effo-
deildini í ár. Merkisvert
var at sjálvt um Arnbjørn
Hansen ikki hevur fingið
nakað mál í Effo-deildini
fyrr í ár, so var hetta hattrick
nummar 3 hjá Arnbirni
Hansen í ár. Hann skeyt
hattrick,
tá
EB/Streymur
vann á Giza/Hoyvík í steypa
kappingini, hattrick tá EB/
Streymur slerdi NSÍ út úr
steypakappingini og aftur í
gjár fekk Arnbjørn Hansen
hattrick,
tá
EB/Streymur
vann 5-0 á AB.
Málslúkurin
á
EB/
Streyma liðnum er tí skrá
settur fyri 8 dystir í 2014 og
9 mál.
EB/Streyma venjarin
hevði gjørt broytingar
At Rúni Nolsøe, venjari hjá
EB/Streymi, ikki var nøgdur
við tað hann sá í Gundadali
farna vikuskiftið, var eingin
ivi um, tá liðið hjá EB/
Streymi kom á vøllin í gjár.
Tveir so frægir leikarar sum
Hans Pauli Samuelsen og
Høgni Madsen sótu á bonk
inum hjá EB/Streymi.
Hans Pauli Samuelsen
fekk tó svara aftur, við at
skjóta tvey av málunum hjá
EB/Streymi.
Tað fyrra málið kom, tá
EB/Streymur fekk fríspark
uttanfyri brotssteigin hjá
AB. Hans Pauli Samuelsen
setti elegant bóltin í netið,
handan AB málverjan Heðin
Stenberg.
Seinna málið hjá Hans
Paula kom við brotssparki.
EB/Streymur
fekk
brots
spark, tá Arnbjørn Hansen
var feldur í AB brotssteig
inum.
EB/Streymur
fekk
við
sigrinum í gjár lyft seg eitt
vet upp eftir stigatalvuni.
EB/Streymur er nú á 4 plássi í
Effo-deildini við 12 stigum av
24 møguligum. Tað er eingin
ivi um, at málsetningurin í
Sundalagnum er til meira
enn 4 plássi og tí var sigurin
í gjár umráðandi fyri EB/
Streym.
Sær svart út hjá AB
Gongdin hjá AB er alt annað
enn góðkend. Liðið, ið annars
fekk eina framúr góða byrjan
uppá kappingina, tá teir í
fyrsta umfari vunnu trupla
útidystin í Gøtu móti Vìkingi,
hevur síðani tá ongan dyst
afturat vunnið. AB hevur
einans fingið eitt stig síðani
dystin í Gøtu og tað var á
heimavølli móti Skála. Ein
dystur, har Argjamenn helst
høvdu sett nøsina eftir meira
enn einum stigi.
Hóast AB einans hevur 4
stig aftaná 8 umfør, er tað tó
ein framgongd hjá AB, í mun
til árið í fjør. Tá hevði AB
einans 1 stig aftaná 8 umfør
og liðið megnaði allíkavæl at
enda væl omanfyri strikuna.
Tí er bjartskygni heilt
avgjørt í AB leguni, um at
gongdin í felagnum kann
venda.
Serliga saknar AB stóra
profilin hjá felagnum, Jóan
Símun Edmundsson, ið er
úti við skaða í lærkrikanum.
Jóan Símun verður tó tøkur
aftur hjá venjaranum, um
ikki so langa tíð.
Skála var
nær við
smurdi AB av
(1-1) 2-2
(1-0) 5-0
1-0 Kristoffur Jakobsen, 6.
1-1 Ólavur Mikkelsen, 40.
2-1 Jákup Johansen, 52.
2-2 Bartal Eliasen, 87.
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0 Arnbjørn Hansen, 10.
2-0 Arnbjørn Hansen, 53.
3-0 Hans Pauli Samuelsen, 71.
4-0 Hans Pauli Samuelsen, 86. br.
5-0 Arnbjørn Hansen, 90.
Dómari: Dagfinn Forná
Skála Mark Ryutin – Jákup Jacobsen,
Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen,
Teitur R. Joensen – Andras Fredriksberg, Ólavur
Mikkelsen, Holgar Durhuus (Uni Jacobsen, 90),
Jákup Johansen (Hendrik á Fríðriksmørk, 82),
Edvin Jacobsen – Brian Jacobsen ■
ÍF Jákup Mikkelsen ■ – Leivur Joensen,
Bartal Eliasen ■, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í
Lambanum – Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen,
Ari Ellingsgaard (Nenad Saric, 65 ■), Dánjal á
Lakjuni (Áki Petersen, 73) – Kristoffur Jakobsen
(Frank Poulsen, 65), Clayton Soares
EB/Streymur René Tórgarð – Jónas Tór Næs,
Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi E. Nielsen –
Gert Hansen (liðskipari), Niels Pauli Danielsen
(Høgni Madsen, 74), Leif Niclasen, Pól Jóhannus
Justinussen – Gunnar Zachariassen (Hans Pauli
Samuelsen, 65) – Arnbjørn Hansen
AB Heðin Stenberg – Martin Midjord, Jógvan
Isaksen, Sørin Samuelsen ■, Beinir Ellefsen –
Bárður Olsen ■, Kári Nielsen (liðskipari) (Mikkjal
Hentze, 69), Hørður Mohr, Dion Splidt, Jobin
Drangastein (Jónas Stenberg, 65) – Leivur Joensen
Latið okkum skàla fyri
Bartal! Eitt stig er betri
enn einki
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
Maria Key singur nýggja
AB sangin, hann eitur
»Uden forsvar«
Besta
SMS
Fótbóltssendingin
Triði hálvleikur á Rás2
Tað sá leingi út til at Skála skuldi fáa sín fyrsta
sigur í Effo-deildini í ár, men móti endanum av
dystinum eydnaðist taktiska broytingin hjá ÍF.
Rógvi Dam: EB/Streymur fjeppari
Ein super dystur, nú eru vit á rættari kós.
Arnbjørn dagsins maður. Saman standa vit sterk.
eb/Streymur
Steingrím Jacobsen: Skála fjeppari
Øgiliga keðiligt at missa 2 stig, men
týdningarmikið at fáa 1! Spælið var heilt fínt,
og fleiri spælarar skaraðu framúr.
skála
Bárður Olsen: AB fjeppari
Vit mugu bara hyggja fram til næsta
dyst og koma sterkt aftur!
Koyr á AB