Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-05-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mai 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mai 2014 · Nr. 53 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jákup Mørk Tað mesta var kanska av­ gjørt, men í Liverpool var vónin, at City aftur skuldi vísa gummibein av tí slag­ num, sum næstan for­komu meistaraheitinum í 2012. Ta ferðina skuldu tvey mál í yvirtíðini til, áðrenn QPR varð bast, men somikið dramatiskur gjørdist sunnu­ dagurin í Premier League ikki. City skuldi bara brúka ein javnleik á heimavølli móti West Ham, sum ongan tíð veruliga fekk sett gull­ biðlarnar undir trýst. Nasri og Kompany skoraðu hvør sínu megin steðgin, og so kundi gullveitslan av álvara setast ígongd hjá ríkmanna­ liðnum. Liverpool gleið Nummar tvey gjørdist Liver­pool, sum soleiðis fekk sítt besta kappingarár í fleiri ár. Eitt skifti í vár tóktist gullið hava beina kós móti Anfield Road, har tað ikki hevur verið í 24 ár. Eftir 3-2 heimasigurin móti City hevði Liverpool allar trumfirnar í sínum hondum, men teir taptu móti Chelsea og spældu javnt móti Crystal Palace, og so var møguleikin heilt burturi. Myndirnir av Gerrard, sum gleið, tá hann mest sum gav Chelsea leiðslumálið í dyst­inum, har Mourinho parkeraði bláa bussin, og av einum grátandi Suarez, tá Liverpool misti 3-0 leiðslu móti Crystal Palace hava ferðast á sjónvarps­skíggj­ unum, og profileringin av kiksaða meistarastríðnum hjá Liverpool er kanska besta prógvið um, hvussu nógv hevur staðið á hjá teimum reyðu, nú teir veruliga høvdu møguleikan at enda 24 ára longu oyðimarkargongdina, har teir eisini hava sæð arvafíggindarnar úr Manchester United yvir­ hálað Liverpool á all-time listanum sum mest vinn- andi felag í enskum fót- bólti. Tað fær tó ikki nortið við veruleikan um, at Liverpool í dag tykist hava kós aftur móti tindunum. Sjálvandi verður tað ikki lætt, tí kappingin frá milliardaríku Manchester City og Chelsea er knallhørð, og lítil ivi er um, at feløg sum Manchester United og Arsenal eisini ætla sær fram í oddin aftur. Men tað tykist, sum hevur Brendan Rodgers skapt eina krútsterka eind, har flestu spælararnir hava nógv góð fótbóltsár eftir í sær. Og so er tað sjálvandi spurn­ ingurin, um Liverpool kann halda fast í Suarez, sum hevur verið nógv tann besti spælarin í Premier League í ár. Sum skilst er Real Madrid til reiðar at toga kekkheftið fram, og um so er, so kann tað væl verða ein spurningur um tíð, áðrenn Liverpool situr við eini gyltari bankabók men uttan stóra gullfuglin. Flopp hjá United Stóra vónbrotið í ár var uttan iva Manchester United, sum fyri fyrstu ferð í manna­ minni skuldi royna seg uttan Alex Ferguson. Skotin hevði í meira enn fjórðingsøld vunnið tað, sum vinnast kann, og við 13 meistaraheitum hevur hann syrgt fyri, at Liverpool ikki longur er mest vinnandi felagið í Onglandi. Ferguson var sjálvur við til at peika á David Moyes sum eftirmann sín, men hetta spældi ikki væl av. Moyes fekk ongan tíð veru­ liga ferð á reyðu devlarnar, og tá fýra umfør vóru eftir at spæla, fekk hann fótin frá leiðsluni í felagnum. Fyribils maðurin í venjara­sessinum gjørdist Ryan Giggs. 40 ára gamli walisin hevur ikki spælt so nógv í ár, men hann setti tó seg sjálvan á vøllin í sein­ asta heimadystinum, og harvið kom hann upp á 963 dystir fyri Manchester United. Hetta er so væl og virðiliga met, og einki er at ivast í, at Giggs fekk gleðina á og kring Old Trafford aftur í spælið. Og ikki minst skapti tað stóra gleði, at hann alt fyri eitt fekk sær fleiri av vinmonnunum úr sonevnda class of ’92 við í venjaratoymið. Fakta sigur tó, at Giggs fekk sjey av tólv stigum. Tað gevur eitt meðal upp á 1,71 stig fyri hvønn dyst, og tað er bara marginal meira enn Moyes, sum í 34 dystum fekk 57 stig. Tað er nú heldur einki, sum bendir á, at Giggs verð­ur sitandi í sessinum. Hollendski van Gaal verður helst nýggi maðurin, og nú verður gitt, um hann fer at halda fast um Giggs og hans­ara menn sum part av venjara­toyminum. ítróttur Eingi gummi­bein í Man­chester fótbóltur Bláa Manchester-liðið syrgdi fyri, at Premier League steypið ikki skuldi ferðast tann heilt stóra teinin frá Old Trafford