Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 ítróttur Rúni Klein Joensen: Víkinga fjeppari Hettar var púra yvirdriđ svagliga gott. Finningarløn: NSÍ royndu at Finna útav Finni sum Finnur, Fintar,Fluktar X 3 í meskarnar og tađ var drepandi. Kanska skifti NSÍ ov seint út. Vit eru komnir í gongd, komandi 2 dystirnar verđa Sundalagsmenn viđ undirlutan. Fantastiskt dreingir. WLYV víkingur fótbóltur André Olsen Og hýrurin í HB leguni var ser­stakliga góður aftaná, tí spælimessiga má dysturin á Svangaskarði teljast millum teir bestu hjá HB í ár. Við sann­førandi avrikið vann HB 4-0 móti B68 á Svangaskarði.. Tað var eingin slingur í valsinum hjá HB, tá teir í gjár vitjaðu á Svangaskarði. HB vann ein sannførandi 4-0 sigur á uppflytarunum og longu eftir ein hálvan tíma, tykt­ist dysturin verða av­ gjørd­ur. HB var á odda 3-0 aftaná 28 minuttir. Tað hevur gingið væl hjá HB at fingið stigini sam­ an higartil í ár, men onkrar røddir hava meint, at spæl­ ið hjá liðnum ikki veru­liga er komið í gongd. Tað kann tó ikki sigast um HB av­rikið á Svangaskarði, tí tað var sannførandi gjøgn­um allan dystin. Við flottum álops­ spæli og góðum verju­spæli, vísti HB eyðsýndar dygdir. Nøgdur HB venjari HB venjarin, Heðin Askham, var eisini væl nøgdur, tá hann við tosaði við Rás 2 eftir dystin. – Vit spæla ein framúr góðum dyst í dag. Mestsum alt riggar hjá okkum. Vit herja á teir frá fyrsta bríksli og gera tað mestsum gjøgn­ um allan dystin. Vit koma fram til nógvar kjansir og fáa gjørt tey neyðugu málini, sum skulu til. – Tað kann gerast farligt til seinna hálvleik, tá tú førir 3-0 í hálvleikinum. Og tað var nakað, ið vit høvdu snakka um. Men har má eg geva rós til mínar leikarar, ið høvdu høvdið Vit runnu aftaná B68 venjarin, Jógvan Martin Olsen, var hinvegin ikki nøgd­ur við tað, ið hann sá frá sínum B68 liðið. – Vit møttu einum mót­ støðu­liðið í dag, ið var klárt betri, enn hvat vit vóru. Frá fyrsta bríksli var tað vit sum runnu aftaná HB og tað tóktist næstan eisini, sum vit gjørdu tað, tá dómarin bríkslaði dystin av. Tá verður tað trupult. – Vit royndu at stríðast, men mugu bara viðurkenna tað, at vit taptu móti einum betri liðið. Munurin á B68 lið­ num og HB liðnum er stórur, – Vit hava dyst longu aftur mikukvøldið, tá ÍF bíðar í fjórðingsfinaluni í kapp­ingini um Løgmans­ steypið og tá ætla vit at reisa okkum. Sannførandi HB spæl Tað leikaði annars javnt á fyrsta korterið á Svangaskarði, men aftaná at HB fekk fyrsta málið, tóktist tað sum um at luftin fór úr ballónini hjá heimaliðnum. HB legði seg á odda tá 14 minuttir vóru leiktir. Eftir gott samanspæl við Fróða Benjaminsen tók Andrew av Fløtum og høgdi bóltin í málhornið. Eitt framúr vakurt mál. HB økti um leiðsluna longu 10 minuttir seinni, tá sami Andrew av Fløtum slapp at standa leysur. Uppskriftin var tann sama sum til tað fyrra málið. HB veteranarnir Andrew av Fløtum og Fróði Benjaminsen spældu seg ígjøgnum B68 verjuna, sum endaði við at Andrew slapp at standa leysur. Tríggjar minuttir seinni økti Kristin Mouritsen um munin fyri HB. Við góðum uppleggi frá René Joensen, slapp Kristin at leggja HB á odda 3-0. Tað kom eitt mál afturat í dystinum og tað kom 10 minuttir eftir hálvleik. Tá var tað stóribeiggin hjá Kristin, Christian Mouritsen, ið slapp til skot, eftir eina góða avlevering frá einum HB leikara. Annars var HB gjøgnumgangandi betri enn heimaliðið og teir í HB leguni vóru serliga nøgdir við spælið á liðnum. Tískil sær HB út til at vera komið veruliga í gongd, nú tann fyrsti triðingurin skjótt er spældur av Effo-deildini. Tróndur Arge Finnur Justinussen gjørdist stóri spælarin, tá Víkingur vann sannførandi 3-0 sigur á grannunum úr NSÍ fríggjadagin. Hóast tey flestu hildu at Finnur Justinus­sen hevði skotið øll 3 málini í dystinum, hev­ ur dómarin Lars Muller valt at skráseta tað fyrsta mál­ið sum sjálvmál. Tað er ein avgerð, ið iðrar Finn Justinussen. – Sjálvsagt eri eg skuff­ aður, at eg ikki verið skrá­ settur fyri hattrick. Eg eri sann­førdur um, at eg átti tað fyrsta málið. Eitt líknandi dømi var í øðrum umfari, tá Skála og NSÍ spældu. Klæmint Olsen misti eitt mál av órøtt­um. Tann avgerðin varð seinni broytt av fót­bólts­sam­band­ inum. Og Finnur vónar eis­ ini, at avgerðin um tað fyrsta málið hjá Víkingi verður broytt. – Tá eg hugsi um tað málið sum Klæmint Olsen fekk á Skála, havi eg allíka­ væl eina vón um, at eg verið skrá­settur fyri tað fyrsta málið í dystinum, sigur Finnur Justinussen. Sostatt er Finnur Justinussen skrásettur fyri 4 mál higartil í Effo-deildini, hóast hann og fleiri onnur meta, at Finnur eigur at verða skrásettur fyri 5 mál. Umframt málini í Effo- deildini hevur Finnur Justinussen eisini skotið 3 mál í steypakappingini. HB avgjørdi í fyrra hálvleiki Finnur fær ikki sítt hattrick (0-3) 0-4 (1-0) 3-0 0-1 Andrew av Fløtum, 14. 0-2 Andrew av Fløtum, 25. 0-3 Kristin R. Mouritsen, 28. 0-4 Christian R. Mouritsen, 57. Dómari : Rói Jacobsen 1-0 Einar Tróndargjógv, 28. sj, 2-0 Finnur Justinussen, 61. 3-0 Finnur Justinussen, 77. Dómari : Lars Muller B68 Kristian Joensen – Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Bergur Gregersen – Emil Ronaldsson (Andrias á Líknar­ gøtu, 55), Janus Mortensen (Bjarki Johannesen, 77), Evrard Blé (Ovi Brim, 52), Hákun Edmundsson – Jann Ingi Petersen (liðskipari) – Óli H. Olsen   HB Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi Holm, Pál M. Joensen – Fróði Benjaminsen (liðskipari) (Poul Ingason, 77), Heini Vatnsdal ■, Christian Mouritsen – René Joensen, Kristin Mouritsen (Símun Samuelsen, 60), Andrew av Fløtum (Levi Hanssen, 71) Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar (Gunnar Vatnhamar, 86), Sámal Jákup Joensen (Hans Jørgen Djurhuus 55), Heðin Hansen (Magnus Jarnskor, 89) – Filip Djordjevic – Finnur Justinussen NSÍ Andras Gango – Jónhard Fredriksberg, Jens Joensen, Einar Hansen, Monrad H. Jacobsen (Per Langgaard, 64) - Andy Olsen (Sjúrður Jacobsen, 31), Magnus Olsen ■, Haraldur R. Højgaard (Meinhard Olsen, 85), Árni Fredriksberg – Jann Martin Mortensen – Klæmint Olsen Tað einasta sum var gott í dag, var veðrið Besta SMS Fótbóltssendingin Triði hálvleikur á Rás2 Tað tók HB ein hálvan tíma at avgera dystin á Svangaskarði í gjár Øssur Jacobsen: B68 fjeppari Tað betra liðið vann í dag, nú taka vit ÍF í steypakappingini og fara víðari í løgmanssteypinum, Forza B68. Koyr á B68 Allan Enghamar: HB fjeppari Klassamunur. Hvørki meir ella minni. Koyr á HB John Andersen: NSÍ fjeppari Hetta var so ikki tað sum vit ætlaðu. Víkingur hevur havt stórar trupulleikar at vinna dystir, men í dag var tað sera nemt, tað sigur nógv um NSÍ....Nú er bara eitt at gera, og tað er at fáa Jústinus R. Hansen inn á miðvøllin. Vælgagnist Rúni... Koyr á NSÍ